Finnur veljarin eftir valið út av, at skeivt er valt, ber ikki til at velja av nýggjum fyrr enn politikkarnir aftur útskriva val ? upp til 4 ár seinni. Tí er neyðugt at velja rætt. Positivt samstarv í [...] felagsskapinum er samstarv. Við heimastýrislógini fingu føroyingar møguleika fyri at yvirtaka og gjalda hópin av málsøkjum. Hetta hevur eftirhondini ført til, at løgtingið hevur fingið nógv størri lóggávuvald [...] á Christiansborg. Høvuðsendamálið hevur verið at tala føroya søk á Christiansborg og at vera við til at skapa positivt samstarv í ríkisfelagsskapinum. Sjálvt um bankamálið enn liggur og skaðar viðurskiftini
Eidesgaard. Hann vísir til vánaliga samstarvið millum partarnar í Fólkatinginum áðrenn og aftaná 1994,og heldur, at hetta er týðandi dømi um, at danir ikki fingu neyðuga vitan og kunnleika til føroysk viðurskifti [...] kkinum. Viðvíkjandi bankamálinum, so fari eg at mæla til, at vit halda tað uttan fyri valstríðið. Hetta er eitt politiskt mál,sum appelerar til semju, meðan valstríðið helst skuldi verið ein markering [...] viðurskifti frá føroysku umboðunum í Fólkatinginum. - Hvat er høvuðsboðskapurin hjá Javnaðarflokkinum til Fólkatingvalið? - Tað er fyrst og fremst at arbeiða fyri at broyta ríkisfelagsligu støðu okkara, og tað
Tjóðveldisfólk skulu føra politikk, har tað ber til. Og verður tjóðveldis-atkvøðan tungan á vágskálini, táið danskur forsætisráðharri skal veljast, eri eg til reiðar at vísa á tann, sum røkir føroysk áhugamál [...] at fáa fólk velja seg, at so fingu vit ein føroyskan politikara á danating, sum ongantíð fór at leggja seg út í donsk viðurskifti. Tí hava úttalilsini hjá Finnboga Ísakson til Ritzau vakt báði øsing og undran [...] í fremstu røð í Tjóðveldisflokkinum. Finnbogi ísakson segði við Ritzau Tíðindastovuna, at hann er til reiðar at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. Hann segði, at verður hann valdur á fólkating
mió. kr. Hvat skulu tit brúka hann til? ? Vit skulu brúka bygningin sjálvir. Vit hava havt ætlanir, um at byggja ein bygning uppi á Hálsi, men tá vit fingu høvið til at keypa henda bygningin í staðin, [...] so góðar sum er, og tí ætlaðu vit at byggja. ? Øll umsitingin heldur til í bygninginum við Tinghúsvegin. Vinnulívsdeildin heldur til í Sverrisgøtu, meðan grannskoðanin er í bygninginum uppi við SMS, ein [...] tað skuldi verði lætt hjá kundunum at komi til. Hjá avbygdafólki, sum antin skulu í Fyrisitingardeildina ella Vinnulívsdeildina, verður lagaligt at koma til. Tey, sum koma norðaneftir, kunnu koyra oman
dystir og kundi fara til hús aftur í ljósum. Í finaluni sum var sunnudagin gjørdi Mjølnir bart. Tær lótu ongan iva verða um, hvørt av liðunum var tað betra. Dráttur fekk ikki eitt bein til jørðina og tær taptu [...] Flogbóltur: Dráttur skipaði fyri flogbóltskapping á Giljanesi hetta vikuskifti. Men tær fingu ikki nakra hjálpandi hond frá veðurgudunum, heldur tvørturímóti. Veðurtíðindini boðaðu frá illveðri við kava [...] jarðrok. Hetta gjørdi at fleiri av tilmeldaðu liðunum hildu seg burtur, tíverri fyri tey sum komu til Giljanesar. Í meistaradeildini hjá kvinnum vóru bert trý lið, og tey spældu dupultkapping. ÍF og TB
verður avstað fríggjadagin 20. mars við flogfarið til Keypmannahavn, síðani víðari við innanríkis flogfarið til Århus. Síðani verður farið við bussi til Knebel, ið liggur á vestursíðuni á Jútlandi. Dreingirnir [...] Tá ið teir so fingu tilboð um at luttaka í DM, gekk ikki long tíð áðrenn teir tóku av tilboðnum. Kappingin Kappingin er soleiðis skipað, at leikt verður frá fríggjadegnum 20. mars til sunnudagin 22. mars [...] stórar bygningar har, ið einans verða nýttir til ítrótt. Bygningarnir eru nýmótans, og hetta skuldi borga fyri, at ítróttarfólkini fáa góðar møguleikar til einans at hugsa um ítrótt.
var 152. Fægst pílar brúkti Alvin Egholm úr HR Dart. Hann brúkti 14 pílar. Allir vinnararnir fingu steyp til ognar, og harafturat fekk Henning tann stóra ørvin í varðveitslu í eitt ár. Ørvurin er eitt
samstundis komu mær til hugs ávísir søguligir veruleikar. M.a. at á seinasta fólkatingsvali fekk annar av hesum uppafturgrivnu 1400 atkvøður, ella meira enn øll valevnini á fólkaflokslistanum fingu samanlagt, tá [...] røddir frá grøvini kunnu rópa hart, serliga um tær røkka samvitskuna hjá teim, ið lurta. Síðani kom mær til hugs, at tú ongantíð hevur átt egna rødd. Hetta hava tey flestu gloymt og hava vant seg við títt óargaliga
Spurningurin um, hví hann stillar upp til fólkatingsvalið, verður alt fyri eitt svarað við einum: ? Hví skuldi eg ikki tað? Og so koma grundgevingarnar. ? Tá stillað verður upp til val, verður ofta hugt eftir, [...] hvussu valið sá út seinast. Og til seinasta fókatingssval fekk eg 1400 atkvøður. Hetta er meira enn øll valevnini hjá Fólkaflokkinum ? tá er Óli Breckmann undantikin ? fingu tilsamans. ? So, hví skuldi eg [...] at fáa so nógvar atkvøður til Javnaðarflokkin sum gjørligt. Hann vísir eisini á, at góða fólkatingsvalið hjá honum seinast, kom bert tveir mánaðir aftan á dyggan smeitin til løgtingsvalið í 94, har tey
øgum, á skúlum og hægri lærustovnum og alla staðni annars, har høvið býðst. Sakliga og gjølla! Tað fer Tjóðveldisflokkurin at síggja til. [...] føroyskan sjálvsavgerðarrætt. Tað paradoksala er, at á fólkatingsvalinum skulu vit føroyingar vera við til at seta saman tann mótpartin, sum vit skulu gera okkum politiskt leysar av. Tí er umráðandi, at vit [...] danska almenningin um, at føroysk sjálvbjargnis-stremban ikki er anti-donsk, men er grundað á rættin til sjálvsavgerðarrætt og á virðingina fyri tjóðskapinum og sjálvsavgerðar-rættinum hjá øðrum at leggja