hvussu onkur danga hevur itið fyri hálvfjerðs árum síðani, verður í heilum “leitað innar” til Páll ella Mikkjal ella Kánus, ella hvussu teir nú eita. Ikki ber til at siga, at Kringvarpið hevur fitt av málsligum [...] árabátinum, sum hevur fingið orðasmiðin at gera orðið ‘vegstokkur’ um bilverjuna. Men hvussu beinrakið er hetta? Tá ið eingin normalur føroyingur hevur nakran kjans til at gita sær til, hvat tað nýggja orðið [...] mátti borið til at sagt hetta snøggari. Orðið ANSNI er slett ikki til í hasum týdninginum. (Chr. Matras í 1961: omhyggelighed, omhu). Vit kundu sagt: TV-eftirlit ella TV-kamera ella bara Video ella Eftirlit
Ceausescu fall, flýddi hon til Týsklands, og hon býr nú í Berlin. Hon hevur skrivað 25 bøkur. Tann seinasta, skaldsøgan Atemschaukel (Andareiggjan), kom í ár og verður nú umsett til heimsins høvuðsmál. Herta [...] ein sá ganga til grundar. Týskarar burturfluttir Í eftirskrift síni til skaldsøguna Atemschaukel skrivar Herta Müller, at Rumenia var sameindur hjá Týsklandi undir 2. veraldarbardaga til 1944, tá ið tað [...] eisini um teir vóru deyðir ella eg ikki hevði kent teir. Eg leit á, at teir tóku undir við tí, eg skrivaði. Eg spurdi teir, innantanna: “Riggar hatta? Er tað gott?” Tey, sum hava lisið Paul Celan, vita, at hansara
koyrikort til hýruvogn í London er ikki sum at siga tað. Tað tekur heili 3 ár, áðrenn tú ert rættur London taxi driver, og tú skal tá duga 463 rutur uttanat og stóran partin av tíðini sita tú á prutli, [...] mongum árum síðani. Tað er vert at nevna, at hevur tú einki keypt og skalt kasta tær á vatninum, meðan tú gongur í hesum ovurhonds stóra bygningi, so mást tú gjalda eitt pund fyri tað. Her er so nógv kent [...] reglur. Bert vaktarmaðurin var at síggja, hann stóð við ávaringartólinum ella vaktartólinum, hvat hann kallar hetta og gjørdi eitt ella annað. Spurdi hann, um nakað kaffi var at fáa nakrastaðni. ? Jú, tað
Føroysk málrøkt líðir ongan skaða, um hesir fimm stavirnir finna vegin inn í okkara starvrað. Um tú eitur Karl ella Carl er fullkomiliga líka mikið fyri okkara málsliga samleika. Um okkara politikarar veruliga [...] fólk hava loyvi til at hava eina aðra meingin, uttan at verða kallað fyri danskir imperialistar. Hesum fólkunum eigur tað eisini at verða pláss fyri í Tjóðveldi. Tað er Sjúrði Skaale til miklan heiður, [...] Seinastu tíðina hava vit verið vitni til eitt politiskt eljustríð um nakrar stavir, sum hava verið útihýstir úr føroyska stavraðnum. Tað var Sjúrður Skaale, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sum legði fram
klokkan 12 til 14 um dagin og frá 10 ára aldri, so gekk ein í skúla frá klokkan 8 til middags. Tá gingu vit sjálvandi eisini í skúla leygardag, sigur Heri Til Havnar Soleiðis var tíðin, til eg fór til Havnar [...] fylgir væl við, hvat fer fram rundan um okkum og hvat hendir í sóknini. Vit hava biðið Hera greiða eitt sindur frá lívsleið síni, prestastarvinum og jóansøkuhaldi, nú hann skjótt hevur verið í Vági í 9 [...] at fáa 3. árið eisini og fingu tað partvís, sigur Heri. Til Íslands - Síðani legði eg leið mína til Íslands og søkti um at fáa tað, eg hevði lisið, góðkent har yviri. Eg fekk tvey ár av lestrinum í Føroyum
frá einum heildarsjónarmiði. Hevur tú eina samgongu, so ber ikki til at alt ov stórt glopp er millum fíggjarnevnd og landsstýri. Hinvegin eiga allir tingmenn at síggja til, at smáligheitirnar á fíggja [...] á fíggjarlógaruppskotinum elvdu ikki til teir stóru samanbrestirnar. Her hevur forarbeiðið ivaleyst verið í lagi. Hinvegin kom tað fram, at Fíggjarmálaráðíð hevur framt eina røð av smáum sparingum, sum [...] landsstýrið hevur nýtt plenuklipparin til ein stóran part av fíggjarlógaruppskotinum. Tá so er, verður rakað sera tilvildarliga og á ein hátt, sum kann verða sera óheppin fyri tann stovn ella tað felag,
í mun til hvussu hann hevur sæð hesi tingini fyrr - nú sær realistiskt uppá tey. Og tað ger hann sjálvandi, tí hann vil vera við til at hava ávirkan á politikkin. Ikki samgonga ella andstøða Hvat sigur [...] sjálvir høvdu innsæð bar ikki á mál. Síðani skal tú til at seta út í kortið av nýggjum. Tá fær tú nakrar konfrontatiónir. Eg royndi tá at analysera, hvat var gjørligt at koma ígjøgnum við, meðan Tjóðve [...] um, hvussu hart tað hevur gingið á millum ávís fólkafloksfólk og tjóðveldisfólk? -Tað er kanska rætt. Tað vilja altíð vera nøkur mál, har tú er noyddur at finna eina loysn, men har tú er ideologiskt ósamdur
tá tey verða 3 ár, men koma at bíða eitt ella tvey ár. Tí seta vit nakrar spurningar til býráðið. Hvat hendir við hesum børnunum? Skulu tey ganga í vøggustovu til tey eru 5 ár? Og hvør skal gjalda fyri tann [...] ikki vísa seg fyrr enn barnið hevur fingið eitt pláss. Tað kann t.d. vera, at barnið hevur fingið eitt pláss á einum øðrum stovni enn systkin síni, at ongir javnaldrar eru, ella at barnið noyðist at ganga [...] bara tí at teirra barn ikki hevur rætta kyni ella aldur, men tað sum vit síggja er, at tá ið nú børnini hava fingið eitt pláss, byrja foreldrini at seta spurningar og krøv til stovnin og starvsfólkini (tað
álvarsami spurningurin er tí, hevur tú vent við og lati teg frelsa í blóði Kristusar, sum er einasta offur fyri synd, ella gongur tú enn eina leið, sum tú ikki veitst hvar hon endar, hvat í endin verður av tær [...] ganga sínar egnu vegir. Áp.14,16. Ísraels fólk er eitt serligt fólk, sum Gud hevur útvalt til eina serliga uppgávu, m.a. til at vísa á sín heilagleika og við lógini vísa strongu krøv síni. Hóast at Gud [...] 430 ár seinni, ikki seta úr gildi, so hon skuldi gjørt lyftið til einkis. Vers 17. Síðani fer Paulus víðari og sigur: Hvat skuldi lógin tá til? Jú, hon varð løgd aftrat, fyri at lógbrotini skuldu koma fyri
álvarsami spurningurin er tí, hevur tú vent við og lati teg frelsa í blóði Kristusar, sum er einasta offur fyri synd, ella gongur tú enn eina leið, sum tú ikki veitst hvar hon endar, hvat í endin verður av tær [...] ganga sínar egnu vegir. Áp.14,16. Ísraels fólk er eitt serligt fólk, sum Gud hevur útvalt til eina serliga uppgávu, m.a. til at vísa á sín heilagleika og við lógini vísa strongu krøv síni. Hóast at Gud [...] 430 ár seinni, ikki seta úr gildi, so hon skuldi gjørt lyftið til einkis. Vers 17. Síðani fer Paulus víðari og sigur: Hvat skuldi lógin tá til? Jú, hon varð løgd aftrat, fyri at lógbrotini skuldu koma fyri