sangur skal spælast til tína jarðarferð? ? Nei, hon er ikki ordiliga løgd til rættis, men vónandi seta tey eina hampuliga skrá. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? ? Eg haldi ein matiné [...] Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? ? Tað er ikki komið nógv á skaftið tí viðvíkjandi, men klarinettspælið til yrkingina »Vár« hjá Karsten Hoydal á fløguni «Skærur [...] karaoke? ? Kanska »White Christmas« hjá Irving Berlin, um jóltíðir. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? ? Kamartónleikur ella fólkatónleikur kann vera hugfarsligur. Hvønn tónleik vilt
er komin til? Løgmaður bíðar Tað var ein samd Uttanlandsnevnd, sum fór av fundi týsdagin í farnu viku. Nevndin helt, at løgmaður skuldi bíða við síni støðutakan mótvegis ríkismyndugleikunum, til Løgtingið [...] ur hevði megnað at borið hesi boð víðari. Her varð hvørki mælt frá ella til! Einki partapolitiskt kegl, men heldur ein vilji til framyvir at finna felags stev, havandi í huga áður viðtiknar hernaðarsamtyktir [...] hekk í einum klønum tráði«. Men at skifta formannin út, nei tað bar ikki til. Nú er man partur av eini samgongu og tað skal nógv til og alt hatta har? So Hergeir Nielsen kann tryggur løða av nýggjum, so mikið
skrivað leikin. Týtt til føroyskt hava Jette og Gunnar Hoydal. Leikurin er skrivaður í 1994. Uppruna heitið er Art. Leikurin hevur av sonnum vunnið frama í útlondum. Hann er týddur til fleiri enn tjúgu mál [...] bera til við sjónleiki í Føroyum. Nú hevur Gríma fingið innivist á Meiarínum, og sigast má, at leikbólkurin ? tann einasti yrkisleikbólkurin í Føroyum ? hevur verið sera nógv at síggja og hoyra til í seinastuni [...] Mark, alias Bárður Persson. Ikki minst tí at málningurin er kritahvítur. Hetta gerst so startskotið til ein rívandi útvikling, har vit koma nærri inn at teimum trimum persónunum. Keypið av málninginum setir
mánaðir áðrenn stevnuna - hava eini hundrað ung ringt inn og spurt seg fyri. Hetta eru fyrireikararnir glaðir um og hevur givið teimum blóð á tonna til at fara undir hetta arbeiðið. Stevnan er eitt no [...] sum fólk kenna til, og tí er tað umráðandi at tey kunnu arbeiða saman og geva hvørjum øðrum hugskot. Øll ung millum 13 og 18 ár eru vælkomin á stevnuna, og 3313 brævbjálvar eru sendir út til øll ung, sum [...] londunum, og síðani verða nøkur vald út at fara á ta landsumfevnandi stevnuna. Haðani fara aftur nøkur til eina stóra norðurlendska stevnu, sum er fyri ung úr øllum Norðurlondunum. Tað eru Rakel Helmsdal úr
eini 30 fólk biðið um umsóknarblað til eldrasambýlið í Vági, har pláss er fyri 10-11 fólkum, tað fer at taka fólk inn í september. Og í Hvalba verður eisini sambýlið til eini 10 fólk skjótt tikið í brúk [...] teimum eldru í Suðuroynni kannast. Tað er stýrið fyri Suðuroyar Ellis og Røktrheim sum hevur tikið stig til kanningina. Í farnu viku fingu allir suðuroyingar yvir 50 ár eitt spurnarblað sendandi við postinum [...] at fáa eina heildarmynd, leggur hann afturat. Men hann leggur eisini dent á, at skal kanningin føra til eitt brúkiligt úrslit, er tað av alstórum týdningi, at spurnarbløðini verða send aftur. Tey, sum skipa
almenna sær rætt til so og so nógv % í øllum fundum. Heine O Heinesen, formaður í Vinnunevndini sigur, at allir flokkarnir annars eru samdir um innihaldið í sjálvum lógaruppskotinum til 1. útbjóðing. Hann [...] Jan Müller Tá Vinnunevndin týsdagin í næstu viku fer at leggja álit fram í málinum um útbjóðing til oljuleiting á landgrunninum verða tvey broytingaruppskot løgd fyri tingið. Annað er frá Javnaðarflokkinum [...] upp at seta eina nýggja grein í sjálvt standardloyvi, ið áleggur oljufeløgunum at brúka Suðuroynna til útgerðarhavn. Hitt uppskotið er frá javnaðarflokkinum og sambandsflokkinum, sum skjóta upp at fáa eina
so nógvum árum síðani - á donskum - at ringt kann vera at seta hana inn í dagin í dag. Formaðurin í norska javnaðarflokkinum, Thorbjørn Jagland, hevur gjørt seg til talsmann fyri stórum broytingum í flokkinum [...] hugsa sær at senda týdningarmikil mál út til atkvøðugreiðslu millum limirnar. Alt hetta skal gerast fyri at fáa fólk við í politiska arbeiðið í flokkunum. Orsøkin til hesar hugsanir eru broytingar í samfelagnum [...] loysnir og ein ávísan rætt til, at øll í samfelagnum hava somu sømdir og somu møguleikar. Um hetta skal eydnast, so noyðast flokkar, politikkarar og tann politiska skipanin at leggja til rættis fyri hesum. Í
Men longur komu tær ikki, so setti VB ferð á aftur og fáar minuttir seinni vísti máltalvan 10 til VB og 6 til Kyndil. Og hóast kyndlakvinnur av øllum alvi royndu at taka tað mista inn aftur og fingu fleiri [...] Kyndlaverjan fullkomiliga útspæld, og VB-kvinnurnar vóru eisini nóg effektivar til ongantíð at lata Kyndil nærkast ov nógv í málum, til at sigurin kundi koma í vanda. VB hevur nú fingið luft í botninum, og um [...] at vinna á einum av oddaliðunum. Samstundis misti Kyndil tvey týðandi stig, og knappliga er tað ringt at ímynda sær Kyndil sum føroyameistara í hondbólti hjá kvinnum 1998. VB byrjaði dystin betur og legði
høvdu tað ringt. ##med3## Tá ið Andrea vaks upp vóru ikki nógvir møguleikar hjá kvinnum, tá ið skúlin var liðugur. Ofta fóru tær út at tæna ella til Danmarkar at tæna í húsum. Tá Andrea kom til Danmarkar [...] kvinnurættindi. Tó er altíð pláss til betringar, og fyrsta stigið rætta vegin er at brúka røddina, sum vit kvinnur í Føroyum eru so hepnar at hava. Vit skulu minnast til at lyfta hvørja aðra upp, heldur [...] okkum frameftir. Um dagurin í morgin verður brúktur til at gleðast um, hvussu langt vit eru komin, ella at seta orð á okkurt, ið ikki er nóg gott, er upp til tín. Men um tær manglar inspiratión, so prøva og
Jákupsstovu, og nevnir til dømis, tá nýggjar Harry Potter bøkur vórðu útgivnar. - Hetta at bíða spent eftir bókum, sum fara at koma, havi eg ikki sæð í nýggjari tíð. Hvør orsøkin er til, at soleiðis er vorðið [...] fái eg ofta at vita, at tey tíma ikki at lesa føroyskt; tey vilja heldur lesa enskt. Tey yngru upp til fjórða flokk eru í eini serstøðu, tí tey lesa nógv, og tað er krabbabøkurnar, tey flestu fara eftir; [...] vorðið, er ringt at meta um, heldur Lis í Jákupsstovu. Hon heldur, at lesiátøkini eiga at verða skipað soleiðis, at børnini eisini verða eggjað at lesa avbjóðandi bøkur. - Vit síggja, at næmingar í stóran