Í dag, mikudagin 19. september, verður Sámal í Skorini á Eiði 60 ár. Sámal var í mong ár rektari á Eysturoyar Studentaskúla og HF skeiði.
Vøggan stóð í høvuðsstaðnum. Foreldrini vóru Ragnhild og Pól í Skorini. Mamma hennara var Elsebeth Malena hjá Garða Peturi í Svínoy, og pápi hennara var Sámal í Gong. Tey búðu í Havn, og har búsettust Ragnhild og maður hennara Pól í Skorini av Eiði, tá ið tey í 1947 gingu saman í hjúnarlag.
Ragnhild og Pól fingu tveir synir – Róland í 1948 og Sámal í 1952. Ragnhild doyði frá manni og synunum á sumri í 1957. Tá fór Sámal norður til ommuna á Eiði, Annu Elisabeth, sum var úr Leynum, systir eitt nú Dánjal Jákup í Skipshandlinum og Christian Holm. Abbin, Rasmus í Skorini, fórst við Tór 2 í 1942.
Eftir at pápin var giftur upp aftur við Miu á Dul, flutti hann suður aftur, og so kom systurin Ragnhild aftrat í 1965.
Úr Kommunuskúlanum fór Sámal í Hoydalar, har hann leyk matematiskt studentsprógv í 1972. Á lærda háskúlanum í Aarhus las Sámal evnafrøði og alisfrøði, og eftir loknan lestur fluttu hann og konan, Maria, til Klaksvíkar, har hann hevði fingið starv á HF skeiðnum. Maria er dóttir Judith fødd Jacobsen og ættað av Fløttinum í Klaksvík og Jógvan Hansen úr Nornastovu í Mikladali.
Maria vaks upp í Klaksvík, og tí var tað í hennara føðistaði, at tey bæði búsettust. Steðgurin í Klaksvík gjørdist tó ikki so langur. Í august 1982 varð Sámal settur í rektarastarvið í Studentaskúlanum, sum tá var settur á stovn í Eysturoy og helt til – fyribils varð sagt – í gamla skúlabygninginum við Gøtugjógv.
Ferðasambandið um Leirvíksfjørð var ikki so lagaligt tá, sum tað er nú. Tí flutti 29 ára gamli og nýsetti rektarin við familju til Søldafirðar, og næstu mongu árini raðfesti hann avbjóðingina ógvuliga høgt at menna nýggja studentaskúlan. Og tað var vorðið sum avbjóðing, tí burðurin var tungur.
Fleiri umsøkjarar vóru til rektarastarvið, og skriving og politisk øsing og endurlýsing vóru á skránni, áðrenn starvssetanin kom í rættlag – nakrar dagar undan fyrsta skúladegi!
Bygdarleiðir vóru ikki til, Leirvíkstunnilin var ikki bygdur, og tað vóru ikki hissini avbjóðingar hjá rektaranum. Hann setti seg í sambandi við busseigarar um at koyra næmingarnar til og frá bygdunum í oynni og norðastu bygdunum í Norðstreymi og til Gøtugjáar. Ferðaseðlarnir vórðu seldir á skrivstovuni í skúlanum, inntil bygdarleiðir, sum skúlin og rektarin kunnu sigast at hava verið við til at slóða fyri, komu í fasta legu miðskeiðis í áttati árunum.
Áhugin fyri at sleppa í skúlan var stórur og øktist skjótt. At fáa skikkaðar lærarar at undirvísa úti á bygd var ikki bara sum at siga tað. Fyrstu árini vóru nógvar útskiftingar í starvsliðnum, og okkurt árið var neyðugt at lesa meiri enn helmingin av tímunum á donskum.
Stríðið fyri at fáa tak yvir høvdið var støðug í næstan tíggju ár. Eitt skifti varð hildið til í sjey ymiskum hølum við Gøtugjógv – í 1889 og 1929 skúlabygningunum, bygninginum sum varð bygdur oman á svimjihylin, í kommunala skúlanum, har Petur Eli Mikkelsen, skúlastjóri, sáli, var eldhugaður stuðul hjá rektaranum, og niðanfyri vegin í húsunum hjá Halduri, har umsitingin hjá Eystur kommunu nú er, í garaguni og í Losjuni.
Tá ið avgerðin um at byggja á Kambsdali endiliga varð tikin og skúlin projekteraður, skolaði kreppan yvir samfelagið. Tað bar sparingar við sær, og studentaskúlin á Kambsdali man vera besta dømið um kreppubyggjarí. Tað bøtti um, tá ið tað seinni eydnaðist rektaranum at fáa játtan til skúlahøll og góða sangstovu.
Hóast nógvan turbolens í hølisspurninginum og fyrstu árini nógvar útskiftingar í starvsliðnum, so hevur tað altíð verið aðaleyðkenni fyri skúlan, at trivnaðurin millum næmingar, lærarar, starvsfólk annars og leiðslu hevur verið stak góður.
Eingin ivast í, at rektarin átti størsta lutin í hesum. Sámal var fyrikomandi og áhugaður í skúlanum, starvsfólkunum og næmingunum. Innlitið í og áhugin fyri samfelagsviðurskiftum í breiðasta týdningi er stórur, og eyðkennið fyri leiðsluna hjá Sámali var, at hann hevði stóran myndugleika samstundis sum hann var fryntligur og fyrikomandi, hann var altíð at hitta, og hann tók allar spurningar – stórar og smáar – í størsta álvara og legðist ongantíð á boðini.
Í umsitingini og hjá politiska myndugleikanum hevði tað sjálvsagt nógv at siga, at hava royndan rektara, sum visti alt um studentaskúlaskipanina, og at hava skúlaleiðslu, sum tað ongantíð var neyðugt hjá at biðja um játtan á eykafíggjarlóg.
Nú hevur í nøkur ár verið arbeitt við nýggjari skipan fyri allar miðnámsskúlarnar í Føroyum. Á vári í 2011 varð Sámal í Skorini settur í verkætlanarstarv í Mentamálaráðnum. Setningurin var at standa á odda í fyrireikingunum av lógaruppskotinum, kunngerðunum og øllum øðrum, sum skal til, um ætlanirnar skulu verða veruleiki. Tað er ikki at undrast á, at tey í MMR valdu Sámal til hetta arbeiðið. Neyvan nakar hevur so stórt innlit í hetta økið, sum hann hevur, og tað er sjálvandi stórur fyrimunur, at hann er miðvísur og greiður, at hann hevur góð evni at samstarva og kennir væl politiska, fakfelagsliga og umsitingarliga telving.
Tá ið avbjóðingarnar í arbeiðnum eru stórar, er tað týdningarmikið at hava ítriv at spenna frá í. Í Søldarfirði hevði Sámal bát, og hann var ofta á floti. At flóta var ikki ókent. Pápin hevði bát, og í lestrarárunum sigldi Sámal í fleiri summarfrítíðum við Sámali Jacobsen, sum førdi Norðborg.
Fyri átjan árum síðani fluttu Maria og Sámal við børnunum – Judith, Ragnhild og Jógvan – norður til Eiðis, og harvið kom Sámal aftur í Skorina, har hann búði sum smádrongur. Barnabørnini eru fimm í tali, og tey fylla, sum rímuligt er, nógv hjá abbanum.
Á Eiði er Sámal partur av lokalsamfelagnum. Hann er fastur fúsur í samkomuni Mizpa, hann er í valnevndini, hann er óðalsmaður, og í mong ár hevur hann røktað fyri Norðanvál, sum hagaparturin verður nevndur, ið eitt nú fevnir um norðaru síðuna av Slættaratindi og økið, har Loranstøðin er.
Hjartaliga til lukku á 60 ára føðingardegnum, skyldmaðurin, og takk fyri gott samstarv og vinalag.
----
Jóannes Hansen