samfelag og foreldur ráð og møguleika at geva sínum ungu eina miðnámsútbúgving og møguleikan at velja. Summi halda, at tað er synd í tykkum ungu at noyðast av landinum at læra. Eg haldi ikki. Míni lestrarár [...] og broyta gongdina til tað betra. Tí tað er eisini ov bíligt at siga, at samfelagið onki hevði at bjóða mær, og tí mátti eg rýma. Eg noyðist at minna á tey fortugdu orðini hjá John F. Kennedy: »Spyr ikki [...] Kirkegaard, H. C. Andersen og gamla Grundtvig. Minnist til, at tað var her, at tjóðskaparkenslan og tjóðskaparyrkingin tók seg upp. Tað er her, at Jørgen Frants Jacobsen skrivaði »Barbaru«, sum nú fer út
fyri Mannarættindi er ein bók, ið gevur ung møguleika at læra um mannarættindi á føroyskum og í einum føroyskum samanhangi. Í bókini fara at vera uppgávur, ið hava til endamáls at lata næmingin sjálvstøðugt [...] føroyskum ungum at finna kunning um tey altjóða, alfevnandi mannarættindini á teirra móðurmáli. Men hetta broytir ein nýggj, ókeypis bók, ið er ætlaður teimum eldru fólkaskúlaflokkunum. Rithøvundurin av bókini [...] tað av alstórum týdningi, at tey ungu fáa innlit í mannarættindamál. Bókin Føroyar fyri Mannarættindi gevur unngum møguleika at læra um mannarættindi á føroyskum, soleiðis at tey kunnu luttaka í føroyska
nógv tilfar til eina slíka bók at heinta. Serliga í byrjanini av dystinum var leikferðin sera høg, og bæði liðini royndu at gera sera skjótt av við at koma í álop. Hetta gjørdi, at tað til tíðir gekk ov skjótt [...] neistamálinum tvær ferðir í rað tann stóra brølara, at hann drálaði alt ov leingi við at koyra bóltin aftur í spæl, eftir at KÍF hevði skorað. Hetta gjørdi, at tá ið liðfelagar hansara fingu bóltin niðan á miðjuna [...] fyri dómarafelagið um tilburðin, og har var sagt, at tilburðurin var so sjáldsamur, men at rættast var at geva KÍF brotskast. Tað skal viðmerkjast, at umboðið fyri dómarafelagið ikki visti framman undan
er, at teir hava eitt kristiligt grundstøði. Flest allir sangirnir eru frammanundan at finna í ymsum sálma- og sangbókum, men tað má sigast at vera sera heppið, at hava teir savnaðar í einari bók. Og nótarnir [...] hevur valt at hava nótarnar í eini deild fyri seg sjálvar og ikki saman við sangunum. Hetta er helst ein góð loysn, tí vanliga fer at verða sungið úr SOV BLÍTT OG SØTT uttan at brúk verður fyri at hava nótarnar [...] ella hasin sangurin er tikin við, nú talan er um ein bók við kvøldsangum. Men sum heild haldi eg, at úrvalið er breitt og hóskandi til eina slíka bók. Í bókini eru sangir, sum tey flestu vaksnu kenna væl
hann visti, at kom partapolitikkur uppí, fór Suðuroyggin at fáa veruligar trupulleikar. Og ein og hvør kann eisini skjótt staðfesta, at Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt og fer at gera alt fyri, at løgtingsins [...] og nógv áhugavert varð ført fram. Sjálv skjeyt er upp, at tað átti at verið heitt á ákærumyndugleikan um at kanna, hvørt grundarlag var fyri at ábyrgda stovnum ella persónum rættarliga út frá frágreiðingini [...] um fullveldi, og felags fyri hesi útvaldu hjá Sosialinum er, at hesi harðliga átala fullveldistilgongdina, og tað í stórt uppsettum greinum. Tað er so tað. Men hví fáa hesi bara leiðandi spurningar? Hví
broytt, so blaðið nú kom at eita Tíðindablaðið Sosialurin. Hetta var helst fyri at leggja dent á, at blaðið var eitt tíðindablað heldur enn eitt politiskur boðberi. Hesi 25 árini síðani 1982 er [...] áttatiárunum – tá kreppan fór at kennast – máttu stig takast til tess at standa í móti minkandi inntøkunum. Í staðin fyri at repa seglini, valdi leiðslan á Sosialinum heldur at økja um útgávutalið úr [...] Í dag eru liðin 75 ár síðani, at fyrsta eintakið av Sosialinum var á gøtuni í Havn. Hetta var tann 24. mai í 1927. At Sosialurin varð til má sigast at vera eitt beinleiðis úrslit av politisku støðuni
arbeiðsleysir stálarbeiðarar í Sheffield byrja at strippa fyri at tjena sær nøkur oyru. Tað er eisini her í royndini at bjarga pubbini, at rithøvundurin letur sínar persónar traðka í karakter og vísir [...] ið flýggja frá einseminum við at brúka pubbina sum teirra heim, rithøvundurin Liam, ið roynir at loysa sína skriviblokering upp í whiskey og kona hansara, sum bíðar eftir, at hann skal skriva ein metseljara [...] Belfast tríverkinum. Orsøkin er uttan iva, at hesi savningarstøðini skulu virka sum skýli, ið vísir, at sjálvt í mest krígsherjaðu umstøðum royna menniskju at liva teirra vanligu menniskjaligu lív. Tehúsið
taka til okkara, m.a. at vit skulu lata vera við at ganga við sleygi og slatri, lata vera við at hevna osfr. Kærleiksboðið, ábyrgdin og trúfestið Fleiri onnur skriftstøð kundu verið at trivið í, tó er hetta [...] eru tey trúgvandi sjálvi, sum eru trupulleikin, hvussu tey bera seg at móti hvør øðrum. Hesi orðini kunnu vit taka til okkara í hesi tíðini, nú nógv orðaskifti er frammi í sambandi við samkynd og rættindi [...] trupult við at kenna seg aftur í hesum hóslagnum. Í øllum førum ber tað ikki til at generalisera út frá hesum skriftstøðum og døma øll samkynd yvir ein kamb. So einfalt er lívið ikki, at vit kunnu loyva
Århus at lesa búskaparfrøði. Hesin greiddi Sofusi frá, at hetta var skilabesta útbúgvingin at fáa sær. Sofus lat seg yvirtala og fór við. Men tíðin í Århus gjørdist tó ikki long. Sofus sigur, at hann [...] sum hann sjálvur kallar tað. Hetta var skitið arbeiðið við at hjálpa við at duplikera bløð við trumlum og blekki. Eisini var nógv baks við, at fáa til handa neyðuga tilfarið. Arbeiðið við ólógligu bløðunum [...] fyrireikað seg til próvtøkuna og vildi ikki, at hetta arbeiðið skuldi fara til spillis. Tí valdi hann, at møta upp til munnligu próvtøkuna, væl vitandi um, at nasistarnir kundu taka hann. Hann var gjøg
Johan so illur um, at hann straks eftir kallaði tað ”moralskt streymslit”, ”dalandi samvitsku” og ”feikleika”. Logikkurin hjá honum var, at tað, at fólk átalaðu ótangarnar, merkti, at tey hildu tann ”blóðuga [...] juni sigur hann, at føroyingar áttu at lært seg at skyna á hvussu tingini hanga saman og síggja tann samansetta veruleikan, tí ”fólkaræðið skal ikki alt vera á útsíðuni og bert duga til at umbera fordómar [...] tað: ”Í Várharrasa navni tey vilja, / At vørpini fara at skilja, / hvussu fimta boð ger, / tann forstýraða mer, / at friður skal ongantíð valda.”. Fimta boð sigur, at ”tú mást ikki sláa í hel”. Tað er ikki