Tíðindaskriv:
Í morgin, leygardagin 5. juli klokkan 17.15, verður nýggi graslíkisvøllurin á Svangaskarði tikin í nýtslu, tá ið B68 og EB/Streymur spæla Betrideildardyst.
Beint áðrenn dystin fer Møblasølan við Birgir Andreasen formliga at handa Nes kommunu skjalið upp á vøllin.
Síðan verður nýtslurætturin formliga handaður til B68.
Í hálvleikinum bjóðar Nes kommuna øllum ókeypis kaffi/the og vaflur.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
NES KOMMUNA