leggur afturat, at Foreldrafelagið ikki hevur nakra orsøk at stúra fyri, at býráðið fer at bróta tað lyftið, ið varð givið fyri einum ári síðani. Býráðið hevur játtað nærum 100 milliónir krónur til barnaansing [...] trúgva lyftum býráðsins. Í hesum valskeiðnum Heðin Mortensen er formaður í mentamálanevndini, ið hevur barnaansing um hendi. Hann undrast á ta niðurstøðu, sum minnilutin er komin fram til í hesum máli [...] tíðarætlanin hjá býráðnum á hesum økinum er forskotin í nakrar mánaðir. Hann vísir tó aftur, at býráðið hevur brotið nakað lyfti, og at tað fer at arbeiða fyri at nøkta tørvin á ansingarplássum í hesum valskeiðnum
hava í huga, hvussu torført tað hevur verið at hækka túratalið á hesi leið, sum er ein lívsneyðug tænasta fyri fólkið, vinnulívið og trivnaðin í Suðuroynni. Løgtingið hevur nú møguleikan at spara 10 mió [...] mánadagi, tá tilboðini upp á ta fyrstu privatu rutunu hjá Strandfaraskipum Landsins vóru latin upp. Tað hevur verið ein kongstanki hjá hesum landsstýrinum, at nakrar almennar tænastur skulu privatiserast ella [...] tað ein sjálvfylgja at "pirvatisera" leiðina. Men kostnaðurin hjá tí privata flutningsfelagnum, sum hevur tað bíligara tilboðið, er tvífalt so høgur, sum tað ídag kostar at sigla millum Havnina og Skálafjørðin
í nógv ár leiðandi embætismaður í Tinganesi og hevur verið nógv frammi í almenna orðaskiftinum. Av misgáum er brævið endað í skeivum hondum, soleiðis hevur eisini løgmaður fingið eitt eintak. Hann kennir [...] tí, sum er komið frá fólki frá hesum vonginum hevur verið er tað ikki júst tað sum appelerar til eitt siðiligt og kveikjandi orðaskifti. Tvørturímóti hevur nógv av skrivingini gjørt, at fólk við øðrum meiningum [...] sóma. Tá sami maður eftirlýsir orðaskifti og sigur, at tað er so trupult at fáa slíkt í Føroyum, hevur hann rætt. Men tá tað skal vera neyðugt at framleiða meiningar fyri og til onnur setir hann fót fyri
árini hevur vanligt, at landsliðsárið byrjar við einari venjingarlegu í februar mánaði, og soleiðis verður eisini í ár. Ein lítil broyting verður tó hesum viðvíkjandi í ár, tí meðan tað higartil hevur verið [...] verið í Spania, at venjingarlegan hevur verið hildin, verður ferðamálið eitt sindur meira fjarskotið komandi árið. Tað er ikki endaliga fastlagt, hvar venjingarlegan verður hildin, men Ísak Mikladal, að [...] ein innandura fótbóltsvøllur í fullari stødd verður vígdur í Reykjavík. Íslendska fótbóltssambandið hevur tosað við FSF, um at Ísland og Føroyar skulu spæla fyrsta almenna dystin í høllini, og í løtuni bíðar
lastini á bilum, sum flyta fisk, hevur í nógv ár verið til stórt fortreð hjá fólki, sum koyrir í bili, ella ferðast við ferjunum hjá Strandferðsluni. Hendan evjan hevur dálkað ógvuliga illa frá sær. Vegirnir [...] ampa hjá ferðafólki. Strandferðslan hevur leingi verið varug við trupulleikan og nú er ein loysn á veg, so at tað slepst undan hesum trupulleikanum. Heini á Borg, sum hevur við farmaflutning á Strandferðsluni [...] og ger teir nógv skitnari enn neyðugt. Men óskilið á biladekkunum á ferjunum hjá Strandferðsluni hevur verið til minst líka stóran ampa, tí fólk sleppa ikki undan at ganga og tvassa uppi í evjuni, sum
nú, at allur stovnurin er endaður her, sigur Rorethe Bloch á Nátturugripasavninum. Síðan 29. juni hevur West Freezer úr Miðvági verið úti og talt hval undir Føroyum. Við hava verið vísindafólk úr Føroyum [...] í kanningini, sum gjørd verður. Leiðari fyri kanningini er franska Geneviéve Desportes, sum fyrr hevur búð í Føroyum í samband við hvalagransking. Tey komu aftur mikudagin. Dorethe Bloch á Náttúrugripasavninum [...] síggja, sigur Dorethe Bloch. Norðmenn og íslendingar hava eisini luttikið í hvalateljingini. Men enn hevur ikki verið samband millum partarnar, so endaliga støðan er ikki uppgjørd enn. Tó sigur Dorethe Bloch
foreldrum í krígnum, so hon hevur hoyrt nógvar søgur um flóttafólk, tá ið hon vaks upp. Annika Thor er útbúgvin bókavørður, og hevur harafturat lokið fjølmiðlaútbúgving. Hon hevur skrivað handrit til fleiri [...] og, henni fellur lætt at læra svenskt og fáa nýggjar vinir. Tað er truplari hjá Steffi, sum eisini hevur lovað mammu og pápa at ansa væl eftir lítlusystur. Hóast hetta er fyri umleið 60 árum síðan, viðgera [...] Michelsen. Fyri hesa bókina fekk hon mætastu svensku bókmentavirðislønina, "Augustpriset". Seinni hevur hon fingið nógvar virðislønir fyri bøkur sínar, m.a. "Deutcher Jugendlitteraturpreis" 1999 og "Astrid
politiskar samrøður, og tí hevur løgmaður onga skyldu at skriva upp og lat innlit í uppritið, sigur Anfinn V. Hansen, advokatur. Men embætismaðurin leggur afurat, at løgmaður hevur skyldu at kunnu uttanla [...] uppritið av henni. Í øðrum lagi vísir Øssur Winthereig á, at Løgmansskrivstovan seinastu árini í heilum hevur sent almenninginum tey skriv, sum løgmaður ella landsstýrismenn hava skrivað ella móttikið frá danska [...] at fáa innlit í alt uppritið, átti at verið møguligt at fingið innlit í teir partar, sum løgmaður hevur umrøtt alment. Samrøður við í lógini Tað er ikki uttan orsøk, at Sjónvarpið heldur seg hava rætt til
Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið greitt hevur boða frá, at hann ikki vil taka undir við fullveldisætlanini hjá sitandi samgongu. Hesa greiðu støðu hevur Javnaðarflokkurin ikki. Tí má hann gera upp [...] Annfinn Brekkstein Tað hevur verið ført fram av tingmanni, at vit noyðast at fáa nýggjar blokksamráðingar. Tí eri eg púra samdur í, tí tað er púra ábyrgdarleyst at minka blokkin við hálvtfjórðahundrað [...] milliónir. Hvat gongur tað útyvir? Vælferðasamfelagið! Sitandi samgonga hevur ikki megnað at loyst teir stóru trupulleikarnar innan heilsuverkið. Eitt nú er mangul uppá íbúðir til tey sálarsjúku, og tað
Fólkaflokkurin bara hevur havt trupulleikar í samvinnuni við Tjóðveldisflokkin! Ella er veruleikin kanska tann, at hetta bara eru pátiknir trupulleikar, tí Fólkafloksleiðslan alla tíðina hevur fingið sín vilja [...] til fíggindan. Og sama er galdandi fyri Fólkaflokkin. Eftir at fólkafloksleiðslan nú í longri tíð hevur brúkt mestu orku sína til at vísa ónøgd sína við Tjóðveldisflokkin ? so siga somu røddir av landsfundi [...] Tað er lítið sømiligt fyri politiskar flokkar at spæla hund við Føroya fólki á henda hátt. Løgmaður hevur verið eitt virðiligt umboð fyri Føroya fólk úteftir, men tað er óseriøst og óvirðiligt, tá sami løgmaður