Tað eru ikki smávegis upphæddir, sum talan er um í FCK, felagnum sum Todi Jónsson spælir í. Nú eru nøkur ár síðani, at tvey av gomlu feløgunum í Keypmannahavn, KB og B1903, slóu bestu liðini saman í einari [...] tað mangt, sum bendir á, at tað er álvari í hóttanini hjá FCK at taka fótbóltsleiðsluna í Danmark frá felagnum í vestara útjaðaranum av danska høvuðsstaðnum. Eitt er, at tað hevur gingið út av lagi vánaliga [...] vinnulívsfólk. Kanska eru tey fleiri, sum halda við Brøndby, men tað eru tey, sum hava pengarnar, ið halda við FCK, og tað hevur nógv at siga. Ein danskur tíðindamaður, sum vit tosaðu við í gjár, helt fyri
skeiðið er ætlað teimum ungu og eldru, sum vilja læra spælið frá grundini. Skeiðið verður hvørt mikukvøldi frá kl. 19.00 til 22.00 allan veturin, við undantaki av nøkrum vikum um jólini. Skeiðið kostar [...] luttakarar yvir 18 ár. Hví spæla bridge? Bridge bjóðar hugflognum, sinnalagnum og tí logiska sansinum av! Bridge er bæði samarbeiði og at hugsa sjálvstøðugt. Bridge er hugnalig samvera og spennandi kapping
spælararnir, sum mundu viga nakað væl meiri, tá teir fóru av vøllinum enn tá teir fóru undir dystin, spældu í 90 minuttir uttan at fá nakað mál. Hetta passaði FS Vágum væl betri enn sandingum, sum nú rættiliga [...] var javnur og tættur, og bæði liðini kundu havt fingið málið, sum avgjørdi dystin. Tað skuldi bara eitt mál til, men hvørki vertirnir, sum høvdu nakað fleiri kjansir, ella gestirnir kláraðu at skora, hóast [...] liðini komu heilt nær. Veðrið setti sín dám á dystin, bæði við at snýta sandingar fyri ein av spælarunum, sum teir skuldu hava heim úr Danmark, og við at oyðileggja spælið í dystinum, serliga í seinna
Joensen, sum hesa ferð varð tikin framum Trygva Olsen í NSÍ málinum, stóð sum negldur og hugdi at. Kurt Mørkøre, sum av persónligum orsøkum ikki kundi vera við fyrra umfarið, loysti Jóannes Jakobsen av eftir [...] soleiðis at Jan Andreasen, sum fyrra umfarið var miðvallari, fór á aftasta mann, meðan Sørin Petersen fór aftur á miðjuna. Síðstu løtuna varð hann avloystur av Jákup Peturi Eliasen, sum harvið fyri fyrstu ferð [...] at Arnfinn Langgaard, sum saman við Dániali Hansen var í miðverjuni, noyddist at fara út við fótskaða í 1. hálvleiki, og at Helgi L. Petersen, sum hevði ligið sjúkur mesta partin av vikuni, noyddist at gevast
nninar av sær. Eina ferð fekk hann mál, men aðrar ferðir kundi hann fingið mál, um hann ikki hevði verið so ógvuliga høgra beintur. 29 minuttir vóru farnir, tá hol kom á. Fróði Benjaminsen, sum í útgangsstøðu [...] Justinussen, sum komandi leygardag fer at spæla sín síðsta dyst á besta liðnum hjá GÍ, økti til 3-1. Pauli Jarnskor lyfti fríspark fram eftir miðleingjuni, og eingin ansaði aftasta manninum, sum á sama hátt [...] heimaliðið hevði, og tað hevði bæði málmøguleikar og mál við sær. Tað vóru bara tríggir minuttir farnir av 2. hálvleiki, tá Henning Jarnskor javnaði, eftir at Magni Jarnskor hevði lagt flatt innfyri úr høgru
skilja, at hann hevur ikki fingið nakran álvarsligan løst. Verri var hjá Rúna Justinussen, sum varð borin av vøllinum. Nakað seinni kom sjúkrabilur eftir honum, og á Landssjúkrahúsinum staðfestu teir, [...] TOFTIR: Tað restaðu einir sjey minuttir av fyrra umfarinum á Svangaskarði, tá vongverjin hjá GÍ í vinstru, Rúni Justinussen, var liggjandi eftir á válinum eftir nærdyst við B68 miðvallaran Fróða Benjaminsen [...] brotið. Rúni Justinussen er 27 ára gamal, og hann hevur verið fastur fúsur á GÍ liðnum øll árini, sum teir hava verið FM vinnarar. Nú er beinið lagt í gips, og vongverjin noyðist at hava tol, áðrenn hann
í ár hevur langt frá roynst líka væl, og tað er komið av nógvum ymiskum orsøkum, millum annað frágongd av spælarum. ? Eg eri glaður fyri álitið, sum spælarar og nevnd hava víst mær, og eg gleði meg til [...] avgreitt venjaraspurningin fyri næsta kappingarár, og tað verður verandi venjari, sum heldur fram. Jóannes Jakobsen og KÍ, sum longu hava samstarvað í tvey kappingarár, eru komin ásamt um at halda fram í eitt [...] hava fingið í ár, sigur Jóannes Jakobsen. Jóannes Jakobsen hevur drúgvar royndir sum spælari, og hevur spælt eina ørgrynnu av landsdystum fyri Føroyum. Hann var venjari í VB í tvey ár, í HB í tvey ár, áðrenn
kenna svian, og mátin, sum hann hevur lagt virksemið í UEFA til rættis uppá, og hvussu hann hevur syrgt fyri at smærri fótbóltstjóðirnar fáa part í pengunum, sum fótbólturin kastar av sær, hevur komið okkum [...] vunnið eina rúgvu av pengum. T.d. var yvirskotið eftir HM endaspælið í USA í 1994 ógvuliga stórt, men hetta var ikki nakað, sum kom t.d. FSF til góða. Nýggjur UEFA formaður Valið av nýggjum FIFA formanni [...] øllum hinum europeisku fótbóltssambondunum, sum ætla at stilla svenska UEFA formannin upp til hægsta fótbóltssessin í heiminum: ? Vit stuðla Lennarti Johansson av fullum huga. Vit hava ikki nakra orsøk til
endurskoðan av lógini. Tann parturin av yvirskotinum, sum føroyingar spæla fyri, skal gjaldast aftur til mentanarlig tiltøk í Føroyum. Ebbe Lundgaard sigur, at talan verður óivað um eitt tal, sum fer at liggja [...] grønlendingar, sum spæla fyri 10 milliónir krónur um árið. Mánadagin ljóðaði, at føroyski fólkatinslimurin, Óli Breckmann hevur kært til skattamálaráðið um tips- og lottopengarnar. Men sum Sosialurin skilir
tíð sum háskúlastjóri á Brandbjerg Højskole, sum liggur við Vejle. Ebbe Lundgaard sigur, at einir tíggju føroyingar hava verið har, meðan hann var skúlastjóri, og at hann sunnudagin hevði vitjan av fýra [...] í garði sum politikari. Hann tók við á nýggjárinum við sum nýggju mentamálaráðharri, tá danski miðflokkurin tók seg úr stjórnini. Poul Nyrup Rasmussen umskipaði tá donsku minnilutastjórnina, sum er sett [...] sett saman av Javnaðarflokkinum og Radikala Vinstraflokkinum, sum Ebbe Lundgaard umboðar. Men hann er kortini ikki heilt óroyndur í politikki. Hann hevur drúgvar royndir sum kommunal- og amtráðspolitikari