Mýrini og Hanna Elisabet Skylv Thomassen úr Drátti, og Óla Kluftá Hvítklett úr SÍ. Hetta vísir, at áhugin og førleikastøðið á økinum er vaksandi, og at ungdómurin fær ágóðan av góðum ítróttarkørmum og felagsskapi [...] ítrótt og ungdóm í kommununi – bæði við atliti til komandi Oyggjaleikir og sum íkast til eitt fjølbroyttari og livandi ítróttaumhvørvi í kommununi. Vøllurin verður gjørdur sambært altjóða krøvum og skal [...] í Sandavági, bogaskjóting í Miðvági og flogbólti á Giljanesi. Hetta er ein gyltur møguleiki at vísa fram bæði góðar og náttúruvakrar umstøður, umframt eitt virkið og framfýsið ítróttarlív í kommununi.
hann og starvsfelagar hansara kannað lyftini frá fólkatingsvalinum í 2019 og funnið útav, at tveir triðingar av lyftunum veruliga vórðu hildin. Sum liður í verkætlanini hava granskararnir skrásett og fylgt [...] Vallyfti kunnu fella stjórnir og merkja ein politikara um allar ævir. Vallyfti hava eitt øgiliga ringt umdømi. Enn seta flokkar á vali eftir val eina røð av nýggjum lyftum í fram fyri at sannføra veljararnar [...] Javnaðarflokkurin av sínum 112 lyftum frá 2019 hildið umleið helvtina til fulnar og ein annan sætta part so nøkulunda, og enn er tíð eftir til næsta val. Kortini halda flestu veljarar, at politikarar ikki
Í fleiri áratíggjur hevur tað ikki kavað so nógv í Avstralia, sum nú um vikuskiftið, og bjargingarlið høvdu fram til fyrr í kvøld havt fleiri enn 1400 ymiskar uppgávur í samband við kavan um vikuskiftið [...] vanlukkan hendi. Sum skilst, slapp bilførarin í tryggleika og bjargaði sær lívinum, men leitanin eftir kvinnuni, sum eisini var í bilinum, heldur fram. Veðurfrøðingurin, Miriam Bradbury, heldur, at tað eru [...] Leygardagin kavaði tað so nógv í fleiri býum í Avstralia, at kavin lá næstan 40 sentimetrar tjúkkur, og tað er serliga í eystara parti av landinum, at illveður hevur verið við nógvum kava. Sagt verður, at
Inflatiónin hevur trýst manga familju í Føroyum og matvøruprísirnir hava verið og eru enn høgir, og tí varð málið um príseftirlit lagt fyri tingið, og vinnunevndin samtykti hetta einmælt. Nógv spennandi [...] ein trygdar og verjupolitikk, sum staðfestir, at tað er Føroya løgting, sum tekur avgerðir tá tað kemur til trygd og ikki sum 2 fólkatingslimir ganga og trygla um, at verjumál skal avgerast og tingast um [...] NEAFC og NAFO og til ST Latið okkum fara ein túr til Danmarkar at heinta hesar lyklar, so hurðarnar verða latnar upp fyri Føroyum. Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi og limur í uttanlands og vinnunevndini
skrivar hann og vísir á, at tað er “ein hópur av væl úr hondum greiddum og væl undirbygdum bókum, sjónvarps- og útvarpssendingum og heimildarfilmum, ið sakliga og edrúiliga lýsa Ísrael, Palestina og ræðuleikarnar [...] stuðlaðu Sovjet, hava aldrin ásannað, at tað, tey søgdu og gjørdu, var skeivt. At tey arbeiddu ímóti demokratii og frælsi - og fyri kúgan og ófrælsi. Og nógv teirra eru í dag partur av sonevndu “pro-Palestina” [...] flokkar. Og flaggið umboðar tey øll. Føroyska flaggið umboðar alt tað, vit hava verið, og tað, vit eru. Tað umboðar ikki nakran ávísan bólk, men øll. Høg sum lág. Kirkjufólk og babtistar. Norðingar og suðuroyingar
Babe", "Here I Am (Come And Take Me)" og "The Way You Do The Things You". Øll árini frá 1978 og fram til 2008 var manningin í UB40 støðug, men tá fór sangarin og eyðkenda røddin í bólkinum, Ali Campbell [...] profilurin í bólkinum, Ali Campbell, helt fram við sínum bólki, og nú kemur UB40 ft. Ali Campbell til Føroya at spæla, og teir fara at skapa eina óvanliga og góða uppliving við øllum teimum deiligu re [...] Teir hava toppað hitlistarnar í USA og Onglandi við sangum sum "Red Red Wine" og "Can't Help Falling In Love", og teir verða roknaðir sum helst mætasti reggae-poppbólkur í tónleikasøguni. UB40 við sangaranum
avrættað í Saudi Arabia í gjár, vóru fýra ríkisborgarar úr Somalia og tríggir úr Etiopia. Sambært landsins myndugleikum fóru avrættingarnar fram í Najran-regiónini har suðuri í landinum. Eitt yvirlit, sum t
at tálma nýtsluna og at minka um skaðan á einstaklingin og samfelagið. Hagtølini vísa, at síðan Rúsdrekkasøla Landsins læt upp, hava fólk drukkið minni av sterkum brennivíni og spyrja eftir veikari [...] veikari rúsdrekka av betri dygd í staðin. – Skipanin er góð, og gongdina vilja vit hava at halda fram. Matstovuvinnan hevur tó eftirlýst at kunna keypa rúsdrekka beinleiðis úr útheimi, uttan um ei [...] ólavsøkufrágreiðing løgmans. – Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri skapa ein fjøltáttaðan og mótstøðuføran búskap og tí fara vit at virka fyri at broyta rúsdrekkalógina, so vinnan fær betri karmar at
kvøld høvdu vitjan av B71. Úrslitið ber við sær, at B71 er á triðja plássi, og at tað eru fimm stig fram til AB, sum er næstfremst og harvið á uppflytingarplássi. B71 hevur spælt ein dyst færri enn AB. Talan [...] var Áron Høj, sum minkaði um munin til 3-2, og tað var Steffan A. Løkin, sum átti uppleggið. Og tveir minuttir seinni staðfesti Leonard Londe 4-2 B71 sigurin og hattrikkið. Uppleggið átti Óli á Reynatrøð [...] skoraði trý mál og er B71 toppskjútti við 11 málum. Eitt stórt korter var farið, tá ið NSÍ legði seg á odda. Málskjútti var Steffan A. Løkin, sum undan summarsteðginum gavst á besta liðnum, og sum í dag var
bronsudystinum taptu Maria og Osla 0-2 fyri Marinósdóttir og Pétursdóttir úr Íslandi. Settmunurin var 15-21 og 14-21. Hákun og Rani taptu í fjórðingsfinalunum 0-2 fyri Gillies og Caesar úr Skotlandi. Settmunurin [...] undankapping til U20 EM-kapping í 2026. Kappingin fer fram í Dublin. Tað eru Hákun Nón og Rani Ákason úr ÍF, sum manna mannsliðið, og Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen úr Mjølni, sum manna kvinnuliðið [...] Maria og Osla rukku hálvfinalunum, har tær taptu fyri ovast styrkismetta liðnum úr Írlandi, Cassidy/Hulcahy. Talan gjørdist um 0-2 tap. Í seinna settinum stóð á gomlum nøglum. Settmunurin var 21-17 og 23-21