brotskast, so tók kyndlamálverjin tað. Tað var fyrst og fremst hon, sum gjørdi, at Neistin ongantíð veruliga fekk fótin fyri seg, eftir at Kyndil hevði lagt seg væl á odda í byrjanini av dystinum. Hin stórspælarin [...] taktikkur kostaði Neistin hevði broytt taktikk hesa ferð í mun til steypafinaluna vikuna frammanundan. Sunnudagin varð Lotte Sørensen mansvard so at siga frá byrjan til enda. Hon fekk heldur ikki meir enn [...] dysturin byrjaði. Hjá Neistanum var Inga Danberg enn eina ferð besti spælarin, men hóast hon gjørdi sítt besta, kundi hon ikki einsamøll vinna dystin fyri Neistan. Mildrið Jacobsen kom væl við á vonginum í
framtíðini, hon hevur í øllum førum røddina til at koma langt í føroyska tónleikaheiminum. Tað hevði verið sera áhugavert, um hon kanska hevði komið í samband við onkran tónleikabólk, ið hevði tørv á einari [...] so noyddist man at bíða í rúma tíð, áðrenn tað fór nakað fram á pallinum. Eftir at plátuvendarin hevði stríðst í góðar tveir tímar fóru framførslurnar í gongd, tá ið klokkan mundi verða umleið 2. Spice [...] Tað er eingin ivi um, at kollfirðingar eiga ein sera evnaríkan sangfugl í tí ungu Súsannu Madsen. Hon sang sangin »Unbreak my heart« hjá Toni Braxton. Súsanna sang sangin so mikið væl, at ein skuldi næstan
dagar, men eg rokni við at danska stjórnin við hesum ætlar at minna arbeiðandi fjøldina á, hvat tað er hon hevur at velja ímillum. ? Eina arbeiðaravinarliga javnaðarstjórn ella eina borgarliga stjórn, sigur [...] hava fólkaatkvøðuna um Amsterdam-sáttmálan áðrenn eitt val tí hann metti, at Poul Nyrup Rasmussen hevði lættari við, at fáa javnaðarveljararnar at atkvøða fyri Amsterdam-sáttmálanum. Men tað var nokk ikki
so málsliga framskygda, at hon enn í dag uppfyllir tey krøv, ið vanligi lesarin setur. Eisini eydnaðist tað honum at fáa hana at liggja so nær upprunaligu handritunum, at hon er ring at kritisera. Vit kunnu [...] øll vita, ið kenna eitt sindur til tíðina tá, so var jú danskt kirkjumál og skúlamál, so føroyskt hevði vánalig líkindi, og ikki vóru so góð útlit fyri, at vit fóru at fáa eina bíbliu í bræði, hóast partar [...] máli, ið lá so nær talu og skriftmálinum sum gjørligt. Hann hevur nokk ikki mett, at tað, ið Dahl hevði umsett, uppfylti hesi ynski hansara. Hesa áskoðan um málið í J. Dahls umseting tykist Hans. J. Joensen
eina nýggja støðu. Hertil kemur, at um vit tá høvdu lagt okkum fast á eina endaliga loysn nú, so hevði hon ikki verið nýtilig, sum grundarlag. Eilif Samuelsen vil ikki siga, um als einki hendir áðrenn 11
býráðnum átti at verið á tí runda degnum, skuldi hon verið hóskandi, men smbt. Sosialinum var hon altso ov lítil, alt ov lítil. Ja so skammiliga lítil, at hon ikki átti at verið latin. Tíverri verður einki [...] við eini veruligari gávu. At geva felagnum ein kekk við 5.000 krónum er ein so stór skomm, at tað hevði verið betri ógjørt?. 80 ára dagurin hjá einum av býarinnar fremstu mentanarfeløgunum er ein stórur [...] Sæð í hesum ljósi, haldi eg ikki, at føðingardagsgávan uppá kr. 5.000 var so skammiliga lítil, at hon ikki átti at verið latin. Í øllum førum ber ikki til at siga nakað um mentanarpolitikk Tórshavnar býráðs
móttøkuni, og tað eydnaðist ikki væl. Móttøkurnar kundu ikki brúkast til at byggja nakað álop upp, og tí hevði Mjølnir eisini nokk so lætt spæl í blokkinum. Góðar servur og gott álop Tað var ein partur av taktikkinum [...] stóð sera væl. Tað sum kom ígjøgnum vóru aftaru verjuspælararnir til reiðar at taka, so tað var torført hjá Fram at gera nakað sum helst. Og nú sást trupulleikin hjá Fram so týðiliga. Teir spæla ov nógv [...] púrasta upp. Ongar móttøkur, onki álop og vánaligt verjuspæl høvdu teir hesa løtuna. Eftir eina løtu hevði Fram lagt seg á odda 10-9, eftir at hava verið aftanfyri 0-9. Tað sá tó út sum um Mjølnir fann tráðin
ÍFa og Fleyr spældu sínámillum dyst leygardagin í Kambsdali. Men tað sá ikki út sum ÍF hevði hug at spæla. Í fyrsta settið høvdu teir lagt spæligleðina eftir inni í skiftirúminum, og teir komu ongantíð [...] heldur ikki nóg gott. Tá spælararnir heldur ikki trúgva uppá, at teir kunnu vinna bóltarnar, so er torført at vinna ein dyst. Fleyr nýggjan mann Tað var annars ein nýggjur maður við á Fleyr liðnum henda dagin
føroysku uttanlandsskuldina. Tá Fíggingargrunnurin samráddist við bankan um partabrævaumbýtið í 1993, hevði grunnurin eisini løgfrøðiligu ábyrgdina. Henda ábyrgd hevur enn størri týdning, nú fyrningarfreistin [...] um. Tað er heldur ikki hugsandi, at stjórnin fer at biða Fíggingargrunnin taka stig til slíkt, tí hon hevur, síðani bankakanningin varð sett í verk, av sínum eintøkum tikið stig til ymisk mál. Danska stjórnin
trupulleiki Danska samfelagið hevur havt eina sera positiva búskaparliga gongd seinastu árini, og hon hevur gjørt, at arbeiðsloysi er minkað ógvuliga nógv. Men størsti parturin av teimum sum hevur fingið [...] verða. Nú er hesin partur uppá 20,4% Til tað sigur granskarin og professarin, Nina Smith, at: ? Nógv hevði verið heilt skeivt í danska vælferðarsamfelagnum um fólk bert fór til arbeiðis fyri pengarnar skyld