fór ein bilur út av í Saksunardali. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hetta hevði ikki nógv upp á seg, men tey vita ikki rættiliga, hví bilurin fór út av. Her er smalt, og í støðum liggur vegurin [...] tí kann vera skjótt at fara skeivur á vegnum. - Trupulleikin var, at hetta var ein bilur við útlendskari nummarplátu, sum skuldi avstað við Norrønu. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bæði bilur og
segði Gareth Southgate: - Eg havi verið í hesum starvinum í átta ár. Eg veit hvussu landið liggur. Allir sum hava havt hetta starvið hava upplivað tað sama. Eg royni at savna tað best hugsandi liðið, og [...] Eg eri sera spentur. At standa á odda fyri einari tjóð til eina stóra altjóða kapping er ein stórur heiður og ein stórur framíhjárættur. Segði Gareth Southgate. Dysturin millum Ongland og Serbia sæst á
til, at Sveis fer at bjóða av til endaspælið. Við spælarum sum Granit Xhaka, ið stórspælir við Bayer Leverkusen í Týsklandi, Manuel Akanji, sum er fastur partur av hópinum hjá alvinnandi Manchester City [...] favorittarnar úr Fraklandi úr EM 2020 endaspælinum. Hóast Sveis seinni fall móti Spania, so var hetta ein staðfesting av, at Sveis eisini kann spæla við tey stóru londini til eitt endaspæl. Upptakt: Týskland [...] fyri nøkrum árum síðan, men megnaði at reisa seg. Hann skifti síðani í summar til Bayer Leverkusen, sum er í holt við eitt framúr kappingarár. Hann er leiðarin á liðnum og stýrimaðurin á vøllinum. Lutakastið
Niclassen fær EB/Streymur ein spælara í hópinum, sum hevur royndir úr bestu deildini. EB/Streymur liggur í løtuni á 8. plássi við sjey stigum. Tað er bara eitt fleiri enn B68, sum er nummar 9. EB/Streymur [...] r fær uum vikuskiftið vitjan av KÍ, sum er barndómsfelagið hjá Ólavi Niclassen.
Í Gásadali hevur líka sum ein nýggjur og snøggur býlingur stungið seg upp seinnu árini, og hetta eru tær seks hugnaligu smátturnar, sum Sp/f Múlin hevur bygt. Teir, sum eiga felagið, eru brøðurnir, Jákup [...] tíðliga á veg. - Jú, vit vænta, at hetta er ein spennandi tíð, sum liggur fyri framman, og vit hava góðar vónir um, at allar smátturnar verð útleigaðar ein stóran part av háárstíðini, leggur hann aftrat [...] byggiloyvi til smátturnar, sum enn ikki eru bygdar. - Nú hava vit í fyrsta umfari bygt hesar seks smátturnar, og eg vænti, at nú verður ein lítil steðgur. Men, ætlanin er, sum frá líður, at byggja fleiri
vorpin mitt á asfaltið. Eggini eru ikki øll vorpin í ein dag, men helst yvir nakrar dagar. Tí kann tað kanska tykjast eitt sindur løgið, at tjaldrið liggur við fullum reiðri beint á asfaltinum við vegkantin [...] kringvarpið, sum ger burtur úr søguni og eigur viðheftu mynd. Í greinini verður lagt aftrat, at tjaldursparið skiftist um at bøla eggunum, og tað tekur vanliga 27 dagar, til ungarnir koma út. ##med2## Sum skilst [...] stór grein, ið snýr seg um eitt tjaldursreiður, ið gjørdi, at eitt lutfalsliga stórt asfaltarbeiði, sum var í gongd, steðgaði. Byggileiðarin tók avgerð um, at tjaldursparið mátti fáa frið, og tískil noyðist
Sunda kommunu og soleiðis heldur ikki í Saksun, sum er ein av vakrastu smábygdum í kommununi. Men, sambært einari Gallup-kanning hjá Visit Faroe Island, sum varð gjørd á sumri í 2018 – ella fyri skjótt fimm [...] ferðafólkunum, sum vitjaðu í Føroyum hetta árið, høvdu 57,8 prosent vitjað í Saksun. Teljingar av ferðsluni, sum Landsverk ger, vísa, at ferðslan á Saksunarvegum er størst í juni, juli og august, sum eisini er [...] og atgongd til náttúruna, sum verjir okkara náttúru og tryggjar javnvág millum atgongd til náttúruna og virksemið í haganum. Hetta er ein landspolitisk uppgáva, sum krevur eina loysn. Inntøkuskapandi
á Regatta av Eiði til Hósvíkar. - Eg hevði ein góðan uppvøkstur í Saksun, og her var gott at veksa upp sum smádrongur og unglingi, men eins og mong onnur, sum flyta úr bygdini og seta seg niður aðrastaðni [...] Símun Svartá, sum býr á Oyri. Símun vaks upp í Saksun, og hann kundi fest garðin, um hann vildi, men valdi aðra lívsleið enn pápin, sum var bóndi og í fleiri ár og annars starvaðist sum linjumaður hjá [...] Páll Svartá, slepti festinum, sum umleið 76 ára gamal, hevði Símun møguleikan at taka festið, og um so var, hevði hann verið bóndi í dag. - Eg eigi ein annan beiggja, sum býr í Danmark. Einki av systkjunum
livibreyð hjá nøkrum, sum hann tekur til. Í bygdini er ein festibóndi við einbýttum haga, og hesin fær kanska eini 120 lomb um árið. - Tað, sum jørðin gevur, kann bara vera nakað, sum kemur aftrat, tí fáur [...] línuskipi í fleiri ár, og ein yngri bróðursonurin siglir hjá Skansa Offshore. Steinbjørn heldur, at hetta eru einastu tjørnuvíkingar, sum sigla í dag. Men, hvat gera so tey fólk, sum búgva í Tjørnuvík og eru [...] føroyingum. - Liggur hann eystaneftir, og tað verður mjørki í høvuðsstaðarøkinum, sum tað ofta kann vera á eysturætt um summarið, streymar fólk norður higar at sóla sær. Tað er ofta heilar familjur, sum vitja
metrar dýpi fann tólmenni eitt flogfar, sum kundi verið flogfarið, sum hvarv fyri 53 árum síðan, og við nærri kanningum vísti hetta seg eisini at vera flogfarið, sum leitað hevur verið eftir. - Tað hevur [...] vita, um flogfarið var endað í vatninum ella á fjallinum, sigur Frank Wilder, sum er sonur til ein av teimum fimm monnunum, sum lótu lív í vanlukkuni, og hetta sigur hann við tíðindastovuna, AP. Hann vónar [...] sjálvboðin í Lake Champlain har norðuri í Vermont. Sjógvurin liggur í einum øki, har flogfarið seinast var sæð á radara. Á ekkoloddsmyndum, sum tiknar vórðu av botninum í Lake Champlain, vóru sonevnd avvik