Stríð um stavir

Oddagrein:

Seinastu tíðina hava vit verið vitni til eitt politiskt eljustríð um nakrar stavir, sum hava verið útihýstir úr føroyska stavraðnum.

Tað var Sjúrður Skaale, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sum legði fram uppskotið um at geva stavunum c, x, z, q og w pláss aftur í føroyska stavraðnum – ella tað látínska alfabetið, sum tað eisini verður kallað.

Seinasta skotið kom frá Tórbjørn Jacobsen – eisini tingmaður fyri Tjóðveldi – sum spyr Helenu Dam á Neystabø, um danski stavurin »å« eisini fær innivist í føroyska starvraðnum. »Skal tað vera gildið, lat tað so verða gildið«, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum kallar partamannin hjá sær, Sjúrð Skaale, fyri »parlamentariska hirða hjá Málfelagnum«.

Ikki sørt niðrandi viðmerking frá einum av okkara kosnu monnum, sum eisini heldur sera hánt um, at nøkur fólk hava tikið seg saman í eitt málsligt felag, hvørs endamál ikki samsvarar sjónarmiðnum hjá Tórbjørn Jacobsen.

Vit kunnu samstundis spyrja, hvat tað er, sum fær tingfólk at brúka so nógva orku upp á eitt so lítið mál – og enn minni, hví allar slíkar hugsanir, sum eitt nú Sjúrður Skaale og Málafelagið hava ført fram, skulu kallast donsk imperialisma?

Tað tykir okkum sera undrunarvert.

Føroysk málrøkt líðir ongan skaða, um hesir fimm stavirnir finna vegin inn í okkara starvrað. Um tú eitur Karl ella Carl er fullkomiliga líka mikið fyri okkara málsliga samleika. Um okkara politikarar veruliga ynskja at bøta um málsliga kunnleika okkara, so gera teir tað best við at geva læraraskúlanum frægari sømdir til at útbúgva lærarar í føroyskum, tí tað er í skúlanum, at grundarlagið verður lagt.

Best hevði tað kortini sømt seg øllum í hesum kjakinum, um fólk vóru høvisk og nýttu fólkalig argument. Nógvir føroyingar stara seg blindar upp á danir og danska samfelagið. Men fyri tað skulu fólk hava loyvi til at hava eina aðra meingin, uttan at verða kallað fyri danskir imperialistar. Hesum fólkunum eigur tað eisini at verða pláss fyri í Tjóðveldi.

Tað er Sjúrði Skaale til miklan heiður, at júst hann sum tjóðveldistingmaður hevur reist hetta málið.