nøgdir við økið. Sum heild var tað ein góð uppliving. Tað sigur Annsy Høghamar, forkvinna í Tórshavnar Ítróttarráð, ið skipar fyri tivoliøkinum á Skálatrøð um ólavsøkuna. Hetta er sjeynda árið á rað, at [...] tivoliøkið hevur hildið til á Skálatrøð. Í ár var tó fyrstu ferð, at tað var møguligt hjá gestum at keypa eitt armband, ið gav atgongd til allar básarnar í økinum í ein heilan dag. - Nógv fólk vóru til staðar [...] skipan, og varð hon eisini væl móttikin. Familjur koma saman á økið og vóru har ein heilan dag. Hendan nýggja skipanin var so ein roynd í ár, og nú verður hon so eftirmett. Tað eru ítróttarfeløgini í Tórshavnar
við búnan í fjør, so hetta er onnur ólavsøkan, eg eri í honum, sigur Rannvá, ið var farin oman á Vaglið fyrr í dag saman við sjeikinum, Oddur Eliasen, og soninum, Tóri. Tá man hevur ein búna, sum skilir seg [...] vera svaka, men tað leggi eg satt at siga onki í, sigur hon og leggur aftrat, - Eg kann altíð binda mær ein nýggjan búna, so eg gangi í honum so leingi, sum hugurin verður til hann. Sjeikurin hjá Rannvá, Oddur [...] sindur meira burturúr og seta eitt sindur av eyka dámi yvir hátíðina. - Eg havi sjálv gjørt búnan hjá mær. Troyggjuna havi eg bundið, meðan fyrriklæði havi eg broderað. So tað eru nógvir roknitímar, sum eru
Sunnudagin leiktu vit ímóti TB, og tá var betri. Har var góð ferð í dystinum, og eg haldi, at spælið var sera gott til tíðir, sigur ein av royndu leikarunum á liðnum hjá ÍF, Randi Larsen. Fólk høvdu ikki [...] Mjølnir og TB, og hetta hevur ført tær heilt fram á fremstu rók. - Nú vunnu vit tveir dystir í vikuskiftinum, og hetta kom sera væl við. Sjálvt um vit vunnu á Mjølni, so spældu vit ikki ein góðan dyst. Sunnudagin [...] miðja eftir fyrsta plássinum. - Málið hjá okkum hevur ikki endiliga verið at enda ovast. Vit taka ein dyst á gangin, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Sum heild haldi eg tó, at flestu av
upp fleiri VHF-støðir komandi ár, og at ein umhugsar at keypa eyka sendarar í 2007. - Hóast NMT 450 ikki verður roknað sum trygdarútgerð, so er hetta framvegis ein samskiftisháttur, ið roynist einabest hjá [...] Samskifti: - Hetta er tann reini galemathias. Fullkomuliga ábyrgdarleyst! So hvassorðaður er ein av brúkarunum av NMT-telefonunum, tá hann verður biðin um eina viðmerking til ætlanina at niðurleggja hesa [...] altíð kunnu fáa tey nýggjastu veðurtíðindini umvegis telefonina. - Hugsa tær til um ein gjørdi tað sama á landi: At ein tók møguleikan frá fólki at kunna lurta eftir koyrilíkindunum í telefonini. Tá, ja
tað sum var hent. Vit tóku myndir og royndu at fyristilla okkum hvat var hent. Bjargaður, tí hann fór á møti Vit hoyrdu nógvar søgur frá hendingini, men tað sum greip hjartað var ein maður sum var við okkum [...] leirin og tað var ein syrgilig sjón at síggja. Tað var eitt stórt pláss, bert við nøkrum fáum pálmum. Vit fingu møguleikan at koma inn í eitt av teirra sokallaðu heimum sum var opið sum hetta. Nógv børn høvdu [...] Lanka, og hetta hava verið 2 strævnar vikur og túrurin var sera langur. Tað tók okkum næstan 3 dagar at ferðast úr Føroyum til Sri Lanka, og lendu vit á har 11. februar um kvøldið. Tað var ein stór umskifting
kendi hon bara til føroysk viðurskifti gjøgnum donsku fjølmiðlarnar. Eisini heldur hon, at hetta kann verða ein góð barlast at hava seinni í lívinum. Annars er alt tað, hon hevði væntað av túrinum í Føroyum [...] Eg valdi Føroyar, tí at tað er áhugavert fyri meg at koma til hetta landið, sum er so nógv øðrvísi enn onnur Norðurlond. Onnur hava sagt mær, at her er so vakurt, og tí vildi eg síggja tað við mínum egnu [...] møguleikan at uppliva føroyska mentan, og hetta hevur hjálpt Jette til at síggja sína egnu mentan úr einum ørðum sjónarhorni. Hvat er Nordjobb? Nordjobb er ein felagsskapur, sum arbeiðir við at senda ung
Mikkjal kundi mynstra. - Hetta var í 1961, og vit róðu út frá syðru havnini. Hetta var eitt gott ár til fiskiskap, og inntøkan var 9000 krónur, hóast eg bara fekk 2/3 part, og var tá ein ríkur drongur. Mikkjal [...] tá eg var liðugur við 7. flokk, stóð mær í boði at fara til Danmarkar við skúlaflokkinum. Eg vildi heldur sleppa við pápa, Malbergi Simonsen, til Grønlands at rógva út frá Ravn Stóroy. Pápi, var formaður [...] gjørdi klæðini klár, men tá vit fóru til Havnar at mynstra, vildu teir ikki mynstra meg, tí eg bara var 13 ár. Á Facebook-síðuni greiðir Mikkjal Simonsen í Sørvági frá, at pápi hansara kendi Erlend Patursson
Djúrlslandi. Vit vera seks fólk, vit gomlu og so Tina, sjeikurin og okkara fittu abbasynir, ein er eitt ár, og ein er trý. Tað sigur kendi klaksvíkingurin, Símun á Høvdanum. Hvat verður á borðinum jólaaftan [...] jólagávur og eru allar komnar í hús? - Vit keypa jólagávur, men tær vera færri og færri við árunum, nú ein er blivin 55 ár. Jólini eru fyri børnini, so sjálvandi fáa tey gávur - og so tey allar nærmastu. Hvønn [...] sigur, at tað er hann, sum stendur fyri matgerðini, tó ikki bakstrinum. Hann harmast um, at eisini hetta árið hevur verið enn eitt svárt ár fyri familuna, tí sjúka hevur rakt, og onkur av teimum nærmastu
mín. Teir siga, at eg skal ansa mær og siga frá, tá okkurt fer yvir um mark hjá mær. Eg plagi bara at siga: “Túsund takk fyri at tit koma. Nú veit eg, at eg skal ansa mær". Fólk vita ov lítið Anna Malan [...] hevur ring framtíðarútlit. Men hetta er ein stór misskiljing, sigur hon, samstundis sum hon viðurkennir, at psykosa kann fáa summi at yppa øksl. - Tað ljóðar jú løgið, tá ein persónur tosar um, at hann sær [...] øll onnur. Hetta er ofta ein ov stór byrða hjá tí einstaka at bera, so tað verður til røddir og aðrar hallusinatiónir. Tí gerast nógv sjúk, tey skulu læra, at teirra hallusinatiónir eru ein gáva, ið er
havi altíð kunnað komið til tín. Hon vísti á, at ein serlig hending í hennara lívi var, tá pápi hennara gjørdist sjúkur og doyði. - Tá var tú um meg, sum ein annar pápi. Tað fari eg altíð at goyma í hjartanum [...] hin 1. januar í 1993. Seinnapartin í gjár var heiðursløta á kommunuskrivstovuni í Skopun, nú sitandi bygdarráð hevði havt sín seinasta fund, og hetta samstundis var seinasti fundur í kommununi undir leiðsluni [...] - Ja, so standa vit her. Hetta er byrjanin upp á eitt nýtt kapittul í tínum lívi! Líka síðan tú var blaðungur maður hevur tú stýrt hesari kommununi, og vit kunnu ikki annað enn viðganga, at tað ert tú