eru arbeiðssom, kreativ og dugnalig. Eisini tí skulu vit geva teimum møguleika at velja eitt heim, sum tey verða góð við og hava ráð at rinda. Tey, sum nú hava truplast við at fáa tak yvir høvdið í dag [...] Ímyndið tykkum øll tey, sum so høvdu valt Føroyar til og enntá Tórshavnar kommunu til. Hetta eru fólk, sum vit hava tørv á seta búgv her; vit hava brúk fyri, at tey eru her. Samfelagið hevur tørv á teimum [...] dag, eru tey, sum fyri fyrstu ferð koma inn á bústaðarmarknaðin. Tá hesi nú ongi hús hava at selja, fyri at keypa sær eitt nýtt hús, so eru tey beinleiðis útihýst frá bústaðarmarknaðinum. Her má kommunan
allir møguleikar opnir, sigur Hans Jákup. Hann sigur, at ætlanin eisini er, at fólk skulu kunna leiga bátin til sigling til eitt nú fótbóltsdystir, stevnur og festivalar kring landið. - Vit eru opnir fyri øllum [...] fiskireiðskapi, bæði til smáfiskaveiði og hemaraveiði. Eini sjey fólk kunnu standa við tráðu í senn á afturdekkinum – og er veðrið til vildar, kunnu fólk eisini standa í vesti har frammi. - Tú kanst njóta firðir [...] og óhugsandi er ikki, at vit eisini fara at leiga bátin út til fólk, sum sjálvi kunnu fara við honum. Í slíkum føri er neyðugt, at fólk hava royndir í sigling og vita, hvussu ein slíkur bátur skal viðfarast
serstakliga óhepnu inntrivum í kommunukassarnar! Nú er so aftur upp á tal at gera fleiri inntriv í tann rakstrarpening, sum kommunurnar skulu klára seg við, og tí er nú neyðugt at tala at. Hetta gongur ikki, tí [...] hava ikki møguleika fyri at fáa aðrar inntøkur. Tí ber heldur ikki til, at kommunurnar enn eina ferð skulu taka um endan. Tað hava vit gjørt í ólukkumát, tí landsstýri og løgting ikki hava megnað tað, ið skal [...] noyddist at rópa neyðarróp til land og kommunur um at loysa barnaansingartrupulleikan, so arbeiðsfør fólk kundu sleppa í vinnu, kommunurnar tóku áheitanina í fullum álvara og loystu barnaansingartrupulleikarnar
betri og bíligari fólkaskúla. Vanliga eru tað illa umhugsað lokalpolitisk atlit, sum gera skúlan dýrari og verri, okkum nýtist ikki at nevna dømi. – Vælsignaði fólk, takið nú støði í næmingunum [...] m, og Gunnvør Balle, løgtingskvinnu, vildi landsstýrismaðurin ikki siga, at 24 næmingar skulu fyllast í allar skúlaflokkar, og hann legði dent á, at tað kom ikki upp á tal at leggja niður [...] ikki at hava ráð til at hava skúlaflokkar við færri enn 24 næmingum«. Tað má merkja, at skúlar skulu leggjast niður, og skúlar leggjast saman. Skúlarnir á útoyggj mugu teljast millum teir skúlar,
politikarnir fleiri almenn lønt fólk fyri síðani at seta skattin upp fyri at kunna gjalda lønirnar. Er hettar ikki ein óndur sirkul sum Føroyar eisini eru endaðar í? Nú uppundir val dregur onkur bruttuskatt [...] neyðugt? Verður ikki ein óneyðugur tørvur skapaður? Danmark og Føroyar eru hvør sítt samfelag. Hví skulu vit tá draga danskar reglur og lógir hendanvegin sum eru fullkomiliga óneyðugar? Tað er yvaleyst ein [...] almennum lønarútreiðslum. Næstan 20% av BTÚ. Næstur liggur Svøríki. Almennu lønarútreiðslurnar í DK skulu fella við heilum 50 mia. kr. fyri at liggja á sama støði sum Svøríki. Er hattar nakað at kopiera fyri
Hansen heldur lítið um hetta verkfallið, sum nú er av. Hann er bersøgin og heldur, at lyklapersónarnir í hesum stríði eiga at verða skiftir út, og nýggj fólk eiga at taka um stýrisvølin. - Lyklapersónarnir [...] inntøku, meðan fólk annars eru til arbeiðis. Flestu kunnu "gardera" seg ímóti einum verkfalli, tí øll hava ein ella tveir frystarar í kjallaranum. Tí letur tað seg ikki gera at trýsta fólk til nakað sum [...] m londum longur. - Aðrastaðni verður tosað um tey viðurskifti, sum fáast skulu uppá pláss, í sáttmálaskeiðinum. Í Føroyum skulu partarnir á arbeiðsmarknaðinum at kalla altíð fram til eina striku við hóttanum
viðgongur, at "det blir et vældig tæt løb" fyri at fáa hesi tingini uppá pláss, nú bert gott og væl eitt hálvt ár er til teir skulu bora. Men hann roknar við, at teir klára at fáa bæði eina prekvalifisering [...] sjálvur her og nú geva nakað boð uppá, hvat pláss hann heldur vera best egnað til oljuútgerðarhavn. Hann váttar tó, at í sambandi við Oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum í hesum døgum koma fólk frá Statoil [...] gongdina so tíðliga tilber ta løtuna tú hevur tikið avgerðina um at bora. Soleiðis at fyritøkurnar skulu hava møguleika at fyrireika seg nakað. John Inderhaug viðgongur, at "det er vældig kort tid", um avgerð
fáa sjógv, sum er fimm stig kaldari enn nú. Tí áttu vit at framt tiltøk nú, segði hann millum annað. Og hann greiddi frá, at tað nyttar onki bert at heita á fólk, um at minka um útlátið av CO2. - Tað ber [...] upplýsandi tiltak, sum bar brá av, at evnið upptekur nógv fólk. Samstundis var eyðsæð, at hetta er eitt øki, sum vit ikki vita nóg mikið um. Eitt nú var ein av niðurstøðunum á fundinum, at stórur tørvur er [...] skal taka atlit til veitingartrygd, búskap og umhvørvi. - Vit skulu arbeiða fyri at gerast óheft av jarðrunnum brennievnum. Í 2015 skulu 20 prosent av orkunýtsluni á landi stava frá varandi orkukeldum
fyrimunur er, at so at siga alt fólkið, sum nú er umborð á Atlantic Navigator, hevur verið við Nærabergi áður. - Eg haldi, at tað eru færri enn 10 fólk, sum nú eru umborð á Atlantic Navigator, ið ikki hava [...] beint nú. - So, hesin fiskiskapur passar okkum væl í løtuni, leggur hann aftrat. Tóvini hjá svartkjaftaskipunum eru ymiskt alt eftir, hvussu fiskiskapurin er. - Tá ið lítil fiskur er at fáa sum nú, er hvørt [...] í eitt nú viðlíkahaldi. Aftur í januar Gongst sum ætlað hjá Atlantic Navigator, kemur skipið ikki til lands aftur fyrr enn umleið 20. januar. Nakrir serfrøðingar og onnur eru umborð, sum skulu í land aftur
Eg eri als ikki úti eftir at fólk skulu sigast upp í miðfyrisitingini, tí tað havi eg fyri so vítt onga meining um. Tað eg vil vísa á er, at tað er als ikki rætt, at nú kommunurnar hava yvirtikið eldraøki [...] spurningar, sum so ella so lýsa málið: - Hví skulu aðrar skipanir til, fyri at gera samanberingar á eldraøkinum, tá vit longu hava skipanir, ið kunna tað? - Hví skulu kommunurnar, tær sum vilja og hava førleikan [...] útleggingum av málsøkjum? - Hví skulu serlig krøv setast til roknskapin á eldraøkinum, sum ikki vera sett til onnur samstørv. So sum Barnaverndartænasturnar? - Hví skulu kommunur tvingast at nýta tvær ymiskar