er sambært orðabókini ein, sum ikki kann halda sær fyri látri. Fyri okkum í Sambandsflokkinum er loysingin størsta álvarsmálið í føroyskum politikki, og als ikki nakað, sum fær ein at bresta í látur. Loysingin [...] allir hava staðið hinumegin. Javnaðarflokkurin hevur fyri mesta partin ligið harímillum. Tað er tó ein sannroynd, at beint eftir seinasta val tók Javnaðarflokkurin undir við loysingarætlanini hjá landsstýrinum [...] liggja eftir. Men tað má standa Sambandsflokkinum frítt at hava eina greiða støðu til henda álvarsama spurning. Tað sigur seg eisini sjálvt, at tað verður ikki Sambandsflokkurin, sum fer at flyta seg yvir ímóti
lagt eina temasending um Føroyar og føroyingar til rættis fyri DR2. Talan er um »Temalørdag«, ið er ein sonevndur sendiblokkur, har tríggir tímar verða settir av til at lýsa eitt evni ígjøgnum til dømis [...] longu nú klár. Fyrst verður filmurin »Tre blink mod vest« hjá Ullu Boje Rasmussen sendur. Síðan kemur ein 50 minuttir lang dokumentarsending um Føroyar í dag, og um hvørjar møguleikar landið hevur at gerast [...] fyrireikingunum til oljuvinnuna, og hvørja ávirkan tað fer at hava, um olja verður funnin. ? Vit reisa spurningin, um tað er vónirnar um oljuríkidømi, ið hava elvt til verandi loysingarhugin í Føroyum
kanska ein hin størsti trupulleikin hjá hondbóltinum í dag. Høvdu sjálvandi nakrar feildómar, men í mun til at talan var um fyrsta rættiliga dystin í ár, vóru hesir als ikki so nógvir í tali, sum ein kundi [...] (24-30 (9-12) Hondbóltur Eftir stórtapið fyri VÍF fyrr í vikuni skuldi Kyndil sunnudagin royna at reisa seg aftur, tá teir vóru á útivølli móti H71. Uppgávan átti at verið yvirkomulig hjá Kyndilsliðnum [...] seg, at hansara leiklutur skuldi hava avgerandi týdning fyri dystin. Hvat skotum viðvíkti hevði hann ein av sínum heilt góðu døgum. Skot úr ymsum vinklum og ymsum hæddum høvdu nærum øll beina kós móti meskunum
og tað allar lekkrasta, tín »rís a la mande«! Nógv hava roynt at eftirlíkna hann, men eingin dugdi eins og tú! Og nú ert tú so farin, farin heim til Jesus! Tað var seint á kvøldi, at mamma og beiggi mín [...] heilt lamma, eg veit at vit øll skulu doyggja einaferð, men tá so deyðin kemur, er tað altíð verri enn ein hevur fyrireikað seg til. Um kvøldið hevði tú verið til døgurða »norðuri á Handskanum«, tá hevði tú [...] in vildi kroppur tín so ikki longur akta, hann orkaði ikki at gera dagsins verk enn einaferð, at reisa seg enn einaferð og ganga sum hann var vanur at gera. Mánakvøldið læt tú eygu tíni aftur og fór til
vunnu heldur óvæntað ein tryggan sigur, tá teir leygardagin vitjaðu í Klaksvík. Úrslitið gjørdist 3-0 til útiliðið, men hóast tølini kundu bent á ein tryggan sigur, so var talan tó um ein sera javnan dyst [...] settið endaði 25-21, men hetta var tó ikki eins javnt og hini. Fleyr hevði nevnliga match-bólt frá støðuni 24-18. Longu í morgin skal Mjølnir royna at reisa seg, tá teir hava sera týdningarmkiklan og torføran
roynd og veru var sjáldan spenningur um úrslitið. - Tær eru nokk ein klassa omanfyri okkum, so tað skuldi helst eisini verið talan um ein tryggan sigur, helt Albert Ellefsen, sum í ár er við til at venja [...] Frá støðuni 5-7, tók Stjørnan so dik á seg, og fór upp á 6-13. Eftir hetta var talan bert um ein spurning at fáa tíðina at ganga, og Stjørnan bara økti javnt og samt um leiðsluna. Fyri Stjørnuna var tað [...] heldur ikki at blanda okkum í oddin. Vit skulu halda sætið í deildini, og hetta í sjálvum sær verður ein sera torfør uppgáva. Liðið hjá okkum er sera ungt, og enn resta nógvar royndir í, sigur Albert. Hann
ella er rætturin farin fyri bakka? Ber tað til at vera land og fólk og framvegis vera innan fyri ein størri valdskam, spyr Føroya Lógar Rit í tíðindaskrivi. Almennur fundur Føroya Lógar Rit byrjar orðaskifti [...] Poulsen spyr í grein síni, um Føroyar eru tjóð, og lýsir fyrilitini í altjóða lóg, ið gera av hendan spurning. Guðmundur Alfredsson nemur við, hvat tað merkir at vera tjóð í samráðingarhøpi. Alasdair Geater
draga andstøðuna upp í viðgerðina av uppskotinum um stuðul til fólkaatkvøðuna varð tikin upp eftir ein munnligan fyrispurning hjá Jóannesi Eidesgaard í tinginum mikudagin. Jóannes Eidesgaard vildi hava [...] játtanin til valstríðið upp undir eina fólkaatkvøðu er eitt samgongumál, og tað haldi eg í sjálvum sær er ein løgi. Tí eitt uppskot um upplýsing upp undir eina fólkaatkvøðu eigur sjálvandi at vera so uttanveltað [...] Jenis spyr, um tað yvirhøvur er neyðugt at játta pening til upplýsing undan fólkaatkvøðuni. Hendan spurning helt løgmaður eisini, at tingið átti at taka upp.
eg luttók í fólkaatkvøðuni 26. mai, sigur Frederik Harhoff. Støðan er nú, at landsstýrið leggur ein spurning út til fólkaatkvøðu, sum kann tulkast. Landsstýrið leggur eina tulking í, meðan stjórnin leggur [...] upp undir fólkaatkvøðuna fer at snúgva seg um, hvørt hetta bert er ein spurningur um økt sjálvsstýri ella um hetta í veruleikanum er ein atkvøðugreiðsla um loysing. Báðir partar fara í valstríðnum at gera [...] síni sjónarmið galdandi, vísir hann á. - Skal fólkaatkvøðan vera demokratisk, so má hon skipast á ein hátt, so øll vita púra greitt, hvat tað er, tey atkvøða um. Og sum nú er, er talan um eina ómetaliga
Tað stendur orð móti orði millum ymisku limirnar í uttanlandsnevndini um ein niðurstøðu á fundinum hósdagin. Meirilutin av andstøðuni heldur fast um, at formaðurin í nevndini, Hergeir Nielsen, alment hevur [...] ikki kom fram á fundinum hósdagin. Jákup Sverri Kass, sum umboðar Sjálvstýrisflokkin, ætlaði sær at reisa málið á samgongufundi seinnapartin í gjár, eftir at Sosialurin var prentaður. Jákup Sverri Kass heldur [...] talsmenninir hjá báðum andstøðuflokkunum søgdu fyri føroyingum, at teir gingu krøktir av látri, tí ein embæstimaður í Tinganesi hevði sent eitt bræv beinleiðis til NATO, segði Hergeir Nielsen í Degi og