9% í ár. Skattatrýstið er minkað uppaftur meira í ár. Harafturat er grundlønin hjá pensjónistum nú skattafrí. Skattahámarkið er lækkað niður aftur á 50%, og marginalskattatrýstið er lækkað. Fíggjarognaravgjaldið [...] váttan um, at tað er torført hjá vinnuni, fiskifrøðingum og øðrum at semjast um felags loysnir. Tað er sjálvsagt politiski myndugleikin, sum skal skera ígjøgnum. Tað er tað, hann er valdur til. Hetta hevur [...] og at hetta er galdandi fyri ein stóran meiriluta í løgtinginum. Veruleikin er, at ein avmarking undir 30% í miðal er ongin minking at tala um. Hví ikki leggja kortini á borðið og siga sum er, at Føroya
virðiliga er komið aftur til arbeiðis. Enn veit útvarpsstjórin ikki nakað ítøkjuligt at siga um, hvussu útvarpið fer at senda - ella um senditíðin verður longd enn meira, enn í fjør. ? Tað er tó greitt [...] við teirri sendingini. Tað var sagt framman undan, at tað nyttar einki at senda útvarp frá klokkan 2200 til 0100 leygarkvøld, tí tað er sjónvarpssenditíð. Men vit hava so prógvað tað mótsætta, sigur hann [...] í veruleikanum er, at 60% ferð út aftur sum vinningar, meðan útvarpið sjálvt fær 40%. Annars verður V4 drátturin í november 28 ár. Fyrsti drátturin var í november 1969. Peningurin, inn er komin í V4 hevur
sum varð stovnað í 1905, er næststørsta fyritøkan í Noregi í dag. Bert Statoil er størri. Tað almenna eigur meira enn 50% í fyritøkuni, sum arbeiðir kring allan heimin. Oljan er bert ein partur av virkseminum [...] Íløgan í alt feltið er uppá umnleið 50 milliardir kr. Úti á oljupallinum fingu føroyingar kunning um arbeiðið har og ikki minst varð stórur dentur lagdur á at greiða frá trygdini. Tað er einki dulsmál, at Norsk [...] aluminium og kunsttøðum og aling av laksi. Hon er størsti laksaalari í Europa og eigur eitt nú stór alibrúk í Hetlandi og Skotlandi umframt í Noregi. Í dag er Norsk Hydro við í oljuvinnu í Norðsjónum og annars
ikki torført hjá HB at spæla, sjálvt um teir á heimaliðnum stóran part av tíðini bara vóru tíggju. Tað er langt síðani, at gøtumenn, sum annars eru kendir fyri ágrýtni, felags stríðsvilja og ferðmikið spæl [...] bleiv ikki til meiri enn aftur og fram á egnari hálvu. Gjøgnumbrot í síðunum og eftir miðásinum sást einki til, og íalt høvdu teir ikki meiri enn einar fimm ella seks royndir ímóti málinum. HB var betri á [...] yvirmanna álopspartin í 2. hálvleiki, tá Símun Petur Justinussen ofta fór fram, men tað spurdist einki burturúr. Í staðin gjørdust kontraálopini hjá HB vandamikil, eisini tí at GÍ menninir gjørdu eina
rætt fram. TÁ tað er sagt, skal leggjast afturat, at talan er ikki bara um ógegnið hjá skrivaranum hjá kanningarnevndini, sum Kári D. Petersen, advokatur, sigur í Sosialinum. Spurningurin er nevniliga, um [...] landsstýrinum frá, at teir møta ikki aftur, fyrr enn greiða er fingin á hesum týðandi máli. HEVÐI løgmaður skula avgjørt, hvat hendi í hesum máli, hendi einki. Hann vildi upprunaliga slettis ikki hava nakra kanning [...] bankamálið kannað. UMFRAMT at løgmaður er trekur í hesum máli, fer hann eisini skeivur, tá hann sigur, at málið liggur hjá Løgtinginum. Tingið hevur avgreitt málið, og tað er landsstýrið sum útinnandi vald skal
Útvarpinum,« sigur hann við Sosialin. Tað er soleiðis, at tá ein hevur verið í níggju ár á sama arbeiðsplássi, er tað gott við einum skifti, heldur Tórður Mikkelsen. Tað er nú ikki tað, sigur Tórður Mikkelsen [...] Útvarpið er ein miðil, sum hevur passað honum væl at arbeitt við. Har er lætt at koma til innsløg, og skjótt at senda. Júst við at ganga við taskuni um herðarnar. »Tú passar teg sjálvan, so at siga. Er okkurt [...] fyri at stagnera liggur alla tíðina í huganum, so best er helst at skifta, meðan ein sjálvur finnur dyrnar. Góðan morgun Tórður Tórður Mikkelsen er líkasum vorðin ein ímynd av morgunsendingini í Útvarpinum
sum vit arbeiða eftir, vísir ikki greitt, hvussu langt hon røkkur. Heimildin er ógreið, tá tosað verður um sjógvin, um tað er til strandakantin ella tríggjar -12 fjórðingar út, sigur Bárður Enni. Hann vísir [...] at bingjur eru tøkar til hetta endamálið. Harnæst eru tangar til spillolju. Eftir hvat skilst, so er einki eftirlit annars við virkseminum úti á Redini. Fyri tveimum vikum síðani handaði ein arbeiðsbólkur [...] Bárður Enni, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan fyrst yvirtekur ábyrgdina fyri burturkastinum, tá tað er komið í land. V&B - bert tað sum flýtur á sjónum Elmar Olsen, leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni
við mikrofonina sita aftur hesa ferð Høgni Hoydal og Ólavur Waag Høgnesen. Jógvan Arge er á sama plássi, sum hann er hvørja ferð landsliðið spælir, og afturat sær hevur hann Súna Merkisstein og tveir teknikarar [...] frá, at áhugin heima á landi er lítil, nú Kekkia ongan møguleika hevur fyri at koma við í HM endaspælið komandi summar. Men hóast sjónvarpið har niðri ger millum lítið og einki burturúr í dag, so eru tíggju [...] tí sambandinum, í sendingini. Allan Simonsen er eitt kent navn í Týskalandi, og tí eru týskararnir eisini áhugaðir at gera burturúr føroyska venjaranum. Tað er danska Ekstra Blaðið eisini. Teir hava sent
et rasende menneske, det er sandt og i sine prædikener sagde Hr. Peder: I siger præsten er gal, nej, præsten er ikke gal, han har bedre forstand end nogen af dem, der siger han er gal«. Konan og børnini [...] hildið, at Andreas Heyde er hansara maður. Men sum tað púra greitt sæst av teimum tilburðum, har hann er uppií, so er hann latur og roynir at smoyggja sær undan har til ber. Hann er soleiðis ikki nóg dámligur [...] tykist friður at vera fallin yvir Peder Arhboe, tí umframt søgnina er lítið og einki at frætta frá honum. Um tann søguliga Peder Arhboe er bara eftir at siga, at hann ongantíð misti virðingina millum vanligt
Einki bræv er komið afturat frá FIFA um, hvussu tað verður við rættinum hjá Jan Dam at spæla, tá landsliðið um ein mánað skal til Spania. Men tað er púra greitt, at um liðformaðurin fær gult kort seinnapartin [...] telist ímillum teir bestu, ikki bara í Danmark men í øllum Europa. Hann er mest vandamikil, tá okkara lið er undir trýsti, og tað er eitt ógvuliga stórt aktiv hjá okkum, endar liðformaðurin, sum seinnapartin [...] og eg haldi, at tað seinna í hvussu so er fyri ein part gjørdi seg galdandi. Gevur úrslitið í Kekkia orsøk til at halda, at tað fer at ganga væl í dag? ? Tað er ómøguligt at siga. Tað sæst ikki fyrrenn