Streymslit
Tað var ein ógvuliga fáorðaður Klæmint Weihe, sum vit høvdu orðið á, tá SEV í kvøld hevði sent út tíðindaskriv um skamtan av el-orkuni.
Vit spurdu hann, hvussu hann sum sjóri hevði tað, tá ein bólkur av starvsfólkum hansara soleiðis kann leggja landið at kalla lamið, tá tað "hóskar" teimum.
- Eg kann bara siga, at tað líkist svartasta ongum, at ein slíkur sáttmáli skal vera háttaður soleiðis, at nakrir fáir mans skulu hava eina somikið stóra ávirkan.
Vilt tú við tí siga, at talan skuldi verið um tænastumanna-sáttmála?
- Tað kundi so verið ein loysn. Í øllum førum er hetta ikki haldbært, var einasta viðmerkingin, sum Klæmint Weihe vildi gera.
Til samans er talan um einar 40 maskinmeistarar, sum nú eru í verkfalli.