John Johannessen
Loyvt er nú ikki at selja danskt neytakjøt í Føroyum. Hesi boð sendi Heilsufrøðiliga Starvsstovan út, eftir at hon hevði fingið boð frá danska Fødevaredirektoratet um, at tilburðir av neytaøði vóru funnir í Danmark og, at Fødevaredirektoratet hevði givið boð um, at danskt neytakjøt skuldi takast av hillunum í donsku handlunum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar í skrivi til føroyskar fjølmiðlar frá, at hon við heimild í løgtingslóg um matvørur hevur sett forboð fyri sølu av T-bone steak, oksaháryggi, entrecote, oksatunnsteik, oksatjúkksteik og oksatjúkktarmi, allar av donskum uppruna.
Fólk, ið eru í iva um vørur, tey hava keypt, kunnu spyrja seg fyri í handlunum og møguliga sleppa at lata vørurnar inn aftur. Heilsølurnar í Danmark hava, sambært Fødevaredirektoratet, skyldu at taka vørurnar inn aftur.