Í Runavík eru tey eins og flestu aðra staðni kring landið í ferð við fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Ein av spælarunum, sum veruliga gjørdi um seg í fjør, er 17 ára gamli Einar Hansen, sum eisini [...] hvørjum øðrum pappír upp á framhaldandi samstarv. Um tað so verður NSÍ alt árið, er so ein annar spurningur. Einar er ein av fleiri føroyskum spælarum, sum útlendskir fótbóltsskótar hava lagt til merkis, og
og undirhaldandi. Nú kemur ein nýggj sending við Angelu og Hannibal. Sendingin eitur Klú , og hon verður í átta pørtum. Navnið kemur av enska orðinum clue . Sendingin er ein krimi, har ið Hannibal og Angela [...] Angela eru detektivar, og tey skulu royna at finna eina rakett, sum ein norðoyingur hevur stolið. Norðoyingurin eitur Ib Ullrik, og hann ætlar sær upp á Mánan við rakettini. Klovnurin Hannibal sigur, at [...] hava gjørt. Tey eru bæði pedagogar, og teimum dáma væl at gera undirhald til børn. Sendingin verður ein partur av vetrarskránni hjá Kringvarpinum.
eftir. Tað er tó ein smeitur fyri klaksvíkingar, at Christian Lundberg ikki fær spælt sunnudagin. Hann er leikbannaður eftir fimta gula kortið, og tað er uttan nakran sum helst iva ein stórur missur hjá [...] vikur. Hjá Skála gera leikbann ikki um seg. Hinvegin argar ein skaði framvegis Paula G. Hansen, og tí er spurningurin, hvørt Skála eisini má vera ein týðandi spælara fyriuttan.
og ein so langan brunn hevur einki felag borað í Norðsjónum fyrr. Kortini fer boringin ikki at kosta meiri enn 300 milliónir norskar krónur. Men vansar eru, tí sambært Bergens Tidenhde er tað ein stór [...] Oljufelagið Statoil hevur gjørt av at bora ein nýggjan brunn, sum samstundis verður tann longsti, sum nakrantíð er boraður í Norðsjónum. Statoil ætlar at vinna olju í Gulltopp-fundinum, har olja er staðfest [...] avbjóðing at bora tíggju kilometrar vatnrætt, og í Statoil ásanna tey eisini, at hetta kann gerast ein trupulleiki. Eydnast boringin hinvegin, ætlar felagið at nýta somu mannagongd við nøkrum øðrum fundum
Tíðliga leygarmorgunin varð ein bilur stolin í Berjabrekku. Teir tríggir menninir, sum stóðu aftanfyri stuldurin, komu tó ikki langt í bilinum, tí løtu seinni rendu teir á ein annan bil í Berjabrekku. Allir [...] skuldsettur í málinum. Ein kvinna var leygarkvøldið ákoyrd í gonguteiginum við Niels Winthers gøtu. Løgreglan veit, hvør koyrdi bilin, og tær neyðugu kanningarnar eru gjørdar. Ein stuldur varð framdur
Rasmus Frølund úr Kjøpinhavn á Herlev sjúkrahúsi ein son sum vigaði 3300 gr. og var 53 cm. langur. 24. mars fingu Tanja og Fríðin Ziskason, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4400 gr. 31 [...] dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3460 gr. 3. apríl fingu Maria og Viggo Johannesen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4260 gr. 4. apríl fingu Eyðgerð og Jógvan Kruse, Hósvík, eina [...] 50 cm. long og vigaði 3300 gr. 5. apríl fingu Leika Samuelsen, Sørvágur og Páll Hansen, Miðvágur, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4350 gr.
Tað var ein ógvuliga fáorðaður Klæmint Weihe, sum vit høvdu orðið á, tá SEV í kvøld hevði sent út tíðindaskriv um skamtan av el-orkuni. Vit spurdu hann, hvussu hann sum sjóri hevði tað, tá ein bólkur av [...] landið at kalla lamið, tá tað "hóskar" teimum. - Eg kann bara siga, at tað líkist svartasta ongum, at ein slíkur sáttmáli skal vera háttaður soleiðis, at nakrir fáir mans skulu hava eina somikið stóra ávirkan [...] ávirkan. Vilt tú við tí siga, at talan skuldi verið um tænastumanna-sáttmála? - Tað kundi so verið ein loysn. Í øllum førum er hetta ikki haldbært, var einasta viðmerkingin, sum Klæmint Weihe vildi gera.
??????? Volvo og trygd Volvo hava mist 13 prosent av søluni í USA. Ein av orsøkunum sigst vera at teir hava marknaðarført Volvo eins og onnur bilmerkir. Leiðslan hevur nú tikið avgerð um, at teir aftur [...] Postkassabilur Hesin reyði Renault 5 vøruvognurin sær út sum ein postkassi aftan. Søgan sigur tó onki um at bilurin kann brúkast til endamálið. Kelda: FDM / Motor ??????????????? Fiesta og ADAC Ford Fiesta [...] Fiesta hevur fingið 4 stjørnur í týsku ADAC crashtestunum. Eftir ein frontalan stoyt ið 64 km/t kundu hurðarnar á bilinum uttan trupulleikar latast upp, og kabinan var heil. Annars meintu teir, at gardinairbag
Fimtan sviar, sum vóru farnir til Cannes í Fraklandi at halda ein 30 ára føðingardag, fingu ein rættiligan skelk, tá teir fingu rokningina frá matstovuni, sum teir hildu føðingardagin á. Rokningin var [...] 493 krónur. Sviarnir drukku eisini annað vín, og alt var av tí dýra slagnum, sigur matstovueigarin. Ein av sviunum sigur við Aftonbladet, at vínið varð sett á borðið, uttan at teir høvdu bílagt tað, og teir [...] skemtaði, tá hann legði rokningina á borðið. Sjálvur rindaði hann 50.000 krónur við bankakortinum. Ein dómstólur skal nú taka støðu til málið.
sunnanfyri Fuglafjørð - við Breiðará. Ein 19 ára gamal drongur og ein 15 ára gomul genta vóru við, og hevði drongurin fingið rættiliga stóran skaða. Gentan var ikki eins illa stødd og drongurin, men tey vórðu [...] men tað hevur ikki merkt løgregluna. Sum heild kring landið lata politistøðirnar stak væl at, so ein kann siga, at fólk hava skikkað sær heilt væl um vikuskiftið.