hjálp, nú fjøllini eru gingin, og flettingin og upptøkan av slaktinum hevur verið fyri. - Jú, vit hava havt góða hjálp her úti, og alt hevur gingið væl. Seyðurin er í góðum standi, tó at vit høvdu væl av kava [...] kava síðsta vetur, men summarið var gott, sigur hann. Jógvan Jón heldur, at seinastu 20 árini hevur ongantíð verið so nógvur kavi í Stóru Dímun sum seinasta vetur. Vanliga legst ikki nógvur kavi her, og
Ísland og Luksemborg. Svenski stórleikarin, 33 ára gamla Jamina Roberts sum hevur spælt 210 landsdystir fyri Svøríki og hevur skotið 516 mál væntar, at Svøríki vinnur á Føroyum í morgin, og vinnur eisini [...] út frá avrikunum hjá monnunum. Sigur Jamina Roberts. Jamina Roberts heldur, at svenska landsliðið hevur ein marglætistrupuleika við at vera í bólki saman við Íslandi, Føroyum og Luksemborg. Hon heldur,
Seinnu árini hevur rættiliga nógv byggivirksemi verið í Nes kommunu, og einki bendir á, at hugurin at seta búgv ikki fer at halda sær. Við Eysturoyartunlinum er teinurin millum Skálafjørðin og miðbýin [...] Havn styttur úr einum tíma niður í einar 20 minuttir. Men, hetta er ikki øll søgan. Í Nes kommunu hevur verið bygt í fleiri ár, og besta dømi um hetta er byggingin við Gaddaveg. Fara vit nøkur ár aftur [...] eitt nú við Lýðarsveg, har fleiri sethús eru bygd, og onnur eru í gongd. ##med2## Byggifelagið KBH hevur bygt 18 íbúðir fyri Bústaðir á Kneysum á Toftum, og haraftrat byggir KBH 16 eigaraíbúðir aftrat beint
útivølli móti Aserbadjan, ið hevur vunnið bólk 3. Aserbadjan hevur 13 stig av 15 møguligum stigum. Føroyar hava einki stig og hava bert skotið eitt mál. Føroyska liðið hevur verið væl við í fleiri dystum
áhugaverdar at skriva bók um, og eisini hví tað hevur týdning at børn í Føroyum lesa um føroyskar ítróttarstjørnur. Sigrið, Rannvá og Sanna settu orð á, hvat tað hevur at siga fyri tær at spæla við einum so s [...] fremsta liðnum í kvinnufótbólti í Føroyum. Bókin kostar 200 krónur í bókabúðunum. Oliver Joensen hevur tikið myndirnar. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7## ##med8##
Í eitt hálvt ár hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum arbeitt við einum uppskoti, um ein nýggjan kappingarleist. Um vikuskiftið hevur formaðurin í kappingarnevndini, Róin Schrøter, lagt fram nýggja [...] niðurflytingarspælinum yvirlivir nummar eitt, nummar tvey og trý spæla “play-off” dyst, har nummar tvey hevur heimavøll. Taparin skal so spæla móti næstbesta liðnum í 1.deild í eini upp- og niðurflytingarfinalu
demokratiið í Evropa, legði hann aftrat. Sambært ST-aðalskrivaranum hevur Ukraina nú tikið aftur umleið helmingin økjunum, sum Russland hevur havt hersett í Ukraina. - Hetta er ein stórur sigur fyri Ukraina [...] Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur í dag hitt tíðindafólk fyri toppfundin millum uttanríkisráðharrar í Nato. - Vit standa yvirfyri vandamiklastu heimsstøðuni í mong ár - við kríggi í Ukraina og
sjúkrahús merkir, at fyrireikingarnar kunnu halda fram ótarnaðar. Eg fegnist um, at hetta málið hevur so breiða undirtøku í Løgtinginum og varð einmælt samtykt, sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í f [...] neyðugt er við umbyggingum og nýggjum el-innføringum. Til hetta krevst 1,3 mió. kr. Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at skannarin er bílagdur og verður nú framleiddur. Verða høli og annað klárt, so kann [...] ́lkum kundu verið gjørdar her heima, um ein 3T MR-skannari var í Føroyum. Soleiðis, sum gongdin hevur verið seinnu árini, so kunnu vit vænta at talið fer at vaksa við tíðini.
Annar teirra er avhoyrdur og hevur viðgingið, hin er ikki avhoyrdur enn, tí, sum løgreglan sigur, har var »rúsdrekka uppií«. Viðkomandi verður avhoyrdur í dag. Í nátt hevur løgreglan havt nakað at gjørt [...] gjørt, nógv ungfólk, sum hava verið full, sum løgreglan hevur hjálpt heim, í summum førum at koyra tey heim og í øðrum førum við at fáa familju ella vinar at koyra tey heim. Stutt fyri klokkan trý í nátt steðgaði
slitið, leggur hann aftrat. Skipið hevur ligið akrað út fyri Karlskrona, meðan svensku myndugleikarnir hava gjørt kanningarnar. Reiðaríið úr Bulgaria, sum eigur skipið, hevur alla tíðina hildið upp á, at talan [...] Lettland hin 26. januar var ikki herverk, men eitt óhapp. Tað vísa kanningarnar, sum svenska løgreglan hevur gjørt. Hendingin varð annars kannað sum grovt herverk, og tískil varð hald lagt á skipið, Vezhen úr