at deila loysnina upp í deilprojekt, soleiðis at arbeiðið kann tillagast fíggjarstøðuni í landinum og tøku arbeiðsorkini. • at farleiðin gevur “...gróðarlíkindi til øll økir í landinum” (1). • at [...] vegamót sum til ber og at økja trygdina í vegamótum” (1). • at ætlaði umkoyringarvegurin í Kollafirði ikki er neyðugur, tað merkir eina minniveiting á 25 mió kr. (2) Í sambandi við alternativu loysnina eru [...] til 4500 bilar/dag í 2014 til og frá Havnini til Eysturoynna og Norðoyggjarnar. Tá er roknað við minst 100% av potentiellu akførunum, sum í dag koyra í Norðskálatunnlinum. Samanumtikið Umráðandi er, at
lýsir bæði umstøðurnar tá í tíðini í Íslandi og hansara egna lyndi. Tað er greitt frá hesi søgu fyrr her í Miðvikuni. Tað var roknað fyri at vera meira liviligt í Føroyum enn í Íslandi. Tí hendi tað ofta [...] inum í Seyðisfirði, har menninir, sum doyðu við Riddaranum í 1927, eru grivnir. Hetta var ein sera syrgilig søga. Eftir ein væleydnaðan túr og farast skuldi heim, fór ein bátur við átta monnum í land [...] 87 ár. Teir hava verið sjálvir í Íslandi og høvdu báðir misti ávikavist abba og pápa undir Íslandi. Hjá teimum yngru eru tað pápar og abbar, sum høvdu samband við Ísland í sínari tíð. Onnur vóru við av
framvegis sera tvørligt hjá eysturoyingum og norðoyingum at koma vestur í Vágarnar, eins og J. P. Gregoriussen vísti á í Degi og Viku í farnu viku. Við einum tunli millum Skálafjørð og Kollafjørð verður ivaleyst [...] orða meg varliga. 1) Skjótari frá eysturøkjunum vestur í Vágarnar Mest eyðsýndi fyrimunurin er sjálvandi, at farleiðin frá eysturøkjunum vestur í Vágarnar verður stytt. Við hesum verður stytri av Skál [...] ar, ikki einans um hvat sjálvir tunlarnir koma at kosta. Í viðgerðini av málinum eiga allir atkomuvegir og tillagingar annars at takast við í metingina og vera ein partur av verkætlanini. Við øðrum orðum
plastikkbolla hevur hann í vinstru hond. Bollin er tómur; aftur í dag hevur seyðurin fingið kraftfóður afturvið feita grasinum uppi á trøðni. Sjeytiogátta ára gamli Levi Petersen í Hósvík, hevur vunnið sær [...] kapprógvararnar í Føroyum. Víkamaðurin, ið varð uppfostraður á Selatrað, og seinni giftist til Hósvíkar, róði kapp í 34 ár. ? Men, sigur hann, eg havi ongantíð verið við at vunnið, fyrr enn nú í síðstuni? [...] tað var eisini tað heila. Bekkatøk og sovorðið, tað var ikki fyrr. ? Eg snakkaði við Arngrím inni í Fjørð í Kollafirði, ið plagdi at rógva við Greivanum. Hann segði, at hetta við at rógva kapp; ja, teir ungu
og uppvaksin í Berlin. Upplivdi annan veraldarbardaga sum smádrongur. Búsitandi í USA. Hevur ferðast sum prædikumaður seinastu 50 árini um allan heimin. Vitjar í Føroyum í hesum døgum. Í hesum døgum vitjar [...] Bastke, í Føroyum. Hann vitjar í ymiskum samkomum í døgunum 25. mai - 01. juni. Hann kemur m.a. at luttaka á ungdómssamfelagsmøtunum í Runavik um vikuskiftið. Hetta er triðja ferðin hann vitjar í Føroyum [...] koma út í frælsið í tí seinasta tokinum úr Poznan. Kemur til trúgv Hann kom til trúgv á Jesus Kristus sum 17 ára gamal tannáringur undir eini vitjan í Onglandi. Har kom hann í samband við ein Major í bretska
tríggjar ferðir, fyrst breyt hon armin, so beinið; men kom fyri seg aftur, og í august í fjørð breyt hon mjødnina og situr nú í rullistóli. Jenny hevur klárað seg so væl, men fekk heimahjálp til reingerð [...] síðstu árini á Bacalao, og býr so í Havn mitt í viku, meðan Jenny býr á Eiði, og hava tey tískil bert vikuskiftini saman. Jenny og Arnhold gera so av at gera sær eina íbúð í kjallaranum hjá dóttrini Margrethu [...] fødd og uppvaksin í Norðskála, dóttir til Onnu Súsonnu Johannesen úr Tjørnuvík og Niels Paula Rasmussen av Norðskála. Pápin var røktingarmaður og Jenny minnist mest mammu sína liggjandi í songini sjúka, so
minum. Í 1973 var Signheðin við norska garnaskipinum "Vartal" í Grønlandi. Teir vóru á Fyllabank og eldur kom í skipið, og farið varð í gummibátarnar. Tveir vóru gummibátarnir, og 6 mans fóru í annan og [...] vágbingur, tí sjálvt um Signheðin hevur búð á Tvøroyri í mong ár, so hevur hann traðkað sínar barnaskógvar, er uppvaksin og liva síni fystu mandómsár í Toftalíð í Vági, har foreldur hansara settu búgv. Mamman, [...] 2 børn, Anniku og Mikkjal. Og abbabørnini hjá Signheðini eru 3 í tali. Signheðin og eg eru javnaldrar, og vuksu vit báðir upp í Toftalíð í friðarligum og hjartagóðum umhvørvi. Toftalíð var tann nýggjari
desember mánaða í fjør, at teir byrjaðu at rigga til í stóra bygninginum Inni á Fjørð í Vestmanna, sum vestmenningar rópa Snikkaravirkið. Bygningurin varð keyptur til endamálið. Longu í januar í ár fóru teir [...] saltvatni í blóðinum – ella um gamla eftirnavnið í faðirættini hevði nakra ávirkan á, at hann alt sítt lív hevur fingist við trol, skulu vit í hesi greinini lata vera ósagt. Og tó. Vit kunnu í hvussu er [...] teir so smátt í gongd við at gera tey fyrstu botntrolini til føroyska feskfiskaflotan. Men hvussu hevur so gingist, síðan P/F Føroya Trol fór í gongd í Vestmanna? Søren Havmand, sum var í starvi hjá P/F
skjótt aftur í syðru helvt í Suðuroy. Og tann kreppan verður munandi meiri umfatandi enn kreppan í nítiárunum var. Tað er Rói Hjelm í Vági heilt sannførdur um. Hann er formaður í Vinnuráðnum í Suðuroyar syðru [...] tiltøk í verk, sum í fyrsta lagi javntseta virkini í útjaðaranum við virkini í miðstaðarøkinum og í øðrum lagi gera at fíggingarmøguleikarnir batna so at tað ber til at fáa fígging. Og formaðurin í Vinnuráðnum [...] nógv færri skip í økinum, enn tað vóru í nítiárunum. ? Og sum útlitini eru nú, fer eisini øll alingini fyri bakka. Men í kreppuni í nítiárunum var hóast alt smoltalingini í syðru helvt í Suðuroy, eins og
togan í sálini sum ikki vil sleppa mær, men vil hava meg inn í »G«apið, har ongin er vónin um bjarging. TUNGMÁLMURIN dregur meg aftur av húsum, setur meg í bilin og eg aki alla longu leið um fjørð og fjøll [...] mest rokkandi band í Føroyum í dag, so at lata eitt so heitt navn hita upp fyri eitt fjallaband úr Sweits, var ein katastrofa. Sjálvur hevði eg heldur hongt meg, enn at roynt at passa í fótafetini hjá SIC [...] skal kunna taka meg í at kritisera ella ummæla nakað). Enn eina ferð, drivin av húsum. Lat alt liggja eftir og flóta. Her er ongin stund til at rudda og annars syrgja fyri at onki sker í eyga grannans. Hendan