húsanna millum í Fuglafirði trý tey seinastu sumrini. Hann er nú so fluttur í ein annan bústað og situr á eini aðrari brík í Himnaborg. Bergen 1985 og 2007 Mangar løtur her á landi og í Bergen eru komnar [...] . Tey settu seg niður við Grimseydvegen 155 í Rodal uttan fyri Bergen og fingu 3 dreingir- Erland, Thomas Paul og Alfred. Per Eirik var lærari í Skeie skúla, og Elsebeth var sjúkrasystir. Býlið Teirra [...] býli - eitt í Fuglafirði og eitt í Rodal. Barnaheimið hjá Elsebeth, um Heygar, liggur næst kirkjuni, og undir hesum bitum búleikaðu tey mangt eitt summarið. Meðan tey vóru her, so vóru tey altíð í kirkju,
Sonja fór seinni á háskúla í Virum í Danmark. Heimafturkomin starvaðist hon í City í Fuglafirði og í Keypsamtøkuni í Fuglafirði og í Havn. Hon hevur starvast sum heimahjálp í 25 ár, og hevur nýliga gingið [...] læraraíbúðina í skúlanum við Gøtugjógv, har Harald framvegis starvast. Í 1971 bygdu tey í Syðrugøtu, har tey enn búgva. Sonja tók preliminerprógv í Fuglafjarðar skúla, og fór eftir lokna útbúgving at starvast [...] eisini upp í heimi teirra. Sonja og Harald giftust 14. oktober í 1967, og tey eiga børnini Jónu, Jonhard og Meiken. Ommubørnini eru tvey í talið, Sonja og Johan. Nýgift fluttu Sonja og Harald inn í læraraíbúðina
hátíðarhald í Havn. Høvið er, at 200 ár eru liðin síðani Andreas Christian Lützen varð borin í heim. Andreas Christian Lützen var dani, ið sum ungur kom til Føroyar at verða einalærari í Havnar skúla. Hann er [...] Lützenættini í Føroyum og tí eru øll Lützenfólkini í Føroyum, og fleiri afturat, hansara eftirkomarar. Andreas Christian Lützen giftist við Evu Margrethu úr Baianstovu, og tey fingu níggju børn. Í sambandi [...] lívinum í Havn og Føroyum seinnapartin av 19. øld. Men Anna hevur eisini eina áhugaverda lýsing av pápanum, og um hvussu hann kom til Føroya við til stuttleika at søkja starv sum lærari í Havn. Í bókini
komin higar at vitja sætta flokk í Leirvíkar skúla. Orsøkin til, at tey bert eru tíggju í tali er, at í Andersløv ganga fimti og sætti flokkur saman, men einans tey í sætta flokki eru komin til Føroya [...] millum kom í lag, tá tey gingu í fjórða flokki, tá flokkarnir báðir byrjaðu at skriva saman í samband við eina verkætlan, sum tann svenski flokkurin var farin í holt við. Síðani hevur flokkurin í Svøríki [...] vóru komin til Havnar at bowla. Bjørg Wiberg er mamma at einum drongi í svenska flokkinum. Hon hevur búð í Svøríki síðani miðskeiðis í áttatiárunum, og hon sigur, at børnini eru avbera fegin um henda túrin
møgulig uppskot um, hvussu RSF kann betra um umstøðurnar í kappróðrinum. Fyrsti økisfundurin verður í Vágs skúla leygardagin 4. februar klokkan 13.30. Tey í RSF heita á feløgini um at boða nevndarlimum og rógvarum [...] (burtursæð frá í Klaksvík har tað ikki ber til at rógva 2000 metrar. Í fýra teimum seinastu FM kappingunum í summar fer tað bara at vera kappast á túsund metrum. Tað fer tað at verða á Jóansøku í Vági 24. juni [...] nevndararbeiðið í RSF og eisini um, hvussu tað skal fast fram undir sjálvum róðrinum. Saman við RSF vera umboð fyri start- og høvuðsdómarar, umboð fyri stevnufyrireikarar og eisini rógvarar. Í skrivi frá RSF
gevast út talgilt. Týskvøldið hin 31. oktober var so almenn framløga í Tofta skúla, og her var góð uppmøting. Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, bjóðaði vælkomin og takkaði Janusi og Ólavi fyri gott [...] Á vári í 2013 samtykti bygaráðið í Nes kommunu at geva út søguna um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Bind 1 og 2 komu út 4. mai 2017. Rithøvundur var Helgi Jacobsen. Í august 2018 kom bind 3 út, ættarsøgan [...] hevur skrivað uppgávu um staðarnøvn í Nes kommunu í samband við sín lestur á Fróðskaparsetrinum, greiddi eisini frá um staðarnøvn við atliti til tað málsliga. Menninir í Undirhúsinum sungu tveir sangir og
Strøm í Vági. Sjúrður spældi, sum tey flestu vita, uppá harmoniku, og var hann tann fyrsti tónleikarin Hjalti spældi til dans saman við. Í 1966 byrjaði Hjalti at spæla til dans í Føroyingafelagnum í Key [...] hann dugir enn í dag. Venjingarhølini vóru í einum losjubygningi á Sveasvej í Keypmannahavn, har fleiri aðrir føroyskir tónleikarar hava vant millum ár og dag. Tá Svenn Brimheim, á sumri í 1968, flutti til [...] framførdur fyrstu ferð á Harmonikatreffinum í Bindslev í 1989. Nú er hann so endiliga komin út á fløgu. Harmonikutreff í Føroyum. Eftir at hava verið á harmonikufestivali í Danmark tvær ferðir saman við Harmo
tveimum støðum í Føroyum. Skúla-, arbeiðs- og frítíðartilboðið verður til í mesta lagi 10 næmingar á hvørjum staði. Og tað er ikki nógv, tá hugsað verður um stóra tørvin. Men forkvinnan í Javna velur kortini [...] Forkvinnan í Javna er rættiliga glað í hesum døgum. Fríggjadagin klokkan 19 verður almennur fundur á Landssjúkrahúsinum, sum Javni skipar fyri, har evni verður framhaldsskúli fyri ung menningartarnað. [...] Elinora Reinert, foreldraumboð, Hans Eli Dahl av Sernámsskúlanum, og Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavík, sum verður orðstýrari. ? Vit vóna, at fólk møta væl upp, tí hetta er eitt týdningarmikið evni
og búseta seg í eini bygd við bæði skúla og einum barnavinarligum umhvørvi. Enn er ikki avgjørt um ella nær farið verður undir at byggja hesar tríggjar bygningarnar við tveimum íbúðum í hvørjum teirra [...] at fólk vilja keypa sær íbúðir her í Árnafirði, sigur árnfirðingurin Atli S. Justinussen. Ein umsókn um loyvi at byggja trý dupulthús við íbúðum á einum øki uttarlaga í bygdini, er send kommununi. - Eg brenni [...] og friðarligum umhvørvi. Hon átti tí at verið eitt sera gott stað hjá barnafamiljum at búsett seg í. Tað eru kortini ikki øll, ið hava hug at byggja sær egin sethús. Tey halda kanska, at hetta er ov stórt
hurlivasa og ótryggleika í bæði skúla og heima. Tað er tí ikki løgið, at skúlaleiðarar í Eysturoynni og skúlastjórar í Havn, sum óivað hava størstu trupulleikarnar, heita á landsstýrismannin í skúlamálum um at [...] løgið, at bæði skúlafólk og onnur við í hesum døgum spyrja: -hvar er Signar á Brúnni. Hann hevur ovastu ábyrgdina í skúlamálum, men hevur verið óvanliga tigandi í fyrsta læraraverkfallinum nakrantíð. [...] ógina og hvat hon kostar í pengum og tí eisini í læraratali. Fólkaskúllálógin er samtykt, men tað skilst, at kostnaðurin veldst alt um, hvussu nógvar kunngerðir verða settar í verk ella ikki. Og tað merkir: