sannlíkur, eftir at Víkingur í kvøld í fínum fótbóltslíkindum á Skála vann tryggan 3-0 sigur. Víkingur hevur 66 stig, og um tað fríggjakvøldið eydnast at vinna fulla úrtøku í Sarpugerði ímóti ÍF, so verður [...] num at hava 69 stig. KÍ hevur møguleika at vinna 69 stig, um klaksvíkingar víðka sigursrøðina frá 10 og til 13 dystir. Men málmunurin hjá Víkingi er +57, og hjá KÍ er hann +29. Í Víkingi vilja teir ikki [...] Absalonsen í FM1 útvarpinum. Um 3-0 sigurin á Skála í kvøld sigur hann soleiðis: -Hálvleiksstøðan var bara 1-0, og so leingi, sum tað bara er eitt mál á muni, so er einki avgjørt. Teir vóru aftarlaga í fyrra
meistaralið í kvinnukappingini. KÍ hevur verið meistari fimm tey seinastu árini, men í kvøld er tað rættiliga sannlíkt, at KÍ ikki verður meistari í 2024. KÍ var í kvøld í Runavík, har NSÍ í góðveðrinum [...] 43 stig, og KÍ hevur 40 stig. Víkingur, sum í løtuni spælir ímóti HB í Gundadali, hevur 37 stig. Fimm teir síðstu minuttirnar undan steðginum vórðu trý mál skorað. Sólja Erntsdóttir legði KÍ á odda, tá [...] tað Julian Naomi Mortensen, sum við brotssparki setti bóltin í málið. Eftir steðgin gekk tað leingi javnt á, men tað kendist sum um, at KÍ ikki hevði breiddina og styrkina at fáa bilbukt við óføra heimaliðið
Tað hevur ljóðað í eina tíð, og nú er tað alment. KÍ fer at skifta venjara. KÍ skrivar soleiðis í kvøld: Av persónligum orsøkum hevur Espen Haug ynskt at flyta aftur til familjuna í Noreg. Espen kom sum [...] gamla lagið og hevur vunnið tíggju dystir á rað. Í innleiðandi UEFA-kappingunum í summar var heilt nær við, at KÍ rakk málið at koma í bólkaspæl. - Vit í leiðsluni hava verið væl nøgdir við samstarvið við [...] hava verið vitandi um í eina tíð og ynskja honum og familjuni alt tað besta framyvir, sigur Tummas Lervig, KÍ-formaður. - Tað hevur verið mær ein stórur heiður at verið partur av KÍ-familjuni. Eg vil takka
HB Tórshavn Odmar Færø, KÍ Miðvøllur: Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland) Arnbjørn Svensson, Víkingur Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (Norra) René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík Hanus Sørensen, HB [...] Færø og Hannes Agnarsson eru við aftur. Landsliðsvenjarin bíðar við at taka 24. mannin út. Tað verður í fyrsta atløgu bíðað eftir Brandi Hendriksson, sum er komin aftur á vøllin at venja fyri Fredrikstad [...] á Reynatrøð, Víkingur Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark) Verjan: Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn Viljormur Davidsen, HB Tórshavn Daniel Johansen, Hillerød
eru tvær broytingar á í hópinum frá seinast. Poul Kallsberg er skaddur og í hansara stað er komin Emil W. Joensen úr EB/Streymi. Hann var eisini við til dystin móti Grikkalandi í Klaksvík seinast. Mikkjal [...] (kl. 17:00 á Tórsvølli) Málverjar: Ári í Haraldstovu Petersen, KÍ Jóannes Davidsen, EB/Streymur Verjan: Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Norra) Børge Petersen, KÍ Ási Dam, HB Elias Rusborg, Hvidovre IF [...] Hellisá bleiv úttikin seinast, men nú er Jákup Vilhelmsen blivin klárur aftur og hevur fingið pláss í hópinum. Ongin Samuel J. Chukwudi er við og helst er tað, tí hann hevur fingið afturval á A-landsliðnum
skoraði í øllum trimum dystunum hjá KÍ móti 07 Vestur. Sostatt gjørdist samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum níggju stig til KÍ, og einki stig til 07 Vestur. Samlaða málúrtøkan í teimum trimum [...] KÍ og 07 Vestur hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. KÍ vann allar tríggjar dystirnar, har tað ikki eydnaðist 07 Vestur at skjóta mál móti KÍ. Páll [...] trimum dystunum gjørdist 7-0 til KÍ. KÍ-07 Vestur 2-0 (0-0) - 4. mai 1-0 Cedric Yambere (73.) 2-0 Páll A. Klettskarð (89.) 07 Vestur-KÍ 0-4 (0-2) - 4. august 0-1 Kristoffer Ødemarksbakken (14.) 0-2 Kristoffer
fer at flyta niður í næstbestu deildina. Eftir at KÍ í gjár vann tepran 1-0 sigur á útivølli ímóti 07 Vestur eru tað trý stig frá Víkingi og aftur til KÍ. Víkingur hevur 63 stig, og KÍ hevur 60 stig. Víkingur [...] kvøld. Tá ið dystirnir í kvøld vera av, vera tvey umfør eftir at spæla. Á odda í FM endaspælinum eru NSÍ og KÍ, sum bæði hava 40 stig. Tey hittast í Runavík í kvøld. Um tað eydnast øðrum partinum at vinna, [...] Tað eru spennandi dystir í fótbólti á skrá seinni í dag – bæði hjá kvinnum og monnum. Hjá monnum fara FM kandidatarnir í Víkingi yvir á Skála, sum av álvara er komið í trol við botnstríðið, eftir at B68
i á rað og úrslit í UEFA-kappingum, sum eru farin víða um í evropiska fótbóltsheiminum. KÍ fegnast um, at Árni heldur fram og vit ynskja honum góða eydnu komandi árini, skrivar KÍ í kvøld. Sambært FaroeSoccer [...] KÍ skrivar soleiðis í kvøld: Eftir at hava verið kongabláur í skjótt 4 ár, halda vit fram næstu 2 árini Nú kappingarárið 2024 er farið at halla nærkast tíðin til fyrireiking av komandi kappingarári. Tann [...] Tann fyrsti sum Kí er komið á mál við er vinstrabeinti framrættaði málrevurin, Árni Frederiksberg. Flestu fótbóltsáhugaði kennast við Árna og hansara avrik bæði í føroyskum og í evropiskum dystum. Saman
alinum í Eysturríki í dag. - Vit eru til reiðar at standa á odda fyri eini stjórn, sigur floksformaðurin í FPÖ, Herbert Kickl, við sjónvarpsstøðina ÖRF. Kanslarin í Eysturríki, Karl Nehammer í konservativa [...] hildið dyrnar opnar fyri at fara í stjórn við FPÖ. Men hann avsannar, at hann vil arbeiða saman við Herbert Kickl persónliga. Leiðarin í FPÖ er ein klívandi persónur í eysturríkskum politikki. - Eg standi [...] , professari í stjórnmálafrøði á universitetinum í statinum Karinthia. Um Frælsisflokkurin við 55 ára gamla Herbert Kickl á odda tekur kanslarasessin, verður leikluturin hjá Eysturríki í ES ein heilt annar
liði, ið er í trongum skóm, sum hittust, tá ið Víkingur í kvøld var í høvuðsstaðnum og spældi ímóti FC Hoyvík. Víkingur vann 4-1, og víkingarnir eru topplið og favorittar at vinna gullkrónurnar í næstbestu [...] sum ár hjá víkingunum, sum eisini í bestu deildini eru favorittar at vinna gull. Úrslitið í kvøld var 4-1 til Víking, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 1-0. Málið í fyrra hálvleiki skoraði Fríði Gertsson [...] minuttir undan steðginum. Hetta var fimta málið hjá 16 ára gamla Fríða Gertsson Jarnskor í næstbestu deildini í ár. Fimm minuttir eftir steðgin var tað Rani Hansen, sum økti um munin til 2-0. Tað var eftir