55 cm. long og vigaði 3850 gr. 23. mars fingu Paula S. Lervig og Óli Kristian á Torkilsheyggi, Skála, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3350 gr. 26. mars fingu Siri Maria Mohr og Tróndur Vatnhamar [...] dóttir. Hon vigaði 1212 gr. og var 34 cm. long. 14. mars fekk Barbara ein lítlabeiggja. Hann var 53 cm langur og vigaði 3715 g. Foreldrini eita Súsan og Bjarni Joensen, og tey búgva í Viby Sjælland. 18 [...] Brockie Hansen og Jens Marni hansen eina dóttir. Hon var 54 cm og vigaði 3400 gr. 18. mars fingu Barbara A. Petersen og Óli Jákup Túgvustein, Æðuvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3785 gr
hann, sum doyði fyri syndir mínar og tínar á krossinum, tí vit eru øll syndarar og tørva ein frelsara. Og hann er einasti frelsari okkara. Eingin annar er deyður fyri tína og mína synd. Eingin annar kann bjarga [...] undir og staðfestir tann veruleika, ið fer fram mestsum dagliga í landi okkara: At mennisku, ið hesin heimur og hin ónda maktin eru farin illa við, eru endurreist og rivin sum brandar út úr eldinum og bjargað [...] Góðu landsmenn, kvinnur og menn! Eins og eg havi gjørt tað hesi seinastu meiri enn 40 árini, er tað mær enn einaferð ein gleði at standa her á trappuni uttafyri Ebenezer og fram boðskapin um Jesus, frelsara
móti Tvørámonnum. Og vunnu havnarmenn, var altíð spælt eyka og tað við plymm í. Vit spældu eisini á Grækarismessu. Tað vóru skótarnir og Havnar Hornorkestur, sum skipaðu fyri tí, og hetta er framvegis [...] við morsing og signalisering. Og so vóru tað hesar stuttligu søgurnar frá Rubekk. At tær ikki altíð passaðu heilt hevði minni at siga. Tey, sum høvdu okkum hvítblusarar, vóru Fía Wardum og Mia hjá Trond [...] úti á jólum og páskum. Tá vóru vit gjarna uppi á Sanatoriinum og úti á Hospitalinum. Teir vóru eisimi á Vaglinum hvønn einasta sunnudag kl. 5, um tað viðraði. Tað var ein góður aldur 14 ár, og tá helt man
lýst gjøgnum greinir og útvarp, og skipað var fyri stórum kjakfundi um evnið. Hetta var í sambandi við lanseringina av kanningini "Stakir uppihaldarar í Føroyum" eftir Siri Hansen og Anniku Antoniussen. [...] tann hátt at lætta um gerandisdagin og fíggjarstøðuna hjá føroysku húsarhaldunum. Skattur og lætti Okkara boð upp á eina skattaumlegging hevur við sær, at fólk við lá- og miðalinntøku fáa ein lætta, sum munar [...] fyri hvørt barnið. Hetta eru batar, sum veruliga muna hjá hart spentum lá- og miðalinntøkubólkunum - og serliga hjá støkum og støkum við børnum. Les fleiri greið dømi um skattaumleggingar HER! HYPERLINK
tónleikari og fyrrverandi hotellstjóri - Eg vil í øllum førum ikki sita sum ein konservativur, súrur og hástórur borgarstjóri handan læstar dyr. Eg vil vera millum borgararnar har, sum gleði og sorg er. [...] eg segði meg vera Viggo Poulsen, og at eg var slektaður av Selatrað, um fólk spurdu, hvør og hvaðani eg var. Tað var lættari hjá føroyingum at fyrihalda seg til hetta, og so slapp eg undan at svara øllum [...] skal útliva, men tað er ein illusión. Tað er hinvegin ofta eitt baks, og tú skalt tíma tað øgiliga væl. Tað nyttar ikki at ganga og plága seg sjálvan, tá ið tað ikki gongur so væl, tí so verður tú klikkaður
upp á prísirnar. – Men tað er ein sann¬roynd, at monopol og duopol føra til einsháttað út¬boð av vørum og tænastum og eins¬háttaðar prísir. Og tað eru nógv tekin um, at hetta er støðan í Føroyum, sigur [...] Føroyum liva í fátækradømi. Sambært Siri Hansen og Annika Antoniussen, sum hava gjørt kanningina, er hugburðurin í Føroyum sum heild, at her er onki fátækradømi, og at familjan altíð traðkar til, tá ringast [...] eru so høg. Høvuðsorsøkin er, at kappingin er so lítil og hetta elvir til óneyðuga høgar prísir. Føroyingar eiga í hvussu so er eitt evropamet. Og tað er í høgum prísum! Tað er niðurstøðan av eini umfatandi
Havnini og frá sjósíðuni? Hvussu ógvusligt verður tað og fer tað at skemma býin? Verður talan um nógv meira virksemi, fleiri skip og bingjur, størri og tyngri ferðsla gjøgnum miðbýin, meira dálking og larm [...] kaitúrum, har Kalli Katt sum ungur lossaði og bar. Stór stálportur gera, at nú sleppur eingin út á terrortryggjaðu kaiina, og úr fjarstøðu síggja og hoyra vit veldigar kranar lossa og lasta skip. Tíðin [...] halda fram at gera slíkar náttúru og umhvørvisbrølarar, men uppføra okkum sum menta og skilafólk. Tí ynski um vinnuliga framgongd, arbeiðspláss og inntøkur til fólk og bý nýtist ikki at útiloka, at atlit
sjálvironisk og skítfull í kærleika. Eg livi í einari boblu, har eg royni sum frægast, at fáa alt at geva meining og ganga upp í eina hægri eind. Sjongleri við økonomi og húsarhaldi og barnauppaling og psykiskari [...] hennara bloggar, so opið og erligt um lív sítt? - Eg veit ikki ordiliga, um eg kalli tað erligheit. Tað er bara soleiðis, eg eri. Eg eri tað og tann, sum lesarin fær. Og tað og tann, sum tey, sum kenna [...] psykiskari sjúku - og eg haldi, tað gongur okay, fyri tað mesta. Eg eri introvert og ósikkur og havi varhugan av, at tað verður ofta uppfatað sum arrongansa og yvirlegni. Eri nokk heldur ikki klassiskt fitt
eins og Jóannes Doyparin, og tað besta eg kann gera er at boða Guðs orð til fólkið. Vit sita í hugnaligu íbúðini omaná salinum í samkomuni Filadelfia í Havn. Leðrið í hornasofuni brakar so alsamt og tolið [...] tolið, meðan vit ressa okkum og práta og her eru stór evni, sum koma fram á borðið. Maðurin í sofuni hevur ikki altíð itið Móses. Hann er doyptur vanliga danska navnið Mogens. Og langt áðrenn hann fór at prædika [...] Ísrael, hetta var í sekstiárunum og har niðri er so at siga ómøguligt at siga Mogens. Einaferð sá ein jødi mítt navn á skrift. og hann segði: á Moshe, tað er Móses á jødiskum, og síðan varð eg kallaður Móses
við fuglinum, bæði á sjógvi og á landi. Landfuglurin fær ikki nóg mikið av føði, og tí minkar stovnurin ógvusligt. Og sjófuglurin hann hevur minkað í nógv ár – summi ár meiri, og onnur ár minni. Men tey seinastu [...] fyrrapartur á degi, og nakað av kulda er í luftini. Veðrið er gott, nú klokkan er farin beint av tíggju, og eitt frekt æl júst er farið framvið. Í bygdini er ikki nógv lív at síggja hesa løtuna – og tó: Nakrir [...] kuldi og hálka einki at siga. Tað at ganga sær ein túr, er nakað teir gera hvønn einasta dag. - Vit búgva her uttast í bygdini. Og vit plaga at ganga okkum ein lítlan túr – ein hundatúr, sum eg kalli tað