varð avlagdur allar staðir. Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíðina og ger tað enn, og tað er her hjá okkum í Føroyum. Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki [...] ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt [...] týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini
sambandið til Føroyar hevur konan Maria José, sum giftist aftur, hildið heilt fram til nútíðina. Eitt dømi er eisini um ein føroyskan Amnestylim, sum í Grikkalandi hevði hitt ein mann, sum væl visti um Føroyar [...] fólkatalið hevur hægsta limatal av øllum deildum. Eitt av hennara virkisøkjum var at skriva ”urgent actions”, skundbrøv, ið skuldu skrivast til stjórnir um ávísar fangar. Av slíkum brøvum hevur Anette skrivað [...] hon er einastandandi og hevur eina sjáldsama karismu. Harafturat var hon eisini sera vitandi. Hon hevði ein slíkan lívsjáttandi hugburð, sum ein sjáldan møtir. Hóast hon hevur havt tað sera trupult, var
skal verða spennandi og rigga væl. Tað hevur verið nógv ymiskt á skránni, so sum Bubu, Maria á Lakjuni, Kular Røtur, Kaptain Gardar, víkinga framførsla og eisini hevur verið kvøtt, sigur hon. - Íblásturin [...] við Silvalandið í ár, og hevur longu fleiri góð hugskot til næsta ár. - Vit hava snakkað um, at til komandi ár byggja vit víðari uppá hetta, tí tað hevur riggað væl, hóast man altíð kann gera tingini betur [...] hava vitjað, men tað hava verið ómetaliga nógv fólk, sigur fyriskiparin. Silvalandið hevur verið líkt tí, sum hevur verið undanfarin ár, men tó so hava fyriskipararnir gjørt meir burturúr at pynta hallirnar
26. 1. november, Alla halganna dag, verða vit mint á deyðan og tær álvarsligu avleiðingar, deyðin hevur á tilveru okkara her í lívinum; deyðin er ein náttúrligur partur av lívi okkara, vit verða fødd inn [...] við Martu í sambandi við at bróðir hennara Lázarus er deyður; eisini tær báðar systrarnar Marta og Maria vóru ørkymlaðar av tí, sum hent var, at bróðir teirra var deyður. Soleiðis er tað eisini við okkum [...] spurningar í slíkum førum, tó er tað ein, sum veit alt um okkara viðurskifti í lívinum, tað er hann, ið hevur allar træðrir í sín hond; Gud tann altvaldandi á Himni, hann veit okkara dagatal, so sum skrivað stendur:
1.partur Alfred er ein søgufróður maður og dugir væl at greiða frá. Hann hevur eisini roynt eitt sindur av hvørjum. Alfred hevur búð heima hjá sær sjálvum í Elduvík til fyrst í ár. Nú er hann komin á ellis- [...] Knæfallasandur. Navnið sigur, at hetta hevur verið ein biðistaður. Kyrjasteinur stendur heim ímóti Oyndarfirði omanfyri bøin, hetta navnið vísir eisini til kirkju, sum hevur verið. Kirkja kom í Elduvík í 1951 [...] Men tað vildu teir ikki. Jógvan, eldri fosturbeiggi mín, sat uppi á loftinum og sá tilburðin. Hann hevur greitt soleiðis frá: “Hetta var eitt leygarkvøld, eg sá tá trolaran kom undan við bátinum uppá sleip
ár. Níggju eru abbabørnini. Dóttirin Sigrid sigur, at pápin altíð hevur verið í parti við tey, sum ikki vóru væl fyri. Men hann hevur jú roynt tað sjálvur! Tað var hugnaligt at fáa hetta prátið við Alfred [...] fekk eg konuna, Thomasiu, dóttir Onnu Mariu og Marius Joensen. Hann var beiggi umrødda Tummas. Anna Maria var dóttir Frederik á Fløtti í Norðragøtu. Vit giftust í 1939 og vóru gift í nærum 70 ár. Hon bleiv [...] á Lollandi at læra okkurt innan landbúnað. Har var eg einar átta mánaðir. Tað var ikki so galið. Man lærdi at pløga og tílíkt. Eg kom heim aftur og fór umborð aftur á Kyrjastein. Kyrjasteinur var eisini
standa tey enn í dag, og teir eru eisini óførir at halda tey viðlíka, greiðir Torkil frá. Torkil hevur í fleiri ár búð heilt í hinum endanum av býnum, úti á Norðasta Horni, men er nú fluttur nærri miðbýnum [...] at fremmandafólk kom niðan hendavegin. Tað var soleiðis, at tey sum endiliga komu niðan, tey legði man merki til, greiðir Torkil frá. Teir vóru fleiri traðarmenn, sum høvdu traðir sínar í økinum, og sum [...] og longu niðri, har Guttesen & Staksberg var, og har Rúsan áður helt til, átti Kári við Stein, sum hevur búð í Grønlandi í umleið 40 ár, sína trøð. Jafet Danberg hevði sín seyð gangandi á hesari trøðni.
fór síðani til Skotlands at fiska. Seinni búsettist hann í Hull. Hann hevur so hildið, at tað var frægast at búgva í Bretlandi og hevur so sent boð eftir gentuni Helenu úr Innistovu (1882-1962) í Hvannasundi [...] John við konu og systkinabarn hansara Karen hjá Napoleon. Haldane hevur ikki verið í Føroyum í 60 ár. Tað er styttri síðan, at Karen hevur verið. Tey hava ferðast dúgliga og serliga nógv hava tey verið í [...] vóru nýggju systkin, og nógv av teimum fingu nógv børn. Her kann nevnast stutt um systkini: Johanna Maria f. 1873. Hon giftist fyrst við Ísaki Simonsen av Viðareiði, og tá ið hann doyði, giftist hon við beiggja
og saltaður og síðani turkaður. Jóhann Marius hevur ikki bara róð út. Nei, hann hevur mangan toskin drigið á Suðurlandinum og í Grønlandi, har hann hevur verið næstan ein mansaldur. »Alt mítt lív havi [...] við Sosialin Trúgvur lesari hjá Sosialinum At Jóhann Marius man vera ein tann trúgvasti lesarin hjá Sosialinum, er einki at ivast í. Hann hevur hildið blaðið síðani 1930, og hann heldur at tað er eitt sera [...] eru so fittar, sigur hann smílandi. Altíð valt javnarðarflokkin Jóhann Marius hevur altíð verið áhugaður í politikki. Hann hevur stuðlað Javnaðarflokkin síðani hann var stovnaður. Grundin til tað er, at hann
var komin songkvinna í heimsflokki, sum tikið verður til. Røddin hjá Eivør man vera ein av teimum allarstørstu, sum ljóðað hevur í kirkjuni hesi árini. Høvið til konsertina er, at tað seinni í hesum mánaðinum [...] sungu einglarnir í Sandavágs kirkju! At end á konsertini sungu systrarnar, Elinborg og Elisabeth Maria, saman við stórusystrini. Saman sungu tær sangin, sum júst er um tær báðar. Konsertin hjá Eivør Pálsdóttir