uppteljingina valkvøldið var hann annars komin inn. Kjartan Mohr hevur, eitt valskeið undantikið, sitið í Tórshavnar býráð síðani 1949. Hann hevur eisini sitið sum býráðsformaður. Við valið í farnu viku fekk [...] sum fekk tríggjar mans valdar í býráðið. Tað er ein meira, enn Fólkaflokkurin hevði. Fólkaflokkurin hevur áður havt tríggjar limir í býráðnum. Hann misti triðja mannin við valið í 1964. Í atkvøðum fekk F [...] Dánjal Larsen, sum er porkeningur, fekk 148 atkvøður. Tilsamans fekk listin hjá Peturi í Gong, ið hevur sitið í Tórshavnar býráð síðani 1962, 1153 atkvøður, og eru tað 242 atkvøður fleiri enn við valið
Fólkaflokkurin hevur havt vinnumál um hendi. Hvat hevur hann fingið av skafti. Jú, hann var um at geva norðmonnum alivinnuna. Í síðstu løtu var landsstýrismaðurin í vinnumálum steðgaður. Somuleiðis hevur Fólkaflokkurin [...] stovnar eru eisini í kórinum, men lat tað liggja. Fólkaflokkurin hevur hóreiggjað sær uttan íblanding frá Tjóðveldisflokkurin, ið hevur tikið høgrapolitikkin til sín við húð og hár. Tjóðveldispropaganda [...] ovast á listan Av sera stórum týdningi er at hesir ikki snorksova og droyma eins og henda samgongan hevur gjørt, men taka øll forsømd mál til viðgerðar. Skúlaverkið liggur í skeljasorli, sjúkrahúsini eru
neyðini at spíla seg út. Munurin niður til hini liðini hevur snøgt sagt verið alt ov stórur, til at nøkur verulig hóttan hevur verið í hesum, og eitt nú hevur tað verið týðiligt hjá VÍF, at tær hava spart st [...] nýtt teir góðu dystirnar, tá mótstøðuliðini hava verið sterk, meðan snøgt sagt einki hevur borið til, tá spælt hevur verið móti hinum botnliðunum. Nú kemur VB, sum ivaleyst hoyrir til sterkaru liðini í [...] klárar til dystin. Annars kann til stuttleikar nevnast, at tað er í júst hesum dystinum, at oddaliðið hevur havt trupulleikar seinnu árini. Í fyrraárið vann VÍF púrasta í Klaksvík, eftir at Stjørnan hevði sópað
seinasti parturin hevur ikki verið prentaður áður. Ofta er tað so, at fólk, sum framt hava roysni, serliga har onnur eru bjargað úr vanda, siga lítið um tað fyri øðrum. Tó onkur er, sum hevur hug at siga frá [...] Men frágreiðingin hjá sumbinginum, sum er orðarætt endurgivin, sum hann hevur sagt frá, tykist mær eisini sum ein slík, og hevur ov nógvar óneyðugar vendingar og endurtøkur við sær. Men hon er sera áhugaverd [...] fyri Porkeris bygd, sum hon valla hevði risið undan aftur. Hendan frágreiðingin, sigur høvundin, hevur ikki verið prentað fyrr. Byrjanin av bókini eru frásagnir frá, tá Ernestina fór á land undir Íslandi
var tað Kyndil, sum dróg á, men VB treiskaðist tó alla tíðina. Áður hevur tað ofta verið so, at Kyndil hevur mist mótið, tá liðið hevur havt nakað at mótburði, men soleiðis var ongan tíð sunnudagin. Tær [...] kvinnur Besta kvinnuliðið hjá Kyndli hevur staðið seg alt annað enn væl hetta kappingarárið. Vónbrot oman á vónbrot hava viðført, at liðið stóran part av vetrinum hevur verið í beinleiðis vanda fyri niðurflyting [...] um, men eftir úrslitunum í seinastuni at døma, so fer hesin neyvan at geva stig, og um so er, so hevur Kyndil helst ráð at tapa dytstin á Giljanesi, sum annars tóktist at kunna gerast ein rættur lagnudystur
fótbóltspallinum. Torleif hevur víst vegin, og saman við øðrum havt dirvið og áræði at lata føroyskan fótbólt í aðrar skógvar. Hansara róligi og diplomatiski framburður hevur verið hansara aðalmerki. Treyðugt [...] Torleifi fyri gott og drúgt arbeiði. Nógv er hent í føroyska fótbóltsheiminum hesi árini klaksvíkingurin hevur sitið á ovastu trúnu Fótbóltssambandsins. Á útbúgvingarøkinum er nógv hent! Fótbóltsskúlarnir hava [...] Treyðugt so, onkutíð hevur hann traðkað eitt sindur við síðuna av, men tað gera væl tey flestu. Takk fyri drúgva tænastu!! Nýggi formaðurin í Fótbóltssambandinum Dánjal Andreassen, ið er einasta valevni
Klaksvík, Dánjal á Argjaboða, apotekari, sum býr í Danmark og sum hevur fingist nógv við biotøkniskar spurningar í fleiri ár og hevur drúgvar arbeiðsroyndir bæði í Danmark, Føroyum og úti í heimi. Umframt [...] Sesam er eitt felag, ið hevur til endamáls at veita tænastur og at eiga í øðrum feløgum. Fyrst í hesum árinum stovnaði Sesam saman við íslendingum, felagið SecaNor, sum hevur heimstað á Ólafsfjørðinum [...] Maritex A/S í Noregi. Partapeningurin í Faroe Marine Biotech er 500.000 krónur. Tað hevur heimstað á Tvøroyri, men hevur fyribils leigað sær skrivstovuhøli í húsunum hjá Arbeiðara-felagnum Hæddini í Runavík
Sandoynni sum heild. Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, heldur, at Kommunan hevur gjørt eitt gott keyp. Húsið hevur eina gólvvídd uppá einar 200 fermtetrar, umframt eitt loft sum er partvíst innrættað [...] Tilbúgving Umstøðurnar at seta bjargingartiltøk í verk í Skopun skulu nú gerast betri. Skopunar Kommuna hevur keypt ein vinnubygning frá J & K Petersen fyri 420.000 krónur, sum skal brúkast til tilbúgvingina [...] koyra inn og út við stórum bilum ella amboðum. Borgarstjórin sigur, at ætlanin er nú, at alt, sum hevur við bjarging og tilbúgving í Skopun at gera, skal flyta inn í húsið, umframt at tað eisini ber til
violin-spæl. Vivaldi er ein av ídnastu tónasetarunum, verðin hevur kent. Hann verður mettur sum faðirin at modernaðu violintøknini og hevur skrivað ikki færri enn einar 3-400 violinkonsertir, umframt ørgrynnu [...] útbúgvin fagottistur frá Odense Konservatorium, og hevur hon eftir lokna útbúgving starvast í Odense Symfoniorkestri og Sønderjylland Symfoniorkestri. Hon hevur verið solistur í Webers fagottkonsert saman við [...] Holbergsuitan?, sum hon vanliga verður nevnd, hevur 5 satsir: præludium, sarabanda, gavotta, air og rigaudon, alt nøvn, sum vórðu nýtt í barokktónleikinum. Men Grieg hevur brúkt norskan fólkatónleik sum undirlag
avbera góð ummæli. Savnið er selt í 64.000 eintøkum, og heitið »Trist som faen«, hevur rithøvundurn tatoverað á økslina. Behn hevur eisini skrivað fleiri aðrar stuttsøgur, sum eru prentaðar í ymiskum tíðarritum [...] desember, og tær norsku klokkurnar eru støðgaðar upp. Vælumtøkta norska prinsessan, Märtha Louise, hevur almannakunngjørt, at hon fer at gifta seg við rithøvundanum, Ari Behn. Brúdleypið skal standa í Tróndheimi [...] hesin Ari Behn, og hví varð hann so illa sæddur sum komandi limur av tí norska kongshúsinum? Ari Behn hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum. Í 1999 gav hann út eitt stuttsøgusavn við heitinum »Trist som faen«