Føroyskur einabúgvi á Svalbard

Svalbard, Sosialurin: Uttast í Van Mijenfjørðinum á sunnalaga á vesturstrondini á Svalbard liggur Akseloyggin sum ein bylgjubrótari og letir hendan fjørðin aftur. Báðumegin við er smøl sund inn móti fjarðarørmunum og við syðra enda býr vágbingurin Louis Nielsen. Hann hevur í mong ár verið veiðumaður á Svalbard og býr meginpartin av tíðini einsamallur á hesi oyggj, har hann serliga livir av at savna æðudún, reinsa hetta og selja tað til dýnur og koddar niðri á europæiska meginlandinum.

Svalbard, Sosialurin: Uttast í Van Mijenfjørðinum á sunnalaga á vesturstrondini á Svalbard liggur Akseloyggin sum ein bylgjubrótari og letir hendan fjørðin aftur. Báðumegin við er smøl sund inn móti fjarðarørmunum og við syðra enda býr vágbingurin Louis Nielsen. Hann hevur í mong ár verið veiðumaður á Svalbard og býr meginpartin av tíðini einsamallur á hesi oyggj, har hann serliga livir av at savna æðudún, reinsa hetta og selja tað til dýnur og koddar niðri á europæiska meginlandinum.
Tað eydnaðist ikki Sosialinum at hitta Louis Poulsen undir fýra eygum. Onki rutusamband er við oynna og tað er bert hendingaferð at fartur er út í samband við okkurt ferðalag, ella tá sýslumaðurin er á vitjan einaferð um árið. Men tað eydnðist at síggja oynna, hóast eitt sindur í fjarstøðu. Sosialurin vitjaði norska námsbýrin Sveagruva, sum liggur longri inni í fjørðinum og á veg heimaftur hagani flugu vit nærhendis Akseloynni.
Louis er ikki lætttur at fáa hendur á hesa tíðina. Æðurnar liggja á og nú er tíðina at savna dún. Hann er úti tað eyguni eru opin. Sosialurin royndi alla seinastu viku og beint áðrenn heimferðina tíðiliga sunnumorgunin eydnaðist at fáa samband. Telefonin ringdi og Louis var i hinum endanum.
"Hvem er det, hvem taler han med, segði hann á rámun norðurnorskum og tað hoyrdist so illa, at drúgv tíð gekk, áðrenn hann fann útav at ein føroyingur var í hinum endanum.Men tá eg bar ørindi míni um eina samrøðu, var hann ikki heilt sinnaður, segði seg verða illa royndan av telefonsamrøðum við tíðindafólk, men gekk tó við til at ein minni grein varð skrivað í Sosialin, greinin sum tú situr við nú.
-Eg havi tað gott og líði onga neyð. Tú má endiliga heilsa heima í Fø.royum. Eg havi ikki verið heima síðan 1994, tá var eg eitt stutt rend. Tað hevði ikki verið so galið at verið heima Føroyum hesa tíðina, nú er vakurt, sigur hann, meðan eitt heglingsæl var um at køva samrøðuna.
Er tað ikki einsligt at búgva soleiðis langt burtur frá fólki?
-Nei slett ikki og so einsamallur eru eg heldur ikki. Sig mær, tá tit flugu yvir her, hvussu sá ísurin út longur inni í fjørðinum, var hann minkaður nakað.
Eg hugsaði meg um, tað hevði eg ikki ordiliga gáa eftir, men ørmintist okkurt um at rennur vóru at síggja millum stóru ísflakarnar. Men hvat um hann nú fór í báti inn í fjørðin við mínum flogræðslumerktu eygleiðingum sum grundarlagi og kom illa fyri. Jú har var siglandi, og nýframkallaðu myndirnar, sum liggja á borðinum frammanfyri mær prógva hetta.
-Sær tú, eg eri slett ikki so einsamallur. Ein kvinna úr Sveits kemur at hjálpa mær at savna dún í summar. Hon er í Longyearbýnum, men nú hevur viðrað so illa, at eg eri ikki sloppin eftir henni. Eg má fara at ringja til flogfelagið at vita hvussu stendur til við ísinum. So kemur hon við flogfarið til Sveagruva og eg kann fara eftir henni við bátinum.

Irriterandi ísbjarnir
Tað sum ørkymlar Loyis mest í hesum døgum er ein ísbjarnamamma við tveimum ungum, sum raserar oynna. Ikki tí hann er bangin fyri henni, men heldur tí hann ikki fær hana í skotmála.
-Kemur hon so nær, so skjóti eg hana. Hon knúsar alt fyri sær har hon her. Hon hevur oyðilagt eina goymslu av dúni hjá mær og so rænir hon egg eisini. Men hon er klók, ella ræðist hon meg, tí hon syrgir altíð fyri at vera somikið langt burtur frá mær, at eg ikki fái skotið hana.Ísbajrnir kunnu verða rættuliga troyttandi og fleiri eru at síggja á landi í dag, tí ísurin er minkaður um summarið og so hava tær onga aðrastaðni at vera, sigur Louis Nielsen, eitt sindur umberandi.
-Eg havi ikki verið millum fólk síðan 25. mai, tá var eg ein túr í Longyearbýnum, sigur Louis, sum er errin av síni oyggj.. Hann hevur verið í mong á Svalbard og helt til fyrr á einum fjørði longur suðuri, nærhendis einum jøkli. Men so fór jøkulin knappliga at taka seg fram og Loyis mátti flyta. Hann fekk við tógvi stríð loyvi at seta seg niður á Akseloynni. Hon er friðað og tað var ikki bara sum at siga tað at fáa loyvi at byggja. Fólk á Svalbard eru fegin um at Louis býr á Akseloynni, tí hann eg dugnaligur og fer væl um. Í Longyearbýnum kennir ongin Louis, men nýtir tú eyknavnið Hiawatha, so er tað hvørt mannsbarn sum veit hvør talan er um.