vísti seg, at bilurin, sum var frá 2006, var farin í sjálvsving. Tað var ikki eldur í honum, men eitthvørt tekniskt brek førdi til, at motorurin gekk við fullari ferð og tað var hetta, sum elvdi til tann [...] Seinnapartin í gjár varð ringt at boða frá, at nógvur roykur frá einum bili, sum var á veg eftir vegnum Yviri við Strond. Bilførarin steðgaði og slapp sær úr bilinum. Annars vórðu boð send eftir sløkkiliðnum
Stjørnuverjan var krútsterk, og málverjin var framúr góður. Í hálvleikinum var støðan 14-6 til Stjørnuna. Ì seinna hálvleiki var gongdin tann sama. Stjørnan hevði tak á dystinum, og onkra løtu var munurin millum
fyrrapartin var ein harður jarðskjálvti undir havbotninum í landnyrðing úr Jan Mayen. Skjálvtin var 6,1 á Richter-stiganum. Norski jarðfrøðingurin Conrad Lindholm sigur við Aftenposten, at skjálvtin var ikki [...] teimum hørðu á hesum leiðum. -Har er lutfalsliga grunt, og var eitt skip á leiðini, hevði manningin kent skjálvtan, sigur hann. Leiðin, har skjálvtin var, er partur av Norðuratlantshavsrygginum, sum røkkur frá
einum hermannaflokki, sum var í ferð við eina venjing. Al-Qaeda sigur, at álopið var hevnd fyri krígshugin hjá USA og tess sameindu. Felagsskapurin leggur afturat, at álopið í gjár var bara byrjanin. [...] sigur, at málið var at beina fyri verjumálaráðharranum og hansara ovastu heryvirmonnum. Sambært Reuters kostaði sjálvmorðsbumban 96 mannalív, og umleið 200 fólk vórðu særd. Bumbumaðurin var í jemenskum h
úthurðin til handilin var sparkað inn. Síðani var onkur farin inn í handilin, har viðkomandi hevði tikið nakað av peningi, sigarettir og eitt ávíst tal av tendrarum. Løgreglan var skjót á staðið, og við [...] tað teimum at fáa fatur á honum, ið hevði gjørt hetta innbrotið. Hann var handtikin og síðani skuldsettur fyri innbrotið. Talan var um ein ungdóm norðanfjørðs, verður upplýst frá løgregluni.
jarðskjálvti, sum var 6,1 á Richterstiganum, var í dag í útsynningspartinum av Turkalandi, men sambært sjónvarpsstøðini NTV hava myndugleikarnir ikki frætt nakað um skaða. Jarðskjálvtin var klokkan 12.44 okkara [...] rættiliga javnan í Turkalandi. Tann 23. oktober í fjør var ein har eysturi í landinum. Hann kravdi meiri enn 600 mannalív. Tríggjar vikur seinni var aftur ein skjálvti í sama øki, og tá doyðu 40 fólk.
Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í dag var 13,53 krónur fyri kilo, men talan var bert um smáar nøgdir. Í morgun vóru bert smávegis nøgdir av fiski seldar um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya. [...] tilsamans 4,6 tons fyri góðar 62.500 krónur. Besti miðalprísurin fyri tosk var 17,10 krónur, og besti miðalprísurin fyri hýsu var 10 krónur fyri kilo. Smávegis nøgdir vóru eisini av havtasku, sum fekk m [...] miðalprísin 25 krónur fyri kilo. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 13,53 krónur fyri kilo.
í Hvalba, og har skal hon merkjast, áðrenn hon verður býtt. Í gjár var grind í Vágum, og hon var 77 hval. Ein bólkur av springarum var sæddur í Leirvíksfirði, men hann slapp at fara. [...] legði ein grind beinini í Hvalba. Hesaferð varð grindin hildin til úti í Nesi. Grindin var millum 80 og 100 hval og var funnin um 7-tíðina í morgun í Sandvík. Jaspur Vang, sýðslumaður, sigur við Kringvarpið
las tilmælið upp, til klárt var at atkvøða. Kjakast var serliga um, hvussu hetta kundi forða fyri, at fólk flyta av landinum. Men hóast orðaskiftið gjørdist langt og drúgt, var ikki serliga stór ósemja um [...] um sjálvt málið. Tá atkvøtt var, vóru 27 atkvøður fyri, fýra ímóti, meðan ein atkvøða var blonk.
skjálvtin var so mikið harður, at fólk í Longyerbýnum mundu merkja hann. Hetta er annar jarðskjálvtin við Svalbard seinastu mánaðarnar. Í mars var ein jarðskjálvti í útnyrðing úr oyggjunum. Hann var 6,4 á [...] Svalbard av einum jarðskjálvta, sum sambært norska jarðfrøðistovninum var 5,1 á Richterstiganum Mátingar vístu, at miðdepilin í skjálvtanum var 150 fjórðingar í útsynning úr Longuerbýnum og einar 450 fjórðingar