Karl Anton Klein
Eitt egið og heilt persónligt upplivilsi. (Fyri at ongin skal kunna taka meg í at kritisera ella ummæla nakað).
Enn eina ferð, drivin av húsum. Lat alt liggja eftir og flóta. Her er ongin stund til at rudda og annars syrgja fyri at onki sker í eyga grannans.
Hendan trá, ein togan í sálini sum ikki vil sleppa mær, men vil hava meg inn í »G«apið, har ongin er vónin um bjarging.
TUNGMÁLMURIN dregur meg aftur av húsum, setur meg í bilin og eg aki alla longu leið um fjørð og fjøll, til eitt stað tey kalla Gøtugjógv. Tað er har rokið er í kvøld. Har rokkurin skal hoyrast, hetta ráða heystarkvøldið, tá ein átti at svavað, tummað og annars flett sum aðrir rættir føroyingar. Men nei tað gerst ikki við. Tað er rokkurin, sum í kvøld er høðusmáltíðin. OH ein diskur Sic og Sundiver. Tann seinna havi eg aldri hoyrt um ella hoyrt, men tann fyrra dyrki eg sjálvandi sum einhvør rættur rokkari eigur.
Sic byrjar konsertina, og har er lív og glade dage frá fyrstu takt. Eitt fýrverkarí av feitum og heitum heavy stevi við smávegis lyftum her og der og annars onkrum formindskaðum septimi, sum buldrar seg gjøgnum allar verjumekanismur, heilt inn at mergi.
So sjálvt um hetta var eitt møgkeðiligt hóskvøld, har bert nakrir fáir av teim allartrúgvastu G fjepparum møttu okkum øðrum fjepparum á einum hermóti, har tolsemi og samhugi ráddi, kókaði salurin og øll vóru við.
Tað hevur verið sagt fyrr, at Sic er allarbesta, feitasta, mest rokkandi band í Føroyum í dag, so at lata eitt so heitt navn hita upp fyri eitt fjallaband úr Sweits, var ein katastrofa. Sjálvur hevði eg heldur hongt meg, enn at roynt at passa í fótafetini hjá SIC. Tað vísti seg eisini hetta kvøldið. Eftir at Sic høvdu spælt eitt rátt og miskunnarleyst sett, kom henda, sum tað vísti seg makrel dósin við purrikulda úr Sweits. Tað kann væl vera, at tað ikki var so galið. Teir høvdu eitt sindur av einum pallshowi. Men samanborið við The King var sweitsiska bandið eitt stórt flopp.
Her kann viðmerkjast, at ætlanin frá byrjan var, at Sundiver skuldi spæla saman við Makrel. Men henda ætlan varð broytt, tí limir í Makrel eru uttanlands í lestrarørðindum. Kanska hesir báðir bólkar høvdu hóskað betur saman Hvør veit?
Annars vóru konsertirnar hjá útlendska bólkinum alt ov illa lýstar, so tað eru sikkurt mong sum høvdu havt hug at hoyrt teir, men ikki vistu av, at teir vóru her.
Eg tori ikki at pástanda (objektivt), at Sundiver hevði nakað at bjóða uppá. Tað eg hoyrdi teir spæla, var hetta slagið av staccato guitarpoppi, sum eitt nú donsku Carpark North og føroysku Makrel spæla. Tað appellerar ikki so nógv til mín smag, tí eg haldi, at tað er feitari, tá tónleikurin swingar. Men so er so ymiskt. Onkur heldur tað vera feitt, men eg ivist.
By the way. - Hvørjum lurtar man eftir, tá man fer til konsertir? Og hví fer man til konsertir?
Ja fyri at svara tí seinna fyrst, so fara mong til konsertir fyri at ballast, tí tað líka sum hoyrir til, at tú helst skalt vera skít, um so er, at tú skalt lurta eftir livandi tónleiki.
Men so eru tað vit onnur, sum fara til eina konser í tí naivu vón at hoyra okkurt Originalt (eitt orð sum ikki hevur gott fótafesti í føroyskum tónleiki yvirhøvur). Um originaliteturin kann liggja á einum lítlum staði, ja so er tað tað persónliga úttrykkið sum er avgerandi.
Og hvat billar man sær inn at hava eina meining um tað sum gongur fyri seg? Og so at tora at siga hana hart?
Eg hoyrdi ein góðan spurning ein dagin. Hvussu kann ein vera tónleikari og ummælari í senn. Spurnigurin er ikki so góður sum svarið: Eg eri hvørki ummælari ella tónleikari. Eg eri eg. Ein persónur, ikki eitt heiti ella starv. Fyrst og fremmst ein menniskja av kjøti og blóði, nossum og hjarta, ikki ein meinigur korporalur ella trummuslári í einum tilvildarligum dansiorkestri, sum drekki meg skít hvørja ferð eg fari á pallin. Heldur ikki eri eg ein forvirraður smápoetur, sum hevur ilt í sálini og tí geri eina plátu um mína sorg. Og fái meira ilt um onkur sigur, at hatta er tað reina grenj, og at eg kanska skuldi farið til ein prest ella sálarfrøðing fyri at loysa meg burturúr míni sorg. Tí tað er ikki visst, at eg fái loyst míni problemir við at oysa tey út yvir land og ríkið.
Eg má eisini tola, at tað sum eg leggi fram verður tikið til eftirtektar á einum intellektuellum støði, sum er hægri enn tað hjá hømuliðuni.
Tað er synd. at tað ikki er loyvt at siga sína meining, uttan at alt pissið kókar yvir. Vit fáa ongantíð eitt livandi, konstruktivt kjak, um so er, at hugsjónarliga ástøðið er tikið úr Det Bedste.
Tosa vit um tónlist, so lat kjakið vera um tónlist og ikki blanda alt møguligt møsn uppí. Tað einasta ein fær burturúr slíkum møsni er, at vit kunnu válka okkum í undirlutakenslunum hjá teimum luttakandi. Og tað er faktiskt ikki so pent.
Eitt nú havi eg ongantíð lisið eitt ummælið, har mollakkordir verða lýstar, ella tað harmoniska millumliðið í eini kompositión verður viðgjørt . Ikki eitt orð um intervallfrekvensaðar parafrasur. Hvussu ber tað til, tá tað ber væl til at brúka seg um orð undir skálkaskjólinum at tosa um tónlist?
Svarið er í og fyri seg sera einfallt . Eit tónleikastykki er tónlist, og eitt orð er bókmentur (ha ha eitt syndur flott) At seta sær fyri at greina, hvat ein tónlistamaður hevur í kvittanum, er ikki tað lættasta. Tvørturímóti vil eg siga tað á tann hátt, at eg skrivi eitt la, tí tað ber best til at siga tað eg vil siga gjøgnum at spæla ella syngja tað. Hevði eg viljað skrivað tað í eini bók, so hevði eg gjørt tað. Ella kanska málað ein málning.
Men veruleikin er jú hóast alt tann, at tá ein roynir at finna út av, hvat lagasmiðurin vil, so er tað ikki altíð líka lætt, tí lagasmiðurin ella tónleikarin er ein vána handverkari. Og tað er eitt økið her á landi, sum betrast í heilum.
Men at ein el-lærlingur í Leirvík gevur eina plátu út, er altso ongin heimssensatión. Er plátan nakað lort, skal man so bara siga, at av tí at eg kenni ommubeiggjan hjá honum, so skal eg halda, at hon er fantastisk. Hvar er talu og trúarfrælsið tá?
Nei eg fekk bart meg inn í bilin aftur við trúðarskaranum og so aftur til Havnar. Hevði ætlað mær at farið til hinar konsertirnar. Men hevði mist mótið. Her var onki at gera. Hugurin sveik. Legðist heima sum teir flestu gomlu dreingir nú eina ferð gera. Orkaði tí ikki at hugsa um at fara at lurta eftir hasum bólkunum, tá teir spældu í Eclipse, sum nokk ikki kann sigast at vera eitt tónleikastað burturav.
Viðhvørt so gleði eg meg til at okkurt kemur til landið, sum kann flyta meg og mínar meiningar (fordómar). Hetta hendi ikki. Hvørki við Parkeringsplássinum úr DK ella Sólkavarunum úr Sweits. Meiningin má vera, at tað skal vera inspirerandi at fara til konsert og ikki bara eitt gap gap upplivilsi, ein endutøka av einum MTV hugburði, sum ongantíð hevur borið nakað munagott við sær.
Og eg vil enn einaferð vísa á ta sannroynd, at tað so at siga bara eru ART og Grót sum halda lívinum í føroyska rokkinum. Men vit mugu eisini tora og tola ein vissan innanhýsis kritikk. Tí tað førir fyri tað mesta við sær, at teir sum vilja fram við onkrum, gera sær ómak, og tí fáa vit betri list, til fragd fyri oyru og sál o. s. v.
SO KEEP ON ROCKING
(Lær at improvisera. Spreið veingirnar og flúgv)