Í Íslandi hevur Jón Lárusson boðað frá, at hann tekur seg aftur sum valevni til forsetavalið, sum verður í summar. Í dag var seinasta freist hjá Jóni Lárussyni (myndin) at lata valmyndugleikunum undirskriftir [...] undirskriftir frá stillarum, men Jón sigur, at hann hevur ikki megnað at savna nóg nógvar unsirskriftir, og at hann tí noyðist at sleppa ætlanini at stilla upp. Jón Lárusson arbeiðir sum løgreglumaður á Selfossi
Hægstirættur í Bretlandi hevur fyrrapartin gjørt av, at bretsku myndugleikarnir skulu lata svenska ákæruvaldinum Wikileaks-stovnaran Julian Assange. Hægstirættur staðfesti sostatt avgerðina hjá undirrættinum [...] undirrættinum. Julian Assange hevur framvegis møguleikan at kæra avgerðina til Evropeiska Mannarættindadómstólin. Ger hann ikki tað, verður hann væntandi sendur úr Bretlandi til Svøríkis um einar 10 dagar. Svenska
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í sett 39 ára gomlu Guðrið Højgaard sum stjóra fyri Ferðaráð Føroya. Guðrið er útbúgvin cand. merc. og hevur seinastu sjey árini arbeitt sum marknaðarleiðari
Ymiskt er á skránni við guðstænastuna sunnudagin, so sum ymsar tónleikaframførslur. Alla hesa vikuna hevur eisini ymiskt verið á skránni í samband við stóra dagin. Sum sæst á myndini, so er altarið og knæfallið [...] bláum, eins og gólvleyparin. Hetta er eisini gjørt til høvið. Tað er Karin Brattaberg í Vági, ið hevur vovið.
politiið ikki, tí enn hevur ikki borið til at tosa við mannin. Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og tá ið viðgerðin er liðug, fer politiið at tosa við hann. Arbeiðseftirlitið hevur verið á staðnum.
Nevndin í Havnar Framburðsfelag hevur havt fund við býráðslimirnar hjá Fólkaflokkinum og biðið um at fáa kommunuskattin í Havn lækkaðan. - Ein vanlig familja í Tórshavn rindar í dag nógv meir í kommunuskatti [...] landsskatti. Kommunan skattar nú 25.000 í mánaðarløn 20 prosent harðari enn landið, sigur felagið, sum hevur Jógvan Poulsen sum formann. Kommunuskatturin má lækkast við minst einum prosenti, verður sagt.
Politiið hevur í dag leitað í Norðoyatunlinum eftir Pidda Hansen, sum seinast varð sæddur 5. november. Skálafjarðar sløkkilið lutttekur ikki í leitingini, og tí veit Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari [...] vita um nakra leiting. Hann vísir bara til Bergleif Brimvík, leiðara á Kriminaldeildini, men honum hevur tað ikki eydnast at fáa fatur á.
Kekkiska sjónvarpið hevur kunngjørt, at fyrrverandi kekkiski forsetin Vaclav Havel er deyður. Havel hevur verið sjúkur leingi. Havel var 75 ára gamal, nú hann soyði. Vaclav Havel var tann fyrsti demokratiskt
Norðlýsið at siga. Heðin á Lakjuni, sum er 33 ára gamal, hevur seinastu tvey árini spælt við NSÍ. Hann er skrásettur fyri 16 A-landsdystir, har hann hevur skotið eitt mál.
Heiðrik á Heygum hevur gjørt nýggja videolagið til sangin Aldan Reyð hjá bólkinum Orku. Hygg eftir video her. Upptøkurnar til nýggja videolagið vóru gjørdar í august, og beint fyri ársskiftið gjørdist [...] gjørdist videolagið alment. Sterka videolagið hevur ein myrkan og dapran stemning. Tað ber til at vitja hendan facebook-bólkin og fáa meira at vita um framleiðsluna: http://www.facebook.com/groups/208252125886545/