tveir persónar hjá Sea Shepherd, ið eru førdir til Klaksvíkar, men vit vita ikki fyri hvat. Eg havi ringt, men ongin kann siga mær, hví teir eru tiknir. Tað var talsmaðurin hjá Sea Shepherd í Føroyum, Rosie [...] Á síni facebook vangamynd skrivar leiðarin í Sea Shepherd, Paul Watson, at løgreglan í morgun hevur handtikið tvey fólk hjá felagsskapinum. Vit hava roynt at fingið hesi tíðindini váttaði frá løgregluni [...] løgregluni í morgun, men hevur tað ikki eydnast. Jógvan Páll Lassen, ið er verji hjá Sea Shepherd í Føroyum, sigur at hann eisini hevur roynt at fingið meira at vita um málið, men at løgreglan heldur ikki vil
Sea Shepherd hevur fyri løtu síðani sent út eitt tíðindaskriv á enskum, har felagsskapurin greiður frá hvussu tey upplivdu raksturin í morgun og handtøkuni av tveimum av teirra limum, Susan Larsen, USA [...] og handtók tveir av teirra limum, meðan danska verjan lat standa til. Í tíðindaskrivinum fýlist Sea Shepherd á manglandi upplýsingar frá føroysku myndugleikunum. Felagsskapurin hevur tó fingið upplýst, at
Fyrr í morgun varð boðað frá grind í Kalsoyarfirði. Bátar fóru út til grindina, men eisini Sea Shepherd, ið lógu uttanfyri Gøtu í nátt, vóru skjótir á staðnum. Løgreglan legði hald á ein av teirra bátum
ið løgtingið samtykti í summar, skal nú standa sína roynd. Jógvan Páll Lassen, ið er verji hjá Sea Shepherd í Føroyum, upplýsir fyri in.fo, at tey bæði handtiknu verða ákærd fyri brot á §9 í grindalógini
Sea Shepherd skriva á teirra Facebooksíðu í dag, at løgreglan hevur handtikið tveir av teirra limum, Susan Larsen og Tom Strerath, og at tey verða førd fyri rættin hósmorgunin, ákærd fyri brot á §9 í [...] legði løgreglan hald á ein bát hjá felagsskapinum. Hesa avgerðina hevur leiðarin fyri átakið hjá Sea Shepherd á landi, Rosie Kunneke, kært, skrivar felagsskapurin á Facebook síðuni. - Løgreglan hevur lagt
Sea Shepherd góðtekur ikki, at tveir av limunum í felagsskapinum, vórðu handtiknir í Kalsoyarfirði í gjár. Tað vórðu rópt grindaboð í Kalsoyarfirði, men grindin slapp. Tó vórðu tveir limir í Sea Shepherd [...] at tey ikki aktaðu boðini um at halda seg burtur. Men seinnapartin í gjár var eitt umboð fyri Sea Shepherd á politistøðini í Havn og mótmælti handtøkuni og skuldsetingini. Tey føra fram, at handtøkan var [...] Grindin varð ikki fráboðað, og sostatt var talan ikki um grindarakstur í lógarinnar týdningi, hevur Sea Shepherd ført fram. Tey vísa á, at tey hava ikki fingið fráboðan um nakra grind og tí eru tey handtikin
Kalsoyarfirði. Bátar vóru skjótt á staðnum, men grindin slapp. Eina skipið hjá felagsskapinum Sea Shepherd var eisini í økinum saman við tveimum skjóttgangandi bátum hjá felagsskapinum. Løgreglan legði [...] legði hald á eina bátin, og handtók manningina umborð, eina kvinnu og ein mann. Leiðarin fyri Sea Shepherd, Paul Watson, var sera virkin meðan raksturin var, og vildi millum annað vera við, at danska verjuskipið [...] In.fo hevur í dag tosað við Andras Marr Poulsen, ið er varapolitiinspektørur, fyri at vita um Sea Shepherd hevur meldað tilburðin. Málið er ikki meldað, men Andras Marr Poulsen upplýsir, at løgreglan hevur
viðmerkingar frá Sea Shepherd um handtøkurnar, men felagsskapurin ynskir ikki at gera samrøður við føroyskar fjølmiðlar. Men í tíðindaskrivi sent fjølmiðlum og øðrum í morgun, skrivar Sea Shepherd, at Larsen [...] Tað er í morgin, at teir báðir limirnir hjá Sea Shepherd, Susan Larsen og Tom Strerath, ið vóru tikin umborð á skjóttgangandi bátinum Farley meðan grindaboð var í Kalsoyarfirði fyrradagin, skulu fyri rættin
Rættarfundurin móti Sea Shepherd limunum, Susan Larsen og Tom Strerath , ið er settur at verða klokkan hálvgum tíggju í morgin, verður nú møguliga útsettur, tí kanningararbeiðið ikki er liðugt. Fyrr í [...] í morgun tosaðu vit við verjan hjá Sea Shepherd í Føroyum, Jógvan Páll Lassen, ið upplýsti, at hann enn ikki hevði fingið nakað ákærurit frá ákæruvaldinum. Tað váttar Linda Hesselberg, verji, ið samstundis
Fólk frá umhvørvisfelagsskapinum, Sea Shepherd ansa ikki bara eftir grind, nú tey eru her í Føroyum. Tey brúka nógva tíð upp á at ringja til løgregluna at boða frá øllum handa slagi, sum tey halda, ikki [...] kanna málið, men løgreglan fekk greitt teimum frá, at tað bar so ikki til. Annars er stóra skipið, Sea Shepherd hevur havt í Føroyum í eina tíð nú í summar, Sam Simon, at veg til Hetlands. Hann fór úr Føroyum