eisini at vera betri, enn hann var hjá KÍ. Tí var tað kanska einamest ein spurningur um tíð, áðrenn hol kom á, og tann tíðin var komin stutt inn í seinna hálvleikl. Tá skoraði Dan Djurhuus eftir gott uppspæl [...] hampuliga spentan fyrra hálvleik, har hvørgin parturin vildi ota seg alt ov langt fram á vøllin, og á tann hátt liggja berur aftanfyri. Sálarligur munur Vágbingar tóktust tó at vera sálarliga betri gearaðir [...] við. Komandi umfarið skal VB taka ímóti meistarunum úr HB, og verður hugburðurin til ta uppgávuna tann sami, sum hann hevur verið seinastu ferðirnar, so eru stig á ongan hátt óhugsandi. KÍ skal tá á heimavølli
Heri Mohr Tann syndarliga og óhugnaliga náttúruvanlukkan í Asia 2. jóladag í fjør fór sum snarboð um allan heim í somu løtu, avleiðingin av jarðskjálvtanum norðan fyri Sumatra var veruleiki. Takkað verið [...] samskiftis-møguleikum, sum sjónvarp og edv (e-mail), vórðu samkenslu- og hjálpitiltøk upp á stutta tíð sett í verk í at kalla øllum framkomnum londum á ein slíkan hátt, at allir gluggar fóru upp á víðan [...] náttúruvanlukka við suðurendan á Sumatra, sum hendan 2. jóladag var við norðurendan, men munurin er tann, at tá var einki radio, sjónvarp, edv og illa nokk telefon til, so ilt er at ímynda sær, hvussu ræðuligt
hundrað ár tann 17. mars. Dagurin verður hildin við stórari veitslu í fimleikarhøllini í skúlanum leygarkvøldið 19. mars. Eftir borðhaldið í skúlanum verður farið oman í dansistovuna, har tann í Føroyum [...] virðiliga føðingardagsgávu. Hóast flogbólturin nú helst er tann ítróttargreinin, sum ger SÍ mest kent, var tað kortini til fótbóltsspæl, felagið í síni tíð varð stovnað. Seinni kom so kvinnuhondbóltur uppí eisini
svíkja? Er tað tann ráðandi ungdómsmentanin? Er tað samfelagsgongdin sum heild? Vit liva, sum tey flestu vita, í eini tíð, har individualisman og egoisman eru høgt í metum. Hetta er tann ráðandi vesturlendska [...] løtuni. Tað kollektiva er out. Tað individuella er in. Her finna vit ivaleyst eina av orsøkunum til tann ringa standin. Kapping fram um samstarv og netverk fram um felagsskapir og stættarmedvit. Soleiðis
skjótari heimaftur. - Í dag er støðan tann, at skal eg t.d. á ein fund í Havn sum varir kanska bert í ein tíma, so má eg brúka ein heilan dag í Havn. Hetta fer við nógvari tíð, og er eisini útreiðslukrevjandi [...] leiðari fyri ein lítlan sparikassa, sum kortini hevur gjørt vart við seg, dugir hann væl at síggja tann týdningin sum hetta nýggja skipið fer at hava fyri suðuroyingar. - Fara suðuroyingar veruliga at brúka [...] fyri okkara oyggj, sigur hann. At tað veruliga er so, sær ein longu henda fyrsta túrin, og ikki minst tann dagin, tá Smyril kom til landið á fyrsta sinni. - At hugsa sær til, at ikki færri enn 4000 fólk vóru
Vejle, er tann, at felagið ikki hevur verið sinnað at veita honum nakra samsýning fyri at spæla. ? Hesar seinastu vikurnar havi eg í tveimum dystum verið við á besta liðnum. Eg havi verið tann einasti á [...] útseta avgerðina til í seinasta lagið hálvan mai. Men eg tími ikki at bíða so leingi. Eg brúki meiri tíð upp á fótbóltin her, enn eg nýtti í Føroyum, og eg haldi ikki, at eg kann bjóða familjuni hetta, sigur [...] tikið. Hugsar tú um at koma aftur til Føroya at spæla fótbólt? ? Tað er eisini ein møguleiki. Men tann møguleikin krevur eyka umhugsni, tí konan er fyri stuttum farin undir útbúgving í Danmark. Hóast hon
familjur. Orsøkin til at hjúnabandið er viðurkent við lóg, og hevur nøkur serrættindi, er heilt einføld tann at samfelagið ynskir at vísa týdningin av at hava støðugar familjur, og viðurkenna, at hjúnalagið [...] er ein hornasteinur í samfelagnum. Eins og ferðslulógin sigur okkum, hvussu samfelagið ynskir at tann einstaki ber seg at í ferðsluni, vísir lógin um hjúnabandið okkum, hvussu samfelagið ynskir at familjan [...] samfelagið til at broya lógina. Júst somu treytir eiga at vera galdandi vegna hjúnarbandið. Í hesi tíð eru kreftir í okkara samfelag, ið royna av øllum alvi at bróta niður hesa serligu viðurkenning, hjúnabandið
strandferðsluni sigur, at ætlanin er ikki at seta hann aftur í sigling aftur, fyrrenn motorarnir og tann tekniska útgerðin umborð er roynd væl og virðiliga fyri at tryggjað, at brek ikki taka seg uppaftur [...] fyri at vinna nakrar tímar, sigur hann. Hann sigur, at tað vísir seg rættiliga ofta, tá ið motorar og tann tekniska útgerðin hava staðið still, at brek av ymsum slagi taka seg upp, tá ið alt fer ígongd aftur [...] motorarnar og alt annað ígongd fyri at kanna um alt virkar sum tað skal. Og so ætla vit at geva okkum ta tíð sum krevst fyri at rætta tey brek sum møguliga stinga seg upp, so at alt virkar til lítar, tá ið hann
fólk í øðrum londum og heimspørtum misunna okkum. Tað sama er galdandi í Føroyum, hóast tað gekk rúm tíð, áðrenn føroyskir fiskiemnn og arbeiðarar megnaðu at stovna fakfeløg, og seinri ásannaðu, at uttan [...] politiskan arbeiðaraflokk var torført at vinna nakrar veruligar batar fyri tað vanliga fólkið. Hóast tann tjóðskaparligi spurningurin hevur sett onnur mál á dagsskránna - og eisini spjatt føroysku arbeið [...] tíðina stríðst ímóti - og tí er framegis týdningarmikið, at føroyskir løntakarar eru tilvitandi um, at tann samhaldsfasta hugsjónin skapar tað frægasta samfelagið - eitt samfelag fyri øll! Í fakfeløgunum verður
vilja gera stórar íløgur her tykist benda á, at ein heilt nýggur vinnuvegur er í eygsjón. Tann var tann tíð tá føroyingar fóru undir at troyta nýggjar leiðir og fóru til Íslands og Grønlands. Nú verða [...] føroyskum øki. Nógv bendir á at so verður. Hetta ikki minst orsakað av, at BP og Shell saman hava fingið tann teigin tey søktu um á bretskum øki. At eitt so stórt felag og við serstøkum royndum á djúpum vatni