VIDEO: Soleiðis vann THW Kiel tepran sigur á Hamburg

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum THW Kiel-Hamburg 38-37 (16-18)

Tað stóð á gomlum nøglum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel í kvøld. Í heimadystinum móti Hamburg eydnaðist tað við einum sigursmáli hjá Eric Johansson í allarseinasta sekundinum av dystinum at tryggja ein 38-37 sigur. Hamburg var frammanfyri 18-16 í steðginum. 

 

Elias skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál. Kiel er fjórðfremst í bundesliguni við 48 stigum, nú teir hava tveir dystir eftir at leika.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum THW Kiel og Hamburg. Við 0:20 minuttir sæst ein genial fríspæling hjá Eliasi, ið førdi til eitt mál:

 

##med2##