bæði gentur og dreingir verða koppsett, tá tey eru 12 ár. Tey sum eru millum 12-17 ár fáa koppsetingina ókeypis. HPV smittar við kynsligari samveru og er eitt vanligt virus, serliga millum ung undir 30 ár [...] ár. Í flestu førum berjir kroppurin ígerðina niður sjálvur, men hjá summum verður støðan varandi og kann gerast til kyknubroytingar, sum kunnu føra til krabba. Hít forðar ikki HPV-smittuni, tí HPV kann [...] kann sita á húðini rundan um kynsgøgnini. Við HPV koppseting, ger kroppurin eina verju fyri virus og verjir fyri komandi smittu. Mælt verður fólki til at koppseta seg, áðrenn tey eru virkin kynsliga.
samanhangsmegina í samfelagnum. Vit skulu eggja til, at vit í Føroyum búgva lið um lið, ung og gomul, hálønt og láglønt. Og málið er, at øll skulu hava møguleika at velja ímillum at eiga ella leiga. – Leggjast [...] smidleikanum og fjølbroytninum á bústaðarmarknaðinum. – Eisini er ivasamt, um tað er skynsamt at brúka meir arbeiðsorku og umsiting upp á at heinta fleiri upplýsingar inn frá leigarum og hava eftirlit [...] meðan familjumynstrini, tilveran og ynskini eru nógv meir fjølbroytt. Tí mugu vit fremja bústaðarpolitisk átøk, ið økja munandi um talið av bústøðum og skapa meir fjølbroytni og fleksibilitet á bústaðarmarknaðinum
Og fittari og fryntligari pari møtti tú ikki í býnum enn Frígerð og Lias. Altíð við eini viðkomandi viðmerking og stuttum, stuttligum práti. Hitti Lias fyrstu ferð í apríl 1963 í Vævergade 1, har ið Hanus [...] supplay skip. Og ikki er at undrast á, sum tann álitismaður, ið Lias var og royndist, so vildi Mærsk Mc-Kinney hitta Elias og aðrar líkar á ferð síni í Føroyum. Fagnarløtur Mangan hittu vit Lias og Frígerð á [...] slum v.m. hjá Hildibjørg og Hanusi, har ið Lias og aðrir svágrar sótu væl - hetta vóru gævustundir við skemti og práti so ymsastaðni frá sum úr Nólsoy, av Sandi o.s.fr . - og væl dugdu hesir at siga frá
Joensen, og hann fór sum 14 ára gamal at spæla upp á orgul. Hann hevði ikki stórvegis áhuga fyri tónleiki sum barn, men í fólkaskúlanum setti lærarin hann at spæla klaver í tónleikasamanspæli, og hetta vakti [...] spæla upp á orglið í kirkjuni. Hann tók av og gjørdist púra bitin av hesum veldiga ljóðføri. Hann hevur síðani tikið organistútbúgving hjá Gudmundi Mortensen og tónleikamiðnám. Í fjør heyst byrjaði Ari á [...] longu, at hetta er tað, hann vil, og tað hevur hann vitað leingi. At lata honum gávugóðsið kann vónandi vísa honum, at her er undirtøka fyri hansara útbúgvingarleið og vilji til at stuðla upp undir hansara
búskapinum og arbeiðsloysinum. Fráflytingin í Føroyum er í stóran mun ung fólk, ið velja at nema sær útbúgving uttanlands. Sambært Hagstovu Føroya fer ein triðingur av ungdóminum uttanlands og bert helvtin [...] festu røtur í Føroyum og hesi høvdu tí seinni økt um arbeiðsfjøldina. Fyri at fremja tilflyting og minka um fráflytingina av ungum kunnu politikarar raðfesta Fróðskaparsetur Føroya og aðrar hægri útbúgvingar [...] broytist, og at ung frameftir ikki velja at flyta av landinum, í sama mun sum tey gera í dag. Niðurstøðan er tó enn hin sama; at føroyski búskapurin stendur fyri eini haldførisavbjóðing, og neyðugt er
skúlanum) og møti leygarkvøld kl. 20. Møtini fríggja- og leygarkvøld hava eina trivaliga skrá við einum steðgi, har drekkamuður fæst og annað leskiligt fæst til keyps. Talarar á tiltakinum eru Josh og Debs [...] í ítróttarhøllini á Kambsdali. TeenStreet er í Føroyum kent sum summarlegan í Týsklandi, sum nógv ung og vaksin hava verið á í mong ár eftirhondini. Ikki hevur verið óvanligt at ferðalagið úr Føroyum hevur [...] onnur missiónsarbeiði eisini hevur gomlu Norrønu í sigling. Hon eitur nú Logos Hope og siglir kring heimin við bókum og øðrum góðum tilfari til vitjandi umborð. Fleiri føroyingar hava verið í tænastu umborð
hugsanarhátti og sterku visjónum um framsýningar og miðlan endurnýggjað profilin hjá Listasavninum og framt eina stóra broyting fyri savnið úteftir. Listasavnið er meira sjónligt og opið, og tað sæst eisini [...] narfólk, kurator, granskari og undirvísari. Í starvinum fer hon at arbeiða við at menna nýggj framsýningar- og miðlanarhugskot og tryggja nýggjar rammur um bygningarnar og staðið. Tað eru royndir, sum [...] við framúr engasjeraður starvsfólkum og stuðlandi nevnd. Saman við starvsfeløgunum hava vit megnað at lyft vitjanartølini, miðlanarátøkini og framsýningarprofilin, og við komandi útbygging verður tað eitt
num er hørð, og Føroyar hava sjáldan havt nakran møguleika. Men á Guernsey í summar bragdaði. Føroyski hópurin var sterkur, og Jónas rann frá allari mótstøðu og vann gull bæði í 200 m og 400 m renning [...] T1 fyri ung (U21) á hestinum Silas Wom Worstwald. Úrslitini vóru sera góð – og tað eru evnini hjá Rakel eisini. Fyrsta stóra altjóða kappingin var sonevnda »Icehorse« í Herning í apríl. Rakel og Silas gjørdu [...] luttóku í ár. Umframt Norðurlond og Týskland, ið altíð hava breiðar og dugnaligar hópar við til HM, vóru eisini stór lond sum USA, Stóra Bretland og Italia við til kappingina. Hóast hetta var teirra fyrsta
útbyggja listamiðlanarátøk við verkstaðarhentleikum og skúlatænastu, har kreativitetur og forvitni er í hásæti til gleði og gagn fyri øll børn og ung. Prosjekteringin er nú farin í gongd. Tað er BRIM Arkitektar [...] fyri útbygging og modernisering av Listasavni Føroya, sum eisini fevnir um ein nýggjan serframsýningarbygning og meira pláss til føstu framsýningina hjá savninum. Tað er Løgting Føroya og danskir grunnar [...] Aage og Johanne Louis-Hansens Fond - Føroya Løgting Útbyggingin av Listasavni Føroya er væntað at vera liðug seinast í 2026. Sí tekningar av verkætlanini her https://art.fo/.../framtidartrygging-og-menning-av
ein fish & chips og eina kola afturvið. Og so ein keitúr at fáa mær eina sigarett og hyggja eftir Sørvági. Lars Larsen smílist. Hugleiðir um Hotel Vágar, sum hann bæði hevur bygt og selt. Hugleiðir [...] forelskað, høvdu fingið tvey børn, og alt gekk væl. Svarið kemur skjótt og livandi, tá Lars verður spurdur um reaktiónina hjá konuni til uppsøgnina á Skála og at flyta til Havnar eftir einum dreymi [...] flogvøllinum undir krígnum og sæð alt virksemið har. ##med6## Avbjóðingarnar vóru tvinnar Flogvøllurin í Vágum skuldi setast í stand og góðkennast av loftferðslu- myndugleikunum. Og so skuldi eitt útlendskt