egnum lívi og skilja, hvat vit vilja við tí, segði Geir Gundersen. Vit mugu skifta fordómar og sjálvgjørdar gudamyndir út við tann einfalda spurningin til okkum sjálv: »Hvør ert tú?« Hesin spurningur, ið [...] Sveits. Tann søgan hevur sín uppruna í, at Blái Krossur, eins og Reyði Krossur, er felagskapur, sum stovnaður er í Sveits. Og higar til dags hava tey hildið uppá, at formaðurin eisini hevur verið haðani. Men [...] við søguna hjá Bláa Krossi, sum í altjóða høpi hevur 127 ár á baki. Í Føroyum hevur Blái Krossur verið í hundrað ár. Tað er longri, enn felagsskapurin hevur verið í Noreg, vísti hann á og kallaði tí føroyska
rámandi sagt, tí hvat má tað ikki vera sera svárt ongantíð sjálvur at kunna klemma síni nærmastu, tá tey klemma ein, at spæla við síni abbabørn, sleppa út á flot ella í náttúruna, ella at ferðast sum onnur [...] løturnar, fyri okkara góðu prát og tað, sum tú eisini gav mær - tað at mann skal seta prís upp á løturnar og hvønn dag mann livir, tí ongin kennir morgindagin. Nú hevur tú funnið æviga friðin, sloppin leysur úr [...] úr likaminum og sálin er frí og farin heim til Jesuspápa, sum tú leit á. Eg ivist ikki í, at tú nú aftur loksins er saman við tínum kæru sum undan eru farin - nú er alt gott. Eg vil enda við við lyftunum
meira sum orðstýrari, sigur hann. Tá ið tú hevur hitt so nógv ymisk fólk í 41 ár, sum barberurin hevur gjørt, man neyvan tað evni vera til, sum prátað ikki hevur verið um. - Eg eri forvitin av lyndi, og [...] Íshúsið hevur sína søgu; tað er bygt fyrst í 1900-talinum. Øll árini, síðan 1969, hevur Jógvan arbeitt einsamallur, og tað er ein ørgrynna av høvdum, hann hevur klipt hesi árini og árini heilt aftur til 1961 [...] vera keðiligt at vita, tí tú kanst ikki brúka tað til nakað. Jógvan heldur, at tað er stórur munur á, hvat fólk í Havn og uttanfyri Havnina tosa um, og hetta hongur saman við, hvat fólk takast við. - Í Havn
ígjøgnum? Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin og sum fæst til keyps í sølubúðunum, eru fýra síður um Sandoyartunnilin. Blaðið hevur verið ein túr ígjøgnum tunnilin saman við stjóranum, Teiti Samuelsen [...] Tað er nógv hent í Sandoyartunlinum, síðan seinasta skotið varð latið av fyri góðum ári síðan – ella hin 3. februar í fjør. Tá vórðu teir 10,8 kilometrarnir boraðir, sum longsti tunnil í Føroyum er langur [...] tunnilin letur upp. Men, tað vita tey flestu, hóast tey helst vildu hoyrt okkurt annað. Flestu vita, hvat sáttmálin millum P/F Eystur-og Sandoyartunlar og NCC sigur, men kortini verður dúgliga spurt og fregnast
maðurin við 10-talinum á rygginum hjá havnarliðnum hevur gjørt um seg seinastu tíðina. Árið í fjør var hann í stóran mun darvaður av skaðum, og eisini í ár hevur hetta verið ein trupulleiki hjá honum, men skal [...] sjálvsálitið er í lagi. Ikki bert talent Er hetta samstundis eitt tekin um, at tú ert um at blíva meira enn bara eitt talent, ella hvussu? - Tað hopi eg í hvussu so er at sleppa av við nú. Tað er eisini neyðugt [...] dystir innan stutta tíð, er hetta eisini um at koma í rættlag. Gleðir seg til grannauppgerðina Hvussu verður so við leygardegnum. Ætlar tú eisini at skjóta mál tá? - Tað hevði í hvussu so er verið øgiliga stuttligt
10 mánaðum síðani vart tú nær við at enda í belgiska felagnum Moeskroen, men tað bleiv ikki til nakað, og ístaðin komst tú til FCK. Ert tú keddur av, at tað gekk soleiðis, og at tú ikki slapst út um Danmark [...] ikki gera tað. Merkir tú nakað til tey, sum ikki eru glað, tá tað gongur tykkum væl? ? Nei, tað geri eg ikki. Tað er bara meðan vit spæla dystir. Tá tú fórt frá Lyngby til FCK, fórt tú samstudis frá at hava [...] tryggjar eisini, at sleppi eg avstað, verður tað til okkurt rímuliga gott felag. Leingist heim á jólum Hevur tú sett tær nakað mál fyri hvussu leingi tú vilt satsa uppá fótbóltin? ? Tað gjørdi eg, tá eg
Býráð hevur ikki rættiliga fingið um endan, tá tað snýr seg um at vísa fram og lýsa býarsøguna og landssøguna. Grannarnir í Íslandi eru fleiri rossalongdir frammanfyri okkum. Tú kemur ikki til tann minsta [...] embætismannahúsum, almugusavnið í einum sethúsum ella fleiri o.s.fr. Fara vit heilt út á Tinga-nes, sum framvegis hoyrir til Havnina, skuldi onki verið til hindurs fyri, at eitt savn, sum lýsir tann Kongliga [...] húsunum at búgva í. Tað tryggjar eitt ávíst lív og hugna, men til tess, at eitt rættiligt lív skal vera har, er neyðugt at brúka summi av húsunum til annað enn bústaðir. Tað kann hóskandi verða gjørt á tann
Ulla. Í summum førum er tað læknin, sum hevur rátt fólki til at fara til kostráðgeva, tí blóðroyndir hava víst, at blóðtrýstið ella kolesteroltalið er ov høgt, ella tí tey viga ov nógv. Men alsamt fleiri [...] venda sær til Ullu, er, at tey ongantíð hava fingið eitt veruligt innlit í, hvussu maturin er samansettur, og hvørjar avleiðingar ósunnur matur hevur í longdini. Tey hava hoyrt okkurt her og lisið okkurt [...] - Okkum nýtist ikki at fara longur enn til handils ella ein gongutúr í býnum fyri at síggja, at ovurfiti eisini er ein stórur trupulleiki hjá føroyingum. Fólk, ið viga alt ov nógv, eru vorðin ein sjálvsagdur
mongum førum blivið til Globalar standardir. Eigur ikki at verða gjørt til ein spurning um Ríkisfelagsskap ella Fullveldi Tað eigur ikki at verða spurningurin um Ríkisfelagsskap ella fullveldið, sum avgerð [...] øðrum økjum við. Hvat kann EFTA geva okkum ? EFTA limaskapur er tað sum hevur verið mest frammi í tosinum í samband við Vision 2015 - hetta ivaleyst orsakað av, at hvørki Javnaðarflokkurin ella Fólkaflokkurin [...] onki dulsmál at Noreg dúgliga fríggjar til ES og vil hava optimala marknaðaratgongd. Teir vilja ivaleyst royna at býta seg til slíka við góðum vinnuligum agnið til ES. Ísland somuleiðis er eisini við at
fyri, hvat tú kanst fáa burtur úr. Pløgg, ryggskekkir, lampuskermar, veggjaprýði og ymiskt til børn. Eg miði ímóti at gera lutir, sum kunnu seljast á marknaðinum, tað vil siga sum souvenirs til ferðafólk [...] Hátún ikki heilt samd í. - Tað ber til at virka og fáa nógv burtur úr føroysku ullini. Hon er góð til nøkur ávís ting, kanska ikki til at hava næst at kroppinum, men til útipløgg er hon frálík. Veður hon [...] seg um at útvikla nøkur ting, sum hóska til føroysku ullina. Vit hava lyndi til bara at finnast at føroysku ullini uttan at tosa um, hvat hon er væl og best egnað til. Tógvið hjá Suðuroyar Ullavirki er rættiliga