Jónsson, FC Keypmannahavn, hevur fingið nýggjan venjara. Sviin Kent Karlsson er loystur úr starvinum, og Kim Brink, sum var venjari frammanundan, at svenski venjarin kom til FCK, hevur tikið við aftur starvinum [...] ársskiftið. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá FCK tey fyrstu umførini í superliguni, men í donskum fjølmiðlum verður sagt, at tað er ikki ónøgd í FCK, sum er orsøkin til, at venjarin hevur lagt frá sær [...] um álvarsama sjúku í familjuni hjá Kent Karlsson. Kim Brink, sum nú aftur er settur sum venjari, hevur í meiri enn eitt ár verið tað, teir kalla ítróttarligur leiðari í FCK. Frammanundan var hann venjari
skipini yvirhøvur eru smá, hevur ikki ligið væl fyri hjá teimum at fáa fatur á fiskinum. Tað hevur so aftur ført við sær, at tað hevur verið stórt trot á rávøru, og tað hevur gjørt kappingina um fiskin [...] Suðuramerika, hevur ført við sær, at prísurin á ídnaðarfiski í Fuglafjørði er so høgur, sum hann ongantíð hevur verið fyrr. Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún sigur, at prísurin á fiskamjøli og lýsi hevur ongantíð [...] við sær, at trot er á mjøli og lýsi. Og tað hevur so aftur ført við sær, at prísurin er uppfarin. At eftirspurningurin so samstundis eisini er vaksin, hevur tað givið prísinum eitt spark uppeftir afturat
nakað, sum fer at leypa hvøkk á fólk, leggur hann afturat. Hann sigur, at landsstýrið hevur gjørt eina fíggjarlóg, sum hevur yvir 100 milliónir í yvirskoti. Og tá eru inntøkurnar til landskassan varisliga [...] síðani hava nógv stórmál verið uppi og tí hevur ikki borið til at gera tær heilt stóru broytingarnar. Oftast krevja bygnaðarbroytingar lógarbroytingar og tað hevur ikki rættiliga verið stundir til. Hann sigur [...] hækkingini, sum er. Uppá fyrispurning sigur hann, at eitt nógv umtalað øki, sum er Landssjúkrahúsið, hevur eisini fingið eina hækking, ið svarar til lønarvøksturin, umframt eitt sindur afturat. Men tá ið
Kanska hava teir ongantíð givið skarvin yvir, sjálvt um tað hevur sæð svart út ? ikki minst eftir at teir á heimavølli næstsíðsta leygardag taptu 0-1 móti EB/Streymi ? men eftir sigurin í Klaksvík leygardagin [...] Hini úrslitini passaðu væl inn í myndina hjá NSÍ, sum við sigri á B36 í Runavík komandi leygardag hevur møguleika fyri at sleppa av aftasta plássinum og kanska framvið tveimum liðum. Tað sá annars ikki
Nú hevur so ein veljarakanning enn greiðari sagt frá vilja fólksins. Fólkið ynskir fullveldi. Har er einki sum helst at ivast í. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt politikarar taka til, at vit eru eitt d [...] katastrofu, meðan Jóannes, fær uppaftur størri posar undir eygunum og loyvir sær at siga, at »fólk ikki hevur skilt, hvat fullveldi er«. Álvaratos, um slík tala ikki er grovasta undirmeting av fólkinum, so veit
hendir á hesum øki úti í stóru verð. Føroyar eru sjálvstøðugur limur í NKH og hevur verið tað síðani 1982. NKH Føroya deild hevur reikað fyri fundum í Føroyum í 1982, 1993 og nú aftur í 1998. Eisini skipaði [...] fremst. ?Hvussu verður góðskan í undirvísingini tryggjað mótvegis næmingum og vinnulívinum? Hvussu hevur tað roynst, at næmingar eru við at leggja undirvísingina til rættis og eru við at eftirmeta hana?
desember, men sluppu ikki úr Grønlandi fyrr enn 31. desember. Veðrið hevur ikki verið gott vikurnar Moses hevur vitjað, men hóast tað hevur hann upplivað nógv spennandi. Hann og Jóan Petur hava m.a. verið [...] Eli Hentze Hetta sigur 22 ára gamli Bornholmarin Moses Løvstad, sum síðstu vikurnar hevur verið í starvslæru heima á Sandi hjá bátasmiðinum Jóan Peturi Clementsen. Vit skiftu orð við hann, meðan hann gevur [...] ið er einasti skúli fyri bátasmiðir í Danmark, og starvslæru. Moses er í læru hjá pápa sínum, ið hevur eitt verkstað á Bornholm. Fyri tað mesta eru tað umvælingar og tíverri sera sjáldan nýbyggingar, sum
Brink hevur sett Toda Jónsson út á beinkin. Hann vil heldur hava David Nielsen og Thomas Thorninger at vera fyrsta valið til álopsplássini, og tað hevur gingið væl hesar síðstu vikurnar. FCK hevur vunnið [...] Fótbóltur er ein svikalig vinnugrein, har tað gongur upp og niður. Tað hevur so mangur maður roynt, og nú er royndin komin til Toda Jónsson. Tá sviin Kent Karlsson var venjari í FCK, var Todi Jónsson mettur
teimum, sigur Annika Gregersen. Enn hevur Tjaldur eingi gentulið, men ætlanin er at arbeiða eina gentudeild upp eisini. Í kvinnudeildini hevur NSÍ lagt saman við GÍ og hevur lið í 1. deild, 2. deild, 3. deild [...] til staðar, og at undirtøka er fyri felagnum, sum einki hevur við NSÍ at gera, men er fullkomiliga sjálvstøðugt. ? Gongdin seinastu tvey árini hevur víst okkum, at tað var frægast fyri báðar partar at fara [...] at tað at allur hondbólturin hjá NSÍ herfyri varð niðurlagdur, hevur hjálpt. Tað var sum um fólk tá sóu álvaran í tí, og síðani tá hevur tað víst seg, at tað er rættiliga stórur áhugi fyri hondbólti í
framtíðin hjá Brian Laudrup liggur. Søgur hava gingið í donsku fjølmiðlunum um, at Brian Laudrup hevur havt samband við FC Keypmannahavn. Hesi tíðindini avsannaði FCK fyrrapartin í gjár, har stjórin í [...] , m.a. segði, at »eingin avtala er gjørd við Chelsea um Brian Laudrup« og »FC Keypmannahavn ikki hevur gjørt nakra avtalu við Brian Laudrup.« Men tíðliga seinnapartin í gjár skrivaði danska TV2 á síni