eitur rithøvundurin, sum hevur skrivað hesar bøkurnar. Summar bøkur eru gjørdar til film, men stuttligari er nú at lesa. Veturin er eisini egnaður til at hoyra tónleik, hyggja í sjónvarp og royna at gerast [...] í dag so neyvar, at tey sum umboða okkum, beinanvegin fáa at vita um vit halda tey hava gjørt rætt ella skeivt. Eg veit væl, at hetta ikki heilt er viðurkent í Føroyum enn. Vit vita, at summir politikarar [...] við sálina, men hann kann brúkast til mangt annað. Millum annað til at lesa. Havi brúkt nógv kvøld til at lesa. Mær dámar serliga væl at lesa svenskar krimisøgur. Sviar hava traditión við Sjøwal og Walhlø
eina bók hjá honum um víkingatíðina, og hvussu hetta var við at skapa eitt føroyskt samfelag. Hann skilur tað mesta av føroyskum, og hann ætlar sær at leggja eftir at fara at tosa hetta sama mál sum skjótast [...] longu. Hann hevur verið at kalla mest umtalaði maður í føroysku fjølmiðlunum seinastu mánaðirnar. Hann roynir heldur ikki at fjala útyvir, at hann fegin vildi sloppið undan at verið so nógv í yvirskriftunum [...] tað, at starvsfólkini á Fornminnissavninum framvegis ynskja starvsetanina ógildaða, hevur Steffen ikki so nógvar viðmerkingar og sigur bert, at hann er komin at gera arbeiðið, hann er settur til at gera
hesum børnum at lesa. Hvat skula tey halda? At tað er týdningarleyst? At tað man ikki vera so neyðugt, tá ið villurnar eru í eini bók, sum verður lisin í skúlanum? Stórt spell, at bókin er so illa rættlisin [...] er ikki moraliserandi, men vísir, at brennivín kann vera eitt sera vánaligt val, tá ið tú skalt velja lívsstíl. Bókin vísir á, at tey ungu mugu velja ella lata vera at velja sítt egna lív. Eksistensialistisk [...] So verður mamman ólukkulig, og tað er ikki lætt at liva við. Ella um tú ert samkyndur ... tað krevur dirvi, at velja tann lívsformin í dagsins samfelag, at siga sannleikan, ja sannleikin er eisini nakað
Jógvan heldur, at tað er hansara frástøða sum útiseti, ið hevur givið honum mót til at halda fram við hesum Eg meti, at Jógvan her hevur um rótina á hesum at ummæla, serliga í Føroyum, at hetta kann sigast [...] vera ummælini at enda verulig bókmentalig essay. Tað okkum vantar eru ummæli og ummælarar við eini frástøðu. Veruliga at ummæla, er ikki bert hetta at viðmæla. At ummæla er langt frá at skriva um seg sjálvan [...] sæð er at ummæla eitt lortaarbeiði. Tað krevur eina sterka sál, at meta um verkini hjá listafólki og høvundum, men hinvegin haldi eg, at hetta er alneyðugt. Allir ummælarar koma at gera feilir, at meta okkurt
kenslur og vit, sjálvsøkni og offurkærleiki - og at eitt samlag og samskifti er millum øll hesi. Víðari sigur hann, at eydna er har sum ætlanir og virði okkara møtast, har okkara útvortis gerðir samsvara við [...] 1953 til 1961, tók einaferð soleiðis til: 'Tað er størri æru vert at halga seg fullkomiliga til ein persón, enn at leggja alla orku í at bjarga fjøldini. Osvald hevur talað fyr nógvum menniskjum á nógvum [...] og svar, men setur spurningar fyri at viga fyri og ímóti. Slíkir persónar kunnu stundum verða innansælir, og ringir at koma inn á. Men Osvald hevur fingið ta gávu at taka sær av og hjálpa øðrum. Hann hevur
nevndur "the grand old man" innan føroyskt borðtennis og er heldur ikki ov nógv sagt, at hann eigur sín stóra lut í, at hesi ítróttagrein hevur verið lív lagað í Føroyum. Sjálvur var hann ein teirra, ið legði [...] besta tekin um, at aldurin er ikki nøkur forðan hjá tí, ið hevur hug og vilja at takast við ítrótt, um heilsan er til tað. Tá Sverre fyri nøkrum árum síðani var lagdur undir skurð fyri at fáa skift einu [...] hann til reiðar at verja heimbýin á einhvønn hátt í orð og tal. Onkur vil kanska halda, at kærleiki hansara til heimstaðið nærkast reinum trábeitni, men hetta er ikki verri enn so, at Sverre altíð hevur
leikluturin hjá politisku skipanini liggur, at skipa so fyri, at økini vera ment soleiðsni, at tilboðini vera tøk, tá ið hesi samfelagsblomstrini koma heimaftur, eftir at hava verið úti í heimi og hvest sær vitið [...] hjarta, at hasin leirfóturin hjá tær skuldi standa somikið meinur, at tú skræðnaði úr kongunum bara av hesi einu greinini, sum eg vágaði mær at varpa í fótin á tær. Tað er tungt, og tað verður tyngri at stríðast [...] dirvið at ganga ímóti sínum egna flokki og atkvøddi fyri keypinum, men minnist meg rætt, fekk hann alstórar trupulleikar innanfloks av hesi manniligu avgerð. Skilji eg Johan rætt, so er hann ímóti, at nýggjur
Djurhuus segði, at høvuðsendamálið hjá Suðuroyar Sparikassa fer altíð at vera at hjálpa teimum, sum ætla at seta seg í búgv. Men Sparikassin leggur eisini dent á at hava ein virknan leiklut í at menna fígg [...] Tað kann tykjast, sum um at gongdin hesi seinastu sjey - átta árini heldur fram óbroytt, men ábendingar eru nú um, at stigur er við at koma í búskaparvøksturin. Hann vísti á, at vøksturin í lønarútgjaldingum [...] pening á bók í Suðuroyar Sparikassa at gerast ábyrgdarar. ? Við hesari broyting víðkaðist eisini virkisemi sparikassans munandi, tí frá at vera ein peningastovnur, ið so at siga bert tók sær av at fíggja
eru vælkomnir at luttaka. BRÚKARASAMTAKIÐ Brúkarasamtakið er felag fyri brúkarar í Føroyum. Limagjaldið er 100 kr. árliga. Øll, einstaklingar frá 16 ár og feløg, kunnu gerast limir við at skriva til po [...] foHeimasíða: www.craft.foSamband við felagið fæst við at ringja tlf. 22 95 83. Umsóknarbløð til Heimavirkisleguna í Danmark í summar kunnu fáast við at venda sær til felagið. LFÚ-skrivstovan hevur opið mánadag [...] 00. Fyrsta mikudag í mánaðinum er opið til kl. 19.30. Tú ert vælkomin at ringja og spyrja um alt, sum hevur við sinnistrupulleikar at gera á tlf. 322544. Javni Skrivstovan er opin týsdag til fríggjadag kl
behagiliga menniskja at práta við. - Tað er fyrstu ferð, at vit eru í Hull við hesum bátinum og fyri okkum hevur tað týdning, at sjómannskirkja er á staðnum, og so ikki um at tala, at ein føroysk sjómanskirkja [...] farið at tosað um tann deyða og hvussu fólk mintust hann. Ein kirkja er rætti karmurin at tosa um deyðan og skjótt er hugnaligi leygardagurin broyttur tann sorgblíða vegin. Vit seta okkum niður at práta [...] Eg havi næstan ikki sæð hann síðani, men eg visti, at hann var farin sjóvegin og stóð á brúgv. Og hann var lítið broyttur hesi 30 árini, annað enn at hann var 30 ár eldri. Sama blíða sníðið og vit prátaðu