Tað ljóðar nú, at Shell, sum fyri tveimum árum síðani tók seg úr føroyskum øki og Atlantsmótinum, er á veg innaftur. Um eina mánað ella so fáa vit endaliga at vita frá Shell, um tað fer uppí loyvið hjá BP í føroyskum øki. Nógv bendir á at so verður. Hetta ikki minst orsakað av, at BP og Shell saman hava fingið tann teigin tey søktu um á bretskum øki. At eitt so stórt felag og við serstøkum royndum á djúpum vatni sum Shell nú møguliga aftur verður við í leitingini og seinni møguligu útbyggingini á føroyskum øki kann hava stóran týdning fyri Føroyar, nú vit hava sett okkum fyri at gerast oljutjóð. At Texaco eftir øllum at døma hevur fingið nøkur áhugaverd loyvi við markið kundi eisini týtt uppá, at felagið, sum við samanleggingini við Chevron verður eitt av teimum stóru oljufeløgunum, eisini er á veg innaftur í føroyskt øki. Texaco var eitt av feløgunum, sum ikki fekk tillutað nakað loyvi í 1. føroysku útbjóðingini, og tí kundi verið líkt til, at felagið heilt tók seg úr økinum. Við góðu teigunum í bretska partinum av Hvíta økinum kann verða spurt, um felagið fer at gerast partur av onkrum av loyvunum á føroyska økinum, á sama hátt sum Shell!
Nú er bert góður mánaði til Statoil fer undir at bora her og stutt eftir tað fer BP undir sína boring. Hendir tað at olja verður funnin longu til heystar, er greitt, at hetta kann gerast eitt avgerandi vegamót í føroyskari søgu sum heild. At tað komandi tvey árini verða boraðir 8 brunnar í føroyskum øki og 7 í bretskum nærum á somu leið kundi bent á, at Atlantsmótið kann gerast ein nýggjur oljulandslutur. Gongdin í løtuni har fleiri av heimsins størstu oljufeløgum vilja gera stórar íløgur her tykist benda á, at ein heilt nýggur vinnuvegur er í eygsjón. Tann var tann tíð tá føroyingar fóru undir at troyta nýggjar leiðir og fóru til Íslands og Grønlands. Nú verða so aftur nýggjar leiðir troyttar, men hesaferð heima hjá okkum sjálvum. Ella rættari í undirgrundini fyri sunnan.
Sosialurin