Skála er aftur á slóðini

1.DEILD: Martin Johansen skoraði í stórt korter reint hattrikk, og Simon Jørgensen, sum skoraði eitt mál, er nú toppskjútti

Tá ið 18 minuttir vóru farnir, hevði Martin Johansen skorað hattrikk, og so vann Skála 4-0 ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi

Eftir tveir dystir, har tað hevur skinklað, og samlaða úrtøkan var eitt stig, kom oddaliðið Skála aftur á beint, tá ið tað eydnaðist at vinna 4-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi.

 

Stóri maðurin undir Mýruhjalla var álopsspælarin Martin Johansen, sum hevði skorað trý mál ella reint hattrikk, tá ið 18 minuttir vóru farnir.

 

Hann skoraði í 1. minutti, í 9. minutti og aftur í 18. minutti.

 

Tá ið ein tími var farin, var tað Simon Jørgensen, sum staðfesti trivaliga sigurin. Hann er nú toppskjútti í næstbestu deildini við 15 málum.

 

Nú Skála hevur átta dystir eftir at spæla skal tað vilja meiri enn illa til, um uppflytingin skal gleppa skálamonnum av hondum. Skála er topplið við 50 stigum, AB er næstfremst við 44 stigum, og B71 er á triðja plássi við 39 stigum.

 

AB fer í morgin at spæla á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. B71 fer næstu dagarnar at spæla tveir dystir á heimavølli. Tann fyrri verður í morgin ímóti næstbesta liðnum hjá B36, og hin verður mikukvøldið, tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi fer til Sands. Talan er um dystin frá 15. umfari, sum síðsta vikuskiftið í juni varð útsettur, tí tað ikki vóru líkindi at spæla.

 

Tríggir innanhýsis dystir millum trý tey fremstu eru eftir at spæla. 3. oktober hittast Skála og B71, 18. oktober hittast AB og B71, og í 27. og síðsta umfari, sum verður 25. oktober, fær Skála vitjan av AB.

 

EB/Streymur er á sjeynda plássi við 19 stigum. Tað eru fimm stig aftur til 9. plássið, sum B36 er á. Næsti dystur hjá EB/Streymi verður leygardagin, tá ið 07 Vestur verður gestur. 07 Vestur er aftast við 7 stigum.

 

Tá ið 18 minuttir vóru farnir, hevði Martin Johansen skorað hattrikk, og so vann Skála 4-0 ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi