Listasavn Føroya verður bygt út

Listasavn Føroya boðar frá, at savnið verður bygt út við einum barnahúsi

Leingi hevur verið eitt brennandi ynski hjá Listasavninum at kunna útbyggja listamiðlanarátøk við verkstaðarhentleikum og skúlatænastu, har kreativitetur og forvitni er í hásæti til gleði og gagn fyri øll børn og ung. Prosjekteringin er nú farin í gongd. Tað er BRIM Arkitektar, ið hava teknað.

 

Barnahúsið er partur av eini heildarætlan fyri útbygging og modernisering av Listasavni Føroya, sum eisini fevnir um ein nýggjan serframsýningarbygning og meira pláss til føstu framsýningina hjá savninum. Tað er Løgting Føroya og danskir grunnar, sum stuðla verkætlanini.

 

Listasavn Føroya vil fegin takka hesum fyri stuðul til verkætlanina:

 

- VILLUM FONDEN

 

- Augustinus Fonden

 

- Aage og Johanne Louis-Hansens Fond

 

- Føroya Løgting

 

Útbyggingin av Listasavni Føroya er væntað at vera liðug seinast í 2026. Sí tekningar av verkætlanini her https://art.fo/.../framtidartrygging-og-menning-av...