Aftur í gjár vóru fráboðanir til løgregluna um, at seyður gongur leysur inni í bygdini í Trongisvági. Sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni er trupulleikin serliga stórur í Torngisvági, tí tey fáa at kalla dagliga fráboðanir frá fólki um, at seyður gongur inni í urtagørðum og etur.
Løgreglan sendir aktingarmanninum boðini, sum síðani eigur at taka sær av tí – og eigarin eigur so at fáa eina rokning hvørja ferð. Men sjálvt um tað er sami eigari, so verður trupulleikin ikki loystur.
Seinasta samdøgrið vóru tríggjar fráboðanir um leysan seyð í Trongisvági. Tað var klokkan 7:20, aftur klokkan 19:15 og aftur í morgun.
Vaktleiðarin sigur, at tað er onkur í Trongisvági, sum ikki heldur sína hegnskyldu, og at tað er ein trupulleiki, sum tey eiga at loysa har suðuri.