í Føroya Reiðarafelag, er sera illa nøgdir við ta viðferð, føroyingar fáa frá norðmonnum á fiskivinnuøkinum. Hann heldur, at vit fáa so ringa viðferð frá norðmonnum, at tað er neyðugt hjá okkum at brúka [...] frá føroyingum í eini møguligari oljuvinnu her. Fara illa við føroyingum Jákup Sólstein sigur, at norðmenn hava altíð verið harðir ímóti føroyingum. Men tað er serliga seinasta hendingin, tá ið teir herfyri [...] einki. Men sannleikin er, at teir hava altíð verið sera tvørir at hava við at gera, og hava víst ein illvilja ímóti okkum, sum teir ikki vísa ímóti øðrum tjóðum. Tí sannleikin er, at samstundis, sum norðmenn
Veruleikin er tann, at tað kostar meir hjá einum svínoyingi at koma til Havnar, tí hann skal fyrst sigla túrin inn til Hvannasunds, og tað er henda meirkostnað vit vilja útlíkna. - Marknaðarbúskapurin er soleiðis [...] styrkja seg sjálvan og tí er neyðugt, at teir fáa tað hjálp teimum tørvar. Hetta er nakað Javnaðarflokkurin ætlar sær at arbeiða við í framtíðini. Jóannes Eidesgaard nevnir her eisini tað ætlan um komm [...] n. Nú er stuðulin nevniliga ikki markaður til Svínoy, Fugloy, Mykines og Skúvoy, men til fastbúgvandi í útjaðaraøkinum. Jóannes Eidesgaard sigur í eini viðmerking, at ætlanin við uppskotinum er at útlíkna
umboðsnevndarfundirnir skulu vera opnir. Verður her fyrst g fremst hugsað um, at fjølmiðlarnir eiga at hava atgongd til fundirnar. SEV er alt ov afturlatið. Tað er eingin ivi um, at allir partar - ikki minst [...] dini. Hetta er tað øvugta av tí núverandi. Í løtuni kann umboðsnevndin taka avgerð í øllum málum, um leiðslan ikki »positivt« kann ávísa í viðtøkunum, at valdið liggur hjá henni. Talan er ikki bara um [...] framyvir skulu vera í Havn, hóast heimstaðarkommunan Vestmanna smbt. galdandi reglum er fundarstaður. Opnir fundir Eitt mál er komið á skránna, sum undirritaði skeyt upp fyri langari tíð síðan. Sig so tað.
liggur ein sera stóra ábyrgd á tinginum at skula lóggeva á kolvetnisøkinum, tí hetta er fyri okkum eitt ókent virksemi. Tí er tað umráðandi at hugsa seg væl um, soleiðis at landið og tey, sum koma eftir okkum [...] Vinnunevndini, men hann tók onkra grein fram og vísti eisini á greinina í lógini um, at oljan skal í land í Føroyum. -Sjálvandi er tað gott at hava tað við í lógini, men tað kann sjálvandi vera eitt sindur ivasamt [...] oyðileggja fiskivinnuna. -Fyri henda lítla grunnin her verður tað ein meira passalig tilgongd til fiskivinnuna eftir, at vit hava funnið oljuna. Tá er tað spurningurin at duga at skipa tað so, at ikki alt
tykjast órentabul, so er hon í hvussu er í løtuni tað einasta, sum vit hava. Tingmaðurin vísti á, at ein oljuvinna kann vera til ampa fyri fiskivinnuna á fleiri økjum. -Og her er í hvussu er eitt øki, har vit [...] eisini sum at hædd er tikin fyri øllum hugsandi, sum kann hugsast at henda í eini oljuvinnu. Hetta arbeiði er gjørt av serfrøðingum á økinum. Tí mugu vit hava álit á, at framlagda uppskotið er tað, sum vit hava [...] oljuvinnu, kemur hon at kappast við fiskivinnuna um manning. Og tá er sum er stórur munur á treytunum, sum kunnu bjóðast. Tingmaðurin, sum eisini er formaður í Føroya Fiskimannafelag, sammetti lønirnar í oljuvinnuni
bretar ikki er loyst. Her mugu politiskar samráðingar til fyri at loysa hetta mál. Fer tað til Haag dómstólin, er kanska ivasamt, hvussu úrslitið verður fyri okkum føroyingar. Hóast hetta er í dag ongin [...] skal til fyri at gera eitt samfelag liviligt. Tó, fiskivinnan er svikalig, og er óráð bert at hava eina vinnugrein at dúva uppá. Tað er ongin ivi hjá mær um, at Sandoyggin skal fáa sín lut í komandi [...] fara eitt sindur fram í tíðina tá, vónandi, olja er funnin, og hon kann útvinnast kommersielt, so er vert at hava í huga, at í oljulóggávuni stendur, at oljan ella gass skal førast í land. Eiga vit ikki at
lógini, sum eg haldi er ein tann mest týðandi í heila tikið. Spurningurin er, um tað ikki er rætt at stramma eitt sindur her. Vit vita, at vit kunnu altíð geva út, men tað, sum er ávarað harðliga móti [...] fyri at halda fram eftir, at oljan er uppi. Henrik Old helt tað vera ómetaliga týdningarmikið, at vit byrja at útbúgva okkara egna fólk til oljuvinnuna. -Her haldi eg, at tað er næstan neyðugt at byrja frá [...] krónur. Eg haldi tað er rætt, at løgtingið skal kunna góðkenna, hvørji øki ætlanin er at bjóða út og hvørjar almennar treytir landsstýrið ætlar at seta. Jørgen Niclassen segði, at tað er sera týdningarmikið
oljulóggávu, sum er til viðgerðar í tinginum í dag er føroyski advokaturin Jóhannus Egholm Hansen. Hann starvast í dag hjá danska sakføraravirkinum ?Andreassen & Partnere?, sum hann eisini er eigari av. Nú [...] Hann heldur, at frágreiðingin er ikki bert ætlað professionellum at lesa og brúka. Hon er løtt at lesa, og tað ber prógv um, at hvør maður kann lesa hana. -Hetta haldi eg er gott. Oljufeløgini leggja allarstørst [...] Jóhannus Egholm Hansen, at tað er sera gott, at ein og hvør er førur fyri at lesa frágreiðingina, harvið fáa øll tann neyðuga kunnleikan, og tú sleppur undan misskiljingum. Men er henda frágreiðing eitt nóg
yrkingasavnið Kirkjurnar á havsins botni. Hetta er, haldi eg, nakað av tí besta sum er givið út á føroyskum yvirhøvur. Nokk um tað. Eitt afturvendandi evnið í bókini er lortur. Jú, tygum lósu rætt, lortur. Treyðugt [...] støðu við eini Sjálvstýrislóg og oljan sprænir úr undirgrundini. Handlingin gongur fyri seg í heimsins nalva Tórshavn. Býurin er rættuliga nógv broyttur í mun til tað hann er í dag. Í søguni fylgja vit fleiri [...] persónum, ið allir eru rættuliga ymiskir. Søgan er skriva í triðja persóni. Tað er skiftandi sjónarhorn og ymiskar rithøvundaviðmerkingar. Í fyrstuni er torført at halda skil á persónunum, men so líðandi
Føroyar. Tað nærmasta tey eru landi er 50 kilometrar. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fyritøkur gera kanningar úr flogfari. Australska felagið World Geoscience hevur verið her tvey summar á rað og gjørt kanningar [...] Í gjár kom ein heldur óvanligur gestur í Vágarnar. Tað er eitt flogfar av Navaho-slagnum við plássi til átta fólk. Tað er bretska fyritøkan ?Oilsearch?, sum eigur hetta og eitt flogfar aftrat, ið bæði [...] hevur fingið tillutað kanningarloyvi frá Oljufyrisitingini og er ætlanin komandi 3-4 vikurnar at gera kanningar eystan fyri Føroyar. Talan er um eitt serligt slag av kanningum, sum allar verða gjørdar úr