enn nakar innan føroysku ferðavinnuna, hvat skal til, fyri at fáa føroysku ferðavinnuna at virka sum eina heild. ? Hetta fer at seta sera stór krøv til samstarvsevnini, tí vit skulu samstarva við so nógv [...] stjórin á Ferðaráðnum dylir ikki fyri, at vit eiga at leggja okkum eftir at fáa peningasterkar gestir til Føroya. Hann greiðir frá, at Atlantsflog í seinastuni hevur arbeitt við at uppbyggja eitt agentnet [...] leggja seg eftir einum ávísum málbólki, men eg haldi, at vit eiga at royna at fáa peningasterkar gestir til Føroya. Sum støðan er í løtuni, so er ferðavinnutíðin í Føroyum ikki serliga long, og tað heldur Heri
Fleiri enn seksti halar í fjósinum. Ivaleyst av grasi bæði til egna nýtslu og til sølu. Og handil við ungneytum. Hetta er tann stóri setningurin, hin 29 ára gamli Eyðansstovubóndin í Sandavági er farin [...] at seta kvígur við og so selja tær víðari til aðrar bøndur í landinum, tá tær eru kvidnar. Jákup Pauli sigur, at hann eisini hugsar um at keypa kvígukálvar til at selja víðari, um hann ikki fær nóg nógvar [...] fjósi. Tarvskálvarnar fer hann at lata út í Mykines, har møguleikarnir ikki eru til mjólkarframleiðslu, men hinvegin til kjøt. Jákup Pauli í Eyðansstovu heldur tað ikki vera rætt, at vit skulu flyta inn
parturin alt ov ofta er skúgvaður til viks, tá ferðavinnan fyrr hevur verið viðgjørd. Gerast spennandi og lokkandi Sum við øllum øðrum vørum, sum vera settar til sølu, so er ferðavinna eisini ein vøra [...] hendavegin. Í okkara føri ber ikki til bara at biða fólk koma vestur í Vágar at sova. Tað tíma tey ikki. Men gera vit túrar og annað, so er ikki óhugsandi, at vit kunnu draga fólk til. Annars koma tey ikki, sigur [...] sambandi hava vit fingið eitt prát við stjóran á Flogfelag Føroya, sum umframt at selja ferðaseðlar til og úr Føroyum eisini tekst við gistingarhúsvirksemi. Og tað skilst á øllum brøgdum, at Uni Danielsen
handlunum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar í skrivi til føroyskar fjølmiðlar frá, at hon við heimild í løgtingslóg um matvørur hevur sett forboð fyri sølu av T-bone steak, oksaháryggi, entrecote, oksatunnsteik
vera havdan á lofti ? víst verður til marknaðaratgongdina v.m. Í hesum sambandi er ein týðulig niðurstøða at draga burtu úr álendsku royndunum. Vil ein teinkja tankan til enda, at Føroyar skulu gerast partur [...] samanhangi er hann finnlendskt umboð og varaformaður í tí europeiska konventinum, sum skal skriva uppskot til lóg um grundleggjandi rættindini í ES, tað sum millum manna ofta verður rópt ES-grundlógin. Í farnu [...] landspartastýri í Europa. Ráðið hevur einki formelt vald og kann bert koma við áheitanum og tilmælum til ráðandi ES-myndugleikarnar. Men sjálvt her er torført hjá einum lítlum øki sum Álandi at koma ígjøgnum
sigur, at hann saknar, at vinnan býður til samstarv við skúlan. Tí hann metir avgjørt, at tað eru ting, sum samstarvast kann um, og har hvør kann geva øðrum nakað. Til dømis nevnir hann, at um ein starvsstova [...] umstøðurnar til at kanna kotelettirnar eru nakað at reypa av. Tað eru tær í heila tikið ikki á skúlanum. Har er trongt og óarbeiðsligt, fyri at siga tað, sum tað er. Tríggir árgangir, sum halda til í hvør sínum [...] Fólk hava rætt og slætt lyndi til at undirmeta skúlan, heldur hann. Helst av ókennskapi. Útbúgvingin frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna gevur ikki beinleiðis atgongd til øll universitet úti í heimi. Tað
fastari ogn, leysafæ ella ognarviðurskiftunum hjá persóninum. Til skrásetingina er knýtt ein røð av rættarfylgjum, fyrst og fremst í mun til triðjamann. Tinglýsing er føroyskt sermál. Av praktiskum orsøkum [...] um eina løgfrøðiliga kanning, har støða skal takast til, um skjalið eftir sínum innihaldi, áður lýstum rættindum ella lóggávuni annars er nakað til hindurs fyri, at skjalið verður lýst á tann hátt, sum [...] orsøkum fara dátur dagliga at verða fluttar frá upprunaligu tingbókini til eina teldu, sum fyrispurningar frá almenninginum fara til. Henda telda er í Danmark og hevur samsvarandi upplýsingar frá øllum donskum
sambandi var partabrævamarknaður ein nattúrligur liður í at fáa til vega fígging til fyritøkur. Føroyska ferðalagi fekk eisini høvi til at verða við í einum rundborðskjaki við vinnulívsfólk í Silicon Valley [...] fáast við keyp og sølu á internetinum, verða spáddar stórar vakstrarmøguleikar framtíðini. Hóast føroyskt vinnuliv í dag er við í menningini á hesum øki, so var ferðin ein kveikjan til, hvussu føroyingar [...] ídnaðurin í California ? og menningin gongur við fúkandi ferð. Henda staðfesting var ein av orsøkunum til, at 11 leiðarar úr føroyskum fyritøkum og stovnum vóru á vitjan herfyri í Silicon Valley, fyri at kunna
leigar fyritøkuni grundstykkið til at seta flakavirkið á. Men í leigusáttmálanum stendur, at verður virkið ikki brúkt í tvey ár til tað endamálið, sum tað varð ætlað til, nevniliga fiskaarbeiði, so kann [...] g hevur bjóðað virkið í Vági til sølu fyri einar 11 milliónir og tað verður hildið at vera ov dýrt. Ikki minst tá ið hugsað verður um, at keyparin eisini má binda seg til ikki at fara undir framleiðslu [...] hevur kravt so nógv fyri tað, at tað er ongantíð borið til. Harafturat hevur Fiskavirking eisini lagt tær treytir við, at keyparin má ikki brúka tað til virksemið, sum kappast við Fiskavirking. ? Og tað er
sum tey sum velja Fólkaflokkin. Tí má sigast, at henda veljarakanningin er eitt rættuligt herðaklapp til løgmann, hóast flokkurin fær ein undir vangan. Jóannes á øðrum plássi Næstbest umtókti politikari, [...] tryggur í formansstólinum í Sambandsflokkinum. Tað er ikki so langt síðani, at Edmund fekk kapping til formansvalið, og tað er synd at siga, at tað er kvirran, sum hevur valda innanhýsis í Sambandsflokkinum [...] trupulleikan av, at hann »kappast« við ein sitandi løgmann. Høgni, sum við rúkandi ferð kom inn á ting við seinasta val, er framvegis vælumtóktur og fær góð 18 prosent av veljaraskaranum at atkvøða fyri