fimm spælarar við, sum eisini hava aldur at spæla næsta ár, og í 24 manna hópinum hava vit havt átta í alt, sum eisini hava aldur at spæla á U?17 liðnum næsta ár. Millum teirra, sum nú flyta upp í dre [...] Undan fráferðini høvdu tveir, sum kundu havt verið fastir menn, givið avboð. Verjuálitið Poul N. Poulsen varð skaddur mikukvøldið undan fráferðini, og Jóhan Petur Poulsen, sum hevur skorað fleiri mál í u [...] at geva avboð. So alt í alt kenna vit tað ikki sum at vit hava havt undanvind. Tí var tað serliga óheppið, at vit skuldu koma í bólk við so góðum liðum sum Eysturríki og Rumenia. Eg haldi, at vit í NM
av mest sum øllum tí, sum gekk fyri seg í hansara síðu, tá brótast skuldi ígjøgnum og kjansir skuldu skapast. 7. Fróði Benjaminsen, B68 Uttan iva var leygardagurin svartasta landsliðsminnið, sum Fróði hevur [...] ikki at skora, og vísti seg sum klárt vandamiklasta leikaran, sum landsliðið eigur í løtuni. 11. Christian Høgni Jacobsen, Vejle Var kanska tann av føroysku spælarunum, sum hevði størstu trupulleikarnar [...] týðandi partur í føroyska trýstinum, sum var seinasta korterið. 4. Pól Thorsteinsson, NSÍ Stríddist manniliga í fyrra hálvleiki, hóast hann heldur ikki var so eyðsýndur sum vant. Við kvikleika sínum vann hann
gongur frá samtykt til nakað hendir. Hetta kann ikki góðtakast við tí stóru og vælútbúnu manning, sum nú er í miðfyrisitingini, og tí bráfeingistørvi, vit hava á læknum. Ein av grundstólpunum í tí sos [...] okkum trygg, líkamikið hvar vit búgva. Men soleiðis er tað ikki í dag. Tí hevur Trivnaðarmálaráðið, sum tað vist eitur í dag, og leiðslan innan Heilsuverk Føroya roynt at bera so í bandi, at nakað munagott
nevndarlimir, sum draga somu línu sum hann í slíkum málum. ? Høvdu vit ein landsstýrismann, sum hevði ógvuliga frælslyntar hugsjónir, hevði hann óivað eisini manna nevndina við fólkum, sum stuðlaðu hansara [...] fyrst og fremst ein nevnd, sum skal ráðgeva landsstýrismanninum og tí hevur hann valt nevndarlimir, sum hann hevur álit á. ?Tað er lættari hjá mær at velja fólk ið nevndina, sum eg kenni, heldur enn fólk [...] teir tríggjar limirnar, sum Læknafelagið innstillar. ? Sostatt ger landsstýrismaðurin einsamallur av, hvønn hann velur í nevndnina og hann heldur at hann hevur falt eina nevnd, sum fakliga er væl skikkað
broytingum. Dailyrecord, sum eisini var blaðið, sum prentaði greinina við Hateley, endar sína søgu um føroyska skúlalæraran við niðanfyristandandi myndini og myndatekstinum, sum vit lata vera við at umseta [...] ar til, hví alt gekk galið á Svangaskarði. Sambært Dailyrecord og danska Ekstra Blaðnum, sum bæði hava mest sum somu grein, er eitt av svørunum heilt einfalt, at skotska liðið var ov vánaligt. Í báðum [...] í øllum førum tað, sum føroyski leikarin verður endurgivin fyri at siga. Aftur gerandisdagur Annars verður eisini gjørt nógv burturúr, at tað var ein fólkaskúlalærari úr Føroyum, sum soleiðis skuldi taka
Boringin í løtuni er framhald av tí fundinum, sum Amerada Hess gjørdi í føroyskum øki í fjør. Talan er um ein avmarkingar og metingarbrunn til føroyska fundið, sum verður mett at ganga inn á bretskt øki eisini [...] Navion bora fram til desember mánað. Tá hesin brunnurin er liðugur verður farið at bora Cambobrunnin, sum liggur nakað norðari. 117 mans er við tí stóra boriskipinum. Hjá Smedvig siga tey, at eftir hesar báðar
skrivstovu, sum fyribils verður opin seinnapart mánadag og hósdag, skipar KRIS fyri skeiðvirksemi kring landið og vitjar á skúlum og stovnum. Ein partur av fíggingini av virkseminum, er hesi skeiðir, sum gjaldast [...] máli, at gleðiboðskapurin um vón og bjarging eisini er galdandi fyri tað kynsmisnýtta menniskjað, sum sagt verður í faldara. Neyvaru endamálini hjá KRIS eru ? * at upplýsa um støddina á trupulleikanum [...] uttan kirkju-og samkomugátt. * at fyribyrgja kynsligum ágangi í kirkju/ samkomum og í samfelagnum sum heild. * at vegleiða og hjálpa teimum, ið hava verið fyri slíkum ágangi, næstringum og børnum teirra
heilt út, samstundis sum mótstøðuliðini ótilvitað spara seg nakað, tí tey við sær sjálvum vita, at »at eitt føroyskt lið eiga vit at vinna«. Av og á kemur tó fyri, at stóri munurin, sum í veruleikanum altíð [...] UEFA-Cup Gøtumenn hava í tíggju ára longu Europa-Cup søguni hjá føroyskum fótbólti ferð eftir verið teir, sum hava fingið bestu úrslitini, men hóast hetta, so var greitt, at uppgávan var meira enn vanliga torfør [...] skrædlið Tað gekk galið longu eftir 11 minuttum, men hóast kroatisku leikararnir eftir hetta skoraðu mest sum eftir vild, so høvdu teir ongan hug at seta ferðina niður. Gøtumenn vóru sera sjáldsamir gestir framman
Sum løgtingslimur og kommunulækni varð eg biðin um at svara spurningum um størvini, tað vildi eg fegin, tí eg kenni málið frá byrjan. Var ein av teimum fáu, sum royndi at forða tí risa lønarhækkan hjá [...] eg ivast í at starvið sum kommunulækni er alment. Vit verða settir í hetta starv av landsstýrinum, partar av lønini koma frá almanna- og heilsumálastýrinum, vit starvast í hølum, sum býráðið hevur bygt og [...] útreiðslurnar av, og restin av lønini kemur frá sjúkrakassanum, sum eg meti er almennur. Hesi sjónarmið góðtók eg og førdi tey fram sum grundgeving fyri, at starvið er alment. At sjónarmið eru ímóti hesum
ikki er óvanligt og verður spælt millum børn í fleiri bygdum í Føroyum. Tey, sum minst kenna til spælið, eru tey vaksnu, sum næstan øll siga, at tey ikki hava hoyrt grett um eitt slíkt spæl áður. Ikki øll [...] vendu okkum til læknavaktina í Norðoyggjum. Í telefonini hittu vit Steingrím Weihe, sum í mong ár hevur starvast sum kommunulækni. Spurdur, um hetta spæl kann verða vandamikið fyri børnini, sigur Steingrím: [...] nakað spæl. Tað er neyðugt at greiða teimum frá, hvat tað er, sum hendir og hvat í ringasta føri kann henda, sigur Bjarta Vilhelm at enda. Tey, sum Sosialurin hevur tosað við, eru øll samd um, at hetta er álvarslig