- Tað er deiligt at sigla

- Sum hálvgamal fór eg aftur til skips og so á kokkaskúla, sigur skjótt 71 ára gamli, Mikkjal Simonsen í Sørvági.

Skjótt 71 ára gamli Mikkjal Simonsen í Sørvági siglir sum kokkur við Mascot, sum roynir við rúsum eftir krabba undir Føroyum.

 

- Teir hava verið úti í nakrar dagar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Teir komu inn eini ørindi og fóru avstað aftur seinnapartin í dag.

 

Tað veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga í dag.

 

- Hugurin stóð til sjógvin frá barni av, og tá eg var liðugur við 7. flokk, stóð mær í boði at fara til Danmarkar við skúlaflokkinum. Eg vildi heldur sleppa við pápa, Malbergi Simonsen, til Grønlands at rógva út frá Ravn Stóroy.

 

Pápi, var formaður á útróðrarbátinum Líðarnøva.

 

- Eg skuldi sleppa til Grønlands, um eg lovaði at fara víðari í skúla, tá eg kom heim aftur. Tað lovaði eg. Mamma gjørdi klæðini klár, men tá vit fóru til Havnar at mynstra, vildu teir ikki mynstra meg, tí eg bara var 13 ár.

 

Á Facebook-síðuni greiðir Mikkjal Simonsen í Sørvági frá, at pápi hansara kendi Erlend Patursson og fekk eitt prát við hann um støðuna. Hann tosaði við teir, sum mynstraðu, og teir gingu so við til, at Mikkjal kundi mynstra.

 

- Hetta var í 1961, og vit róðu út frá syðru havnini. Hetta var eitt gott ár til fiskiskap, og inntøkan var 9000 krónur, hóast eg bara fekk 2/3 part, og var tá ein ríkur drongur.

 

Mikkjal Simonsen fór so aftur í skúla um heystið. Sum 17 ára gamal byrjaði hann at arbeiða á flogvøllinum og varð har í heili 35 ár.

 

- Sum hálvgamal fór eg aftur til skips og so á kokkaskúla. Síðan havi eg siglt við ymiskum skipum. Tað er deiligt at sigla, og eg vóni at kunna gera tað eina tíð aftrat, sigur Mikkjal Simonsen.