Sandnes ULF er bert ein verri málmun frá fyrsta plássinum

Gullbrandur Øregaard og liðfelagarnir vunnu á útivølli

Gullbrandur Øregaard var aftur liðformaður, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF spældu dyst á útivølli í triðbestu norsku fótbóltsdeildini móti Jerv í Grimstad. 

 

Tað eydnaðist Sandnes at vinna dystin 3-1. Stóra hetjan hjá Sandnes var Ole Sundgot, ið skoraði reint hattrick.

 

Sandnes er næstfremst í bólki 1 í triðbestu deildini við 15 stigum fyri átta dystir. Teir hava sama stigatal sum oddaliðið, Sotra, men Sotra hevur betri málmun.

 

Sunnudagin 7. juni spælir Sandnes dyst á útivølli móti Vard Haugesund.