til smábarnaforeldur, avgreidd. Og Foreldrafelagið fekk viðhald í kæruni. Søren Pram Sørensen, sum hevur viðgjørt málið á Løgmansskrivstovuni, sigur í svari til kæruna, at eingin heimild er í forsorgarlógini [...] ikki fyri tiltakinum. Tí verður Tórshavnar kommuna biðin um at taka skipanina av. Løgmansskrivstovan hevur eftir grein 42 í løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni í 1972 um føroysku kommunurnar viðgjørt málið viðvíkjandi [...] fíggjarligur stuðul til einstaklingar til vanligt uppihald krevur lógarheimild. Tórshavnar kommunu hevur í hesum fíggjarárinum sett av 1,8 mill. krónur til kontantstuðulin.
Stjórin á Føroya Fiskasølu, Hans Johannes á Brúgv, hevur sæð tíðindini á netinum, um at Aldi ætlar at boykotta føroyskar fiskavørur. Á Fiskasøluni siga tey seg hava ein varhuga av, at nakað kann vera í [...] í tíðindunum, men tey hava roynt at kannað málið, men eingin hevur kunnað váttað tíðindini. Hans Johannes á Brúgv sigur, at Føroya Fiskasøla ikki samstarvar við Aldi. Hann vónar tó ikki, at tíðindini fáa [...] álítandi. Men enn hava tey á Fiskasøluni ikki fingið nakað bræv ella fingið tíðindini váttað. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerkingar frá øllum teimum fyritøkum, ið selja fisk til Týsklands og
Ofta hevur verið torført hjá ferðafólki at finna sær sess umborð á Smyrli um vikuskiftini og tá okurt serligt hevur verið á vási í Suðuroynni. Orsøkin til hetta hevur verið tann, at øll tann aftara salónin
Norrøni Eftirskúlin í Hygum í Danmark hevur í fleiri ár havt tað fíggjarliga trupult. Grundin er at ov fáir næmingar eru á skúlanum, hóast nógv hevur verið gjørt fyri at fáa hetta tal at økjast. Hetta [...] gerast virkin í stuðulsfelagnum, og somuleiðis hjálpa við at finna ein nýggjan stjóra. Heimamissiónin hevur tikið væl ímóti hesi áheitan um at gerast ein virkin partur av stuðulsfelagnum, og í løtuni sær út
úr hesum róðri koma víðari í a bólkin, og tveir teir niðastu fara niður í c bólkin. Eysturoyingur hevur sostatt framvegis møguleika at koma í a bólkin. Eysturoyingarnir hava gott mót fyri at gerast millum [...] teir bestu í a bólkinum. Teir hava havt trupulleikar við startinum, og tað er altíð trupult, tá tú hevur nýggjan og øðrvísi bát og árar. Ró verður 3200 metrar, og lutakarar eru úr Cornwall og av Scillyoyggjunum [...] Scillyoyggjunum. Her á Scilly oyggjunum er veðrið gott - um 20 stig, og alt tað føroyska ferðalagið hevur tað gott. Við í ferðalagnum eru eini 20 25 føroyingar.
lønirnar hjá teimum alment løntu, hevur samtykt lóg, sum gevur teimum fólkavaldu lønarhækkingar, sum eingin yrkisbólkur á føroyska arbeiðsmarknaðinum nakrantíð hevur fingið. Liðugur á midnátt Arbeiðssteðgurin [...] Arbeiðssteðgurin hjá pedagogunum var liðugur á midnátt. Men tó hevur hann havt stóra ávirkan, tí ein rúgva av foreldrum vistu í gjár ikki hvussu tey skuldu fáa børn síni passaði, meðan tey vóru til arbeiðis. Nakrir
ikki í nóg stóran mun hevur álit á, at landsstýrismálanevndin í øllum førum er fullkomiliga óheft. Umboðsmannastovnurin harafturímóti er óheftur av øllum politiskum myndugleikum og hevur eina uppgávu: at verja [...] hvussu er í hesum máli ? tingið politiskt og moralst bundið av samtyktini um umboðsmannastovnin. Hetta hevur verið eitt av høvuðsevnunum í fleiri valstríðum, og m.a fekk Javnaðarflokkurin hetta við í samgonguskjalið
Vesturgrønland í løtuni og sum skilst eru royndirnar hjá bátinum sera góðar. Í 5 mánaðar hevur hann roynt eftir krabba og hevur selt fyri slakar 40 mió. krónur. Krabbabáturin »Artic Wolf« roynir á somu leiðum [...] stór til ein bát. Tað eru amerikumenn og japanesar sum keypa vøruna frá »Artic Wolf« og prísurin hevur í miðal ligið um 50 krónur kilo. Tað eru føroyskir yvirmenn, sum eru við »Artic Wolf«, og reiðarin
enn í morgin 1. september. Løgtingsfólk hava eisini fingið bókina sendandi við postinum. - Lekin hevur gjørt, at vit mugu skunda undir útgávuna. Vit miða ímóti at fáa bókina út so skjótt sum gjørligt. [...] er liðugur við at hefta bókina, kemur hon út til føroyska almenningin, sigur Sjúrður Skaale, ið hevur verið fundarskrivari hjá sáttmálanevndini. Hvítabók er í trimum bindum. Høvuðsbókin, ið telur gott [...] Bindini fáast fyri 50 krónur eintakið. Ein donsk fyribilstýðing er gjørd av Hvítubók. Forsætismálaráðið hevur fingið eitt eintak, og donsku fjølmiðlarnir, embætisfólk og onnur fáa eintøk. Hvítabók verður eisini
- Javnaðarflokkurin hevur tikið ta avgerð ikki at gera viðmerkingar til Hvítubók, fyrr enn flokkurin hevur havt høvi til at kanna og lesa tað samlaða tilfarið sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnað [...] Javnaðarflokkurin ætlar at fyrireika seg væl og virðiliga til tað orðaskifti, sum verður. Flokkurin hevur longu sett ein bólk av fakfólki til vegna flokkin at kanna og eftirkanna tað, sum stendur í Hvítbókini