tekur hetta upp til viðgerðar, heldur hann. Hann leggur stóran dent á, at hann finst ikki at teimum, sum keypa og selja kvotur og fiskiloyvi, tí tað hava tey fullan rætt til. Hann er hevur heldur onki ímóti [...] sum eru fingnar til vega fyri onki frá tí almenna, skulu kunna seljast víðari til feløg, sum vit vita, ikki eru føroysk, men í stóran mun útlendsk ella hava útlendskan stórkapital í rygginum. Hann sóknast [...] ræðið, ábyrgdin og vinningurin verða býtt ímillum partarnar. - Men biður tú um alment innlit, fær tú ikki hesar á borðið, men tær hevur fiskimálaráið væl í sínum sakum. Tað verður tosað so nógv um opinleika
leigaði samstundis bedingina frá felagnum, hann áður hevur lært og starvast hjá. Søren Svenning er útbúgvin innan glastrevjayrkið og hevur lært til tað, sum danir rópa epeterings-bådbygger. - Áðrenn eg [...] septiktangar, vatntangar ? ella, hvat nú hugsast kann úr glasfipur. Haraftrat eru møguleikar fyri smásølu í bygninginum. Søren Svenning sigur, at Skipaeftirlitið hevur góðkent bygningin til umbyggingar og nýbyggingar [...] Svenning. Rot-og vatntangar Spf. SD Beding hevur eisini keypt formar til rot-og vatntangar, sum Svend Krosstein áður hevur keypt frá Alu-Plast í Gøtu. - Vit vendu okkum til Svend Krosstein, tí teir brúktu ikki
pant, sum keypari fær aftur, tá hann ber fløskuna aftur til seljaran. Tú kanst ikki fara aftur til Atlantsflog við einum ferðaseðli, sum tú hevur brúkt ferðina innanúr, og krevja avgjøldini afturgoldin [...] vísir Magni Arge á. Víst hevur verið á, at lýsingarnar hjá Atlantsdflogi við bíligum ferðum til Reykjavíkar og London, siga heldur ikki allan sannleikan. Til dømis tað, at til ber at ferðast fyri nakrar [...] g um upprunan til lýsingarherferðina, har Atlantsflog lýsir við bíligum ferðum og vísir við smáum til tey eykagjøld, sum hanga uppivið. Magni Arge sigur, at leiðslan á Atlantsflogi hevur tosað við kap
telefonsamrøðum við tíðindafólk, men gekk tó við til at ein minni grein varð skrivað í Sosialin, greinin sum tú situr við nú. -Eg havi tað gott og líði onga neyð. Tú má endiliga heilsa heima í Fø.royum. Eg havi [...] ikki sloppin eftir henni. Eg má fara at ringja til flogfelagið at vita hvussu stendur til við ísinum. So kemur hon við flogfarið til Sveagruva og eg kann fara eftir henni við bátinum. Irriterandi ísbjarnir [...] Nielsen. Hann hevur í mong ár verið veiðumaður á Svalbard og býr meginpartin av tíðini einsamallur á hesi oyggj, har hann serliga livir av at savna æðudún, reinsa hetta og selja tað til dýnur og koddar
meg til. Og hvat um hetta inntrykkið faktiskt er púra við síðun av og verður fullkomiliga gjørt til láturs? Tað er eitt sindur sum fordómar. Ein hevur næstan altíð fordómar, um ein vil tað ella ikki [...] seta ein popbólk saman, ið vendi sær til tann vaksna lurtaran. Ella í øllum førum ein nakað eldri málbólk enn tann, ið PoppKorn appeleraði til. 36 gentur møttu tá upp til upptøkuroynd í útvarpshúsinum hjá [...] komu dansigenturnar inn aftur og endaðu upphitingina til høvuðsnavnið við einum dansi afturat. Nervar skinklaðu byrjanina So var tíðin endiliga komin til tað, ið øll bíðaðu spentast eftir; Faroe 5! Sjálvt
elagið hevur verið sera gott. Men hon heldur eisini, at Tvøroyrar Býráð eigur ein týðandi leiklut í, at skúlin hevur hepnast so væl. Skúlin hevur lagt høli til og hevur brúkt nógvan pening til skúlan. [...] upp á eitt hægri støði. Av tí sama hevur hon eisini fylgt gjølliga við, hvussu tað hevur gingist skúlanum. Og hon er púra sannførd um, at ein høvuðsheiður av, at tað hevur gingið so væl, er, at skúlin varð [...] sannførd um, at tað fór aldrin at bera til at fáa ein líkinda skúla burturúr at leggja hann í Suðuroy Men nú skúlin hevur virkað í góð fýra ár, heldur Ása Olsen, at tað hevur verið ein heilt avgjørd styrki fyri
prestin, sum kemur til Føroya, sum kemur inn til fólk úti á bygd og sum skal vitja kirkjufólkið á fjarskotnari oyggj. Nógvar av hesum somu hendingum eru Jørgen og Marie fyri. Bókin hevur undirheitið skaldsøga [...] við í søguni, sum fer fram uml. 1889 til 1995. Sum lesarin kanska longu hevur gitt, so er henda skaldsøgan eins og ”Undir suðurstjørnum” skrivað í fleiri fláum ella tíðum. Tað er undrunarvert, so væl Gunnar [...] um eina ferð, prestahjúnini fara til Skálavíkar, ein sonn perla. Lyriskar náttúrulýsingar og persónar, sum veruliga liva. Hin gamli Jógvan, abbi smádrongin Dánjal, hevur lívsvísdóm, og hann og Marie skilja
flennir hann. - Men tað er rætt, at tað til tíðir kann vera trupult at náa øllum. Nógvir dagar ganga á tann hátt, at eg fari til arbeiðis um morgunin, og har eri eg so, til venjingin stendur á skránni. Tá hon [...] familjan brádliga ikki er her, sigur Jákup, sum í 2003 var við til at bera elsta bróðurin á sína seinastu ferð. - Eg meini bara við, at tá tú hevur gjørt av, hvussu framtíðin sær út, so er eitt giftarmál ett [...] eisini av, hvat eg gjørdi, tá vit komu saman. Tað fer nógv tíð við fótbóltinum, men tað er jú avmarkað, hvussu leingi hetta stendur við. Eg spæli jú ikki á landsliðnum í allar ævir, so hon hevur ongan tíð
..” HVAT segði hann? Eg visti ikki, um eg skuldi flenna ella gráta. Flenna eftir einum løgmanni, sum á alljósum degi og fyri opnari mikrofon viðurkennir, at hann ikki “hevur ánilsi fyri tí”. Ella gráta [...] eitt ella annað sett av á norður um Fjall, tá ið álitið kemur út aftur. Eg veit ikki. Eg havi ikki ánilsi fyri tí. Men hatta er ein prognosa. Men ókey, lat okkum fáa at síggja, hvat tað verður til, tá ið [...] fíggjarlógaruppskotinum, at partar av samgonguni ikki tóku undir við landsstýrinum í at strika pengarnar til Sandoyartunnilin og tunlarnar norður um Fjall. Fíggjarmálaráðharrin hevði frammanundan proklamerað
síggja, at tað hevur nakra ávirkan á stovnin av fugli ella haru, at seta hámark fyri, hvussu nógv skot ein byrsa kann hava. Sjálvur er Tønnis Wardum íðin veiðimaður, men hann heldur, at hevur tú byrsur við [...] føðingardag og so skráseta vit nummarið á byrsuni, Hvat síðani verður av byrsuni, vita vit einki um. Hann sigur, at sum hann hevur skilt tað er ætlanin, at hevur onkur hug at keypa byrsu, fer viðkomandi í ein [...] sum viðkomandi síðani fer til myndugleikarnar við og fær eina góðkenning til at ogna sær hesa byrsuna. - Keyparin fer so aftur í handilin við váttanini um, at hann er góðkendur til at keypa hesa ávísu byrsuna