Hepni, sum er folaður í Norðragøtu, livir upp til navnið á sær. Ætlanin var at ryssan Saga skuldi til Danmarkar at fola, men boðini vóru, at ryssan ikki var kviðin. Av tíð at hon hevði ein tannknykil, var ætlanin at avlíva hana. Ryssan bleiv í staðin seld til Norðragøtu.
Eyðfríð Mørkøre og Bergtóra Fagraklett hava ansað ryssuni, og tær høvdu varnast, at hon var óvanliga rund, tær hildu, at hon hevði fingið ov nógv fóður, tí Saga var ikki einasta rossið á beitinum sum var í størra lagi.
##med2##
22. juni høvdu tær verið hjá rossunum. Saga uppførdi seg ikki sum vant, hon vildi ikki koma til teirra, tá hon var komin hálvan veg, fór hon niðan aftur.
Sama dag fekk mamma Bergtóru Fagraklett eina mynd sendandi av onkrum, sum lá á beitinum. Ein hegnpelið var brotnaður, og hegnið var niðurtraðkað. Tær sóu, at tað sum lá á bønum var ein móðurkøka. Tær settu seg í samband við ein djóralækna í Danmark.
– Djóralæknin segði at har var eitt fýl onkrastaðni, og bað okkum fara at leita.
##med3##
Meira deytt enn livandi
Bergtóra og Eyðfríð fóru yvir aftur til brotna pelan, og tá hildu tær seg síggja blóð.
– Eg fór yvir til veitina og hugsaði, at er fylið dottið í veitina, so er tað burtur.
Eyðfríð Mørkøre helt seg hoyra bankiljóð, og sá eitt skapilsi ímillum síða grasið.
– Eg rópti eftir Bergtóru, at fylið var livandi.
Fylið stóð fast ímillum steinar, og tað var tungt at fáa leyst.
– Høvdið stóð fast, men ein lítil steinur hevði hildið høvdinum uppi, og tí var tað ikki druknað.
Hildið verður, at fylið er dottið niður í veitina í tí, at tað er folað. Tað hevði ligið í veitini í nakrar tímar og var meira deytt enn livandi, tá tað bleiv funnið.
Djóralæknin var framvegis í telefonini, tá fylið varð funnið. Boðini vóru, at ryssan skuldi út til fylið, og tað skuldi ikki heim fyrr enn tað hevði fingið mjólk.
– Fylið kláraði ikki at súgva ella at halda høvdunum uppi, men vit royndi at geva við eini skál. So ballaðu vit tað í jakkar og koyrdu tað í garasjuna, tí har var hiti.
Eyðfríð Mørkøre og Bergtóra Fagraklett vildu ikki fara frá fylinum aftur, tí fyrstu dagarnar sveimaði tað millum lív og deyða.
– Tvey tey fyrstu samdøgrini svóvu vit einki. Vit fingu kanska blund í hálvan annan tíma.
##med4##
Djóralæknin varnaðist, at fylið hevði hovin bein, tað kundi vera tekin uppá fylasjúku, sum er ein lívshættislig sjúka. Fylið fekk heilivág, og aftur hóraði tað undan.
Ryssan sum folaði Hepna var partur av einum átaki hjá Felagnum føroysk ross. Felagið hevur fingið íslendskar ryssur úr Danmark og brúkt hesar sum burðarryssur.
Gitin egg úr føroyskum rossum vórðu sett í ryssurnar, og tær sum vóru kvidnar, vórðu fluttar aftur til Danmarkar. Endamálið við hesum átakinum hjá Felagnum føroysk ross er at vaksa um talið á føroyskum rossum. Mett verður, at skal rossið hava livilíkindir er neyðugt flyta ross av landinum, men í løtuni loyvir føroysk lóggáva ikki, at ross sum eru folað í Føroyum verða flutt av landinum. Hildið var at fýra av átta ryssum vórðu kvidnar, men so var ikki, tí ryssan Saga var eisini kviðin, og hevði Saga ikki verið seld til Norðragøtu, so kundi tað hent, at hon av avlívað kviðin.
– Tað var meiningin, at hon skuldi avlívast, og so hevði hvørki Saga ella Hepni verið á lívi.
Ætlanin er at Hepni skal vera verandi í Norðragøtu.
– Vit eru øll sera forelskað í honum. Ryssan er ein góð mamma, og hon veit, at tað eru vit sum hava bjargað fylinum.
Ætlanin er at Hepni skal vera við í alingini av føroyskum rossum.
Bergtóra Fagraklett hevur áður átt og ansað føroysk ross. Hon heldur, at tað er lítil munur á at ansa føroyskum og íslendskum rossum, men tey føroysku eru øðrvísi í verumáta, tey eru rólig, men tvør og eitt sindur dovin.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##