løgfrøðingur hjá LO, at hann fekk seg ikki til at trúgva, at politikkarnir í Føroyum kundu trýsta nakað yvir høvdið á pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, har tann eini parturin ikki vildi góðtaka uppskotið, tí hugskotið [...] og arbeiðsgevaran á hinari síðuni. Hóast báðir partar ynskja broytingar á økinum, megna partarnir ikki at koma til eina felagsloysn, so tann alt avgerandi semjan millum fakfeløgini og arbeiðsgevararnir [...] arbeiðsmarknaðinum hava arbeitt við at snikka eitt uppskot til, men summa sumarum er, at eingin semja er funnin, tí hvørgin partur vil geva seg. Henda støðan hevði so við sær, at landsstýrismaðurin í vinnumálum
Ov dýrt Hóast talan ikki gjørdist um nakran sigur í undankappingunum, so vóru føroyingar tó vitni til, at landslið okkara saktans kundu standa seg í hesum høpi. At tey so avgjørt ikki gjørdu seg til skammar [...] gjald fyri hvønn landsliðsleikara. Trupulleikin er tó bara, at hetta ikki hevur verið nóg mikið. Til dømis er enn eingin høvuðsstuðul funnin til A-landsliðini, hóast tað sjálvandi hevur verið gott ískoyti, [...] nakran hátt, hóast mótstøðan sjálvsagt var sterk. Menninir leiktu móti Rumenia, Sveis og Litava, og ikki minst var fyrri dysturin móti Sveis ein stór uppliving. Kvinnurnar leiktu tveir dystir móti Svøríki
kom í rættlag – nakrar dagar undan fyrsta skúladegi! Bygdarleiðir vóru ikki til, Leirvíkstunnilin var ikki bygdur, og tað vóru ikki hissini avbjóðingar hjá rektaranum. Hann setti seg í sambandi við busseigarar [...] lærda háskúlanum í Aarhus las Sámal evnafrøði og alisfrøði, og eftir loknan lestur fluttu hann og konan, Maria, til Klaksvíkar, har hann hevði fingið starv á HF skeiðnum. Maria er dóttir Judith fødd Jacobsen [...] Klaksvík, og tí var tað í hennara føðistaði, at tey bæði búsettust. Steðgurin í Klaksvík gjørdist tó ikki so langur. Í august 1982 varð Sámal settur í rektarastarvið í Studentaskúlanum, sum tá var settur
undranin gjørdist ikki minni, tá hon avgjørdi at víga sítt lív til arbeiðið í Frelsunarherinum í heimbýnum. - Ja, onkur teirra spurdi meg, um tað var neyðugt at blíva soldátur. “Kanst tú ikki bara vera ein [...] gott her, bæði til álvara og gaman. Tey funnu altíð uppá okkurt, - ja, tað var næstan ikki tað ting, sum vit ikki gjørdu her, sigur Karina brosandi. Strangar reglur Upp gjøgnum ungdómsárini fekk Karina [...] gevast á skúlanum, sigur Karina, sum kom heimaftur bæði ørkymlað, kedd og ikki minst vónbrotin. Úrslitið av hesum gjørdist ikki bert tað, at hon var givin á einum skúla hjá Frelsunarherinum. Ein onnur avleiðing
í huga, sum eingin hugsar um nú á døgum. Tað var ein tarvur í hvørji bygd, og ikki allir vóru spakir heldur. Tað var ikki óvanligt, at teir høvdu hug at ganga eftir fólki, og var tað ein stórur trupulleiki [...] mammusystir hevði ikki bara átt góðar dagar heldur enn mamma. Máttu liggja nátt í Haraldssundi á veg úr Kunoy til Skarðs Nú vildi so illa til, at so stórt lop hevði verið í Skarðsgjónni, at ikki var gangandi [...] og norð á Skarð, áðrenn hann hevði fylt 6 ár. »Men satt skal sigast, mamma bar meg nógv av vegnum«. Ikki sum við bygdaleiðir Jóhannus segði frá: Vit fóru til gongu av Eiði út á Oyrar og fingu so skjúts av
føroysk egg og føroysk eplir og føroyskt slikkarí ikki um at tala. Nú um dagarnar hevur ein almennur málstovnur kunngjørt, at í Føroyum muga vit ikki keypa seingjarlín o.tl. úr donskum príslistum. So [...] vælferðina í Føroyum. Eftir stóð (stendur) skattaborgarin, sum ikki eina ferð, gánandi við hárinum niður eftir nakkanum. Søgan hjá H. C. Andersen, Konan við eggunum, rennur okkum í huga. Niðurstøðan av øllum [...] hann hevði verið føddur í, lat okkum siga, 1924 og harvið gjørt eina longri krígstænastu, er tað als ikki óhugsandi, at hann hevði verið drigin við í brotsgerðum. ”Vit vóru jú øll indoktrinerað og fløskað
Harra Rubeksen er líka, og konan snorkar á sama hátt hvørja nátt. Grái gerandisdagurin er beinleiðis trøllsligur, og Harra Rubeksen vil flýggja. Men spennandi ævintýr eru tíverri ikki til, og lívsuppgerðin [...] eftir, at tey ikki komu ov nær, tí so sóu tey, hvussu miseydnað eg var. Bangin. Knúturin í búkinum, sum í so mong ár hevði fastan bústað har. Havi altíð gingið tær troddu gøturnar. Ikki torað at stungið [...] einari íbúð, og sum vanligt er í Føroyum, er tað ein kjallaraíbúð, hann skal hyggja eftir. Men hetta er ikki bara ein vanlig íbúðarframvísing, men heldur ein niðurgongd til eitt voodookent marruland. Fastlæsta
knassi, tá tað kemur til at gera film. Hvussu veruligur hesin filmurin er, kunnu vit sum ikki hava upplivað kríggið ikki vita. Men sagt verður, at hann hevur endurskapt veruleikan rættuliga neyvt. Fyri at fáa [...] so heppin ikki at hava vaksið upp í hasi tíðini og í einum slíkum landi, sum sendir ungar mans í deyðans kjaft. Hóast vit halda okkum liva í siviliseraða partinum av heiminum, so skulu vit ikki so langt [...] gera av, um filmurin skal síggjast. Hóast filmurin er ein krígsfilmur í gamlan stíl, so er kortini ikki talan um ein vanligan amerikanskan bang-bang-film, hóast skotið verður áhaldandi í út við ein tíma
segði Massoud. Men komin til Danmarkar ætlaði iranin sær ikki víðari, men fór at leita systir sína upp. Hon búði í Korsør, men tað dugdi hann ikki at úttala, so hann fór á jarnbreytarstøðina og bað um ferðaseðil [...] blíðir, at teir ikki vildu hava pengar frá honum. Í bussinum kom hann í samband við eina eldri kvinnu, og hon heilsaði honum á farsimáli. Og tað var enn eitt undur, helt hann, tí ikki bert vóru danir blíðir [...] Hitlers. Foreldur hansara funnu saman hóast pápin var muslimur og mamman kristin. Hjúnarbandið helt tó ikki, og foreldrini skiltust, tá Massoud var tvey ára gamal. Pápin var tá ein fátækur hýruvognskoyrari
Joensen, sum eisini vísir á, at tað ofta er talan um menn, sum eru í kreppu, eitt nú um konan er rýmd, og tá klára teir ikki at liva einsamallir. - Rúsdrekka, kreppa og tað at vera mannfólk eru ein vandamikil [...] einari slíkari kreppu. Teir gerast í roynd og veru tunglyntir og sláa seg til fløskuna, tí teir orka ikki at koma víðari sjálvir. - Her er tað, at vit eftirlýsa eina skipan í Føroyum, hagar fólk kunnu venda [...] vita, hvat nú er at gera, sigur Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur. Ynskja at fyribyrgja Og tað er ikki bara í Føroyum at okkum tørvar hjálp til at fyribyrgja sjálvmorð. Eisini í altjóða høpi verður í hesum